fríggjadagur 17. juni 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 113 - 17. juni 2005
Fríggjadagin 10. juni
andaðist Jonhild Hen-
riksen í Klaksvík.
Hon gjørdist 74 ára
gomul. Jonhild gjørd-
ist landskend, tá ið
hon í 1987 gav út
Góðaráð.
Jonhild var ættað úr
Klaksvík, og har búði
hon alla sína tíð. For-
eldrini vóru Petra,
sum var ættað úr
Gerðum, og Jóhan
Magnus Arge, sum
var ættaður av Argjum
og tískil í Klaksvík
nevndur Argja Magn-
us. Hann vaks annars
upp á Eiði.
Tey
búsettust
á
Vágsheygnum
og
fingu níggju børn:
Lina,
Elsa,
Ollan,
Niels Juel, Hedvig,
Jonhild, Osla, Ingrid
og Eilif. Eftir á lívi
eru Niels Juel og Osla,
sum búgva í Klaksvík,
og Hedvig og Ingrid,
sum búgva í Dan-
mark.
Jonhild tænti ymsa
staðni, áðrenn hon í
1952 giftist við Jósupi
Henriksen úr Sørvági.
Tey búsettust á Lítlubrekku, og
Jonhild var, sum flestu aðrar konur
og mammur vóru tað tá í tíðini,
heimagangandi kona og mamma.
Jósup var skósmiðjur og hevði
verkstað í kjallaranum. Seinni
arbeiddi hann hjá pf. Hugo Gardar
og á Løngjaldsstovuni.
Klaksvíkar Húsmøðrafelag hevur
verið frammarlaga á so mongum
økjum, og Jonhild var í mong ár í
felagnum. Fyrst í sjeyti árunum
fingu tær Føroya Húsarhaldsskúla í
lag. Danska lærarinnan dugdi sjálv-
andi ikki føroyska matgerð. Tá varð
heitt á Jonhild um ein dag hvørja
viku at undirvísa í føroyskari mat-
gerð. Tað gjørdi Jonhild frá 1974
og inntil í fjør.
Undirvísingin bar við sær, at Jon-
hild miðvíst legði seg eftir at skriva
uppskriftir, sum hon so margfald-
aði til næmingarnar. Hetta var
fyrsta stigið ímóti bókini. Í fororð-
unum til Góðaráð segði Jonhild í
oktober í 1987, at ynskið at geva
uppskriftirnar út í bók hevði nøkur
ár á baki, og tá ið hetta gjørdist til
veruleika, segði Jonhild, at tað var
við dyggum stuðli frá børnunum
Petru og Jóhan og hjúnarfeløgum
teirra.
Góðaráð
fekk
framúr móttøku, og
tær bøkurnar munnu
vera fáar - um tað
yvirhøvur eru nakrar -
sum hava verið so væl
seldar.
Fyrsta
upplagið varð útselt
beinanvegin, og tað
var neyðugt at prenta
uppaftur tvær ferðir.
Jonhild og Jósup og
teirra hava altíð verið
trúgv og drúgv í
missiónshúsinum
Emmaus og eisini í
Christianskirkjuni.
Jonhild var í fleiri ár
og inntil í fjør ein
teirra, sum vísti vitj-
andi prýðiligu kirkj-
una. Tað var høgligt
hjá henni, tí tey búðu
stutt omanfyri kirkj-
una. Eisini var hon í
eldrafelagnum Hugna
frá stovnani. Tá ið
undangongukvinnan,
Anna Joensen, sála,
legði frá sær, tók Jon-
hild formansstarvið á
seg, og tað røkti hon
inntil í 2004. Eisini í
landsfelagnum
hjá
pensionistunum var
Jonhild í fleiri ár uppi
í nevndararbeiði.
Jonhild og Jósup fingu fýra børn
- Magnus og Jóhan, sum búgva í
Klaksvík, Petra sum býr í Hvanna-
sundi og Anvør, sum býr í Streym-
nesi.
Jósup doyði 10. august í 1993, og
tá ið Jonhild nú slóknaði, eru eini
av mongu hjúnunum farin, sum við
arbeiðssemi, trúfesti og gudsótta
tóku ábyrgd og vóru við til at
mynda Klaksvíkina, sum vaks so
ógvuliga nógv eftir seinna kríggið.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Jonhild Henriksen farin
Tøkk
Hjartaligs tøkk fyri sýnda hjálp og samkenslu,
tá okkara elskaði
Poul Henrik Poulsen
Tórshavn
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til øll tykkum, sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Katrin og Sólja
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
samkenslu og hjálpsemi, tá okkara góði pápi,
verpápi, abbi og langabbi
Jens Oliver Albinus
Fámjin
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi
og Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum vóru um hann
seinastu dagarnar.
Tøkk til prestarnar Jónsvein Bech og Patrick De
Neergaard fyri góð og troystarrík orð
í kapellinum og í kirkjuni.
Tøkk til kirkjutænarar, gravarar og tykkum, sum
hjálptu til við ervinum.
Tøkk fyri uppringingar, blómur, kransar og
peningagávur til Fámjins kirkju.
Og tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Jústa, Svenny,Tórgerð og Jens Eli
Tøkk
Hjartans tøkk øll somul, sum mintust til
mín 80 ára føðingardag 18. mai 2005.
Kristina Sloan Norðberg
Prógv
Maria á Dul av Argjum
hevur á Aalborg Uni-
versiteti lokið prógv sum
Master innan Arbeiðs-
marknaðar og starvs-
fólkaviðurskifti.
26. juni 1980 fingu 8 stýri-
menn prógv á Føroya Sjó-
mansskúla, teir vóru: Niels
Jacob Mortensen, Hvalba,
Súni Jústinis Simonsen,
Sandavágur, Viggo Svabo
Dam, Vestmanna, Niklái
Jóhan Petersen, Kollafjørð-
ur, Hans Højgaard, Vestmanna, Oddbjørn Leon Hovgaard, Sørvágur, Ingvar Joensen, Leirvík, Agnar Poulsen,
Saltangará, og André Guttesen, Klaksvík, (raðfylgjan er tilvildarlig).
Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1980
Jonhild og Jósup Henriksen
Fyri 25 árum síðan:
Prógv sum stýrimenn í 1980