Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juni 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 - 17. juni 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 17. juni. Bótolvsøka ella bótolvsmessa. Munkurin Botolphus stovnaði kleystur í Lincolnshire í Ong- landi, og býurin Bost- on eitur eftir honum. Hann doyði umleið ár 680. Navnið Bótolvur ella Bótal hevur verið brúkt sum mansnavn í Føroyum og kemur fyri bæði í samband við jørð og útróðrar- mið. 18. juni 1935 fingu Betta og Sámal Jacobsen (seinni á Bergi) eitt dreingjabarn. Hann fekk navnið Mikkjal Jacobsen. Soleiðis æt hann í nøkur ár, inntil hann fekk føroyska mergj- aða navnið Mikkjal á Bergi, sum gjørdist kent bæði her og aðra- staðni. Eftir loknað skúlagongd, har hann øll árini lá væl frammi í oddinum, fór hann í læru á skriv- stovuni hjá P/f J. F. Kjølbro. Her tænti hann trúfast. Hann arbeiddi eisini eitt skifti m.a. úti á Skála, har Kjølbro hevði eitt stórt virki tá. Eftir at Mikkjal hevði verið í Danmark á keypmannsskúla, var hann í tvey ár leiðari á Klædna- búðini, sum tá taldist millum landsins fremstu. Eftir hesi tvey árini fór hann aftur á skrivstovuna við ábyrgd fyri kunda-, og viskiftafólkabók- haldinum. Boð vóru eftir honum Hetta starvið røkti hann, til hon- um varð boðið starv í Norðoya Banka, sum var deild av Sjó- vinnubankanum. Í sjeytiárunum fekk hann starv sum roknskaparleiðari hjá Klaks- víkar Býráði, til hann í áttatiárun- um tók við starvi sum bókhaldari hjá Com-Data. Í djúpu kreppuni fyrst í níti- árunum var Com-Data noytt til at skerja sítt virksemi, og fyri hes- um fall Mikkjal. Gavst ikki á hondum Hann var tá komin eitt sindur til árs, men segði, at "eingin skuldi fáa seg at fara í nakra sosiala skipan". Tók tí súkkluna, fór til Danmarkar, fekk sær starv á fiskavirki, fór síðani til Noregs og so til skips. Soleiðis lívbjargaði hann sær í nøkur ár, inntil hann kom aftur til Føroya, har hann síðani hevur verið bókhaldari hjá Norðoya Blikksmiðju. Ein og hvør av okkum hevur nógv at læra av Mikkjali bæði á hesum og á øðrum økjum. Fjølvirkin Mikkjal giftist við Judith Steen- sen hjá Honnu og Eskild í 1961. Tey fingu børnini Beintu, sum er sjúkrasystir og Eyðun, sum hevur verið sjómaður og er skipari á Akraberg. Eyðun er giftur við Jo- hannu (fødd Vang). Judith og Mikkjal eiga trý barnabørn, Mikkjal, Randi og Jónas. Fáur hervur verið arbeiðssam- ari og meiri fjølvirkin enn Mikkj- al. Hann hevur altíð verið til dystin fúsur. Í fimtiárunum spældi hann við KÍ. Eisini har var boð eftir hon- um frá merkismanninum John Reid Bjartalíð til at skriva plakat- ir, sum rættiliga nógv varð gjørt við tá. Um hetta mundið var á heilt øðrum bógvi gjørt átak í Útvarpi Føroya, sum æt "Ungfólk úr Klaksvík syngja og spæla", sum Malvinus Joensen hevði gjørt avtalu við Niels Juel Arge um at fremja. Mikkjal var upptøku- maður við sínum tvísporaða Nordmende og Proton bandupp- takara. Dyggur verkamaður í samkomuni Betesdakórið hevur notið gott av hansara arbeiðssemi, og hann hevur eitt nú hildið væl skil á uppmøtingarprotokollini í eini 30 ár, umframt at hann hevur verið í kórinum í upp ímóti 50 áruumm. Á trúboðanarøkinum hevur Mikkjal verið ein álitismaður, ein verkamaður, sum hevur verið við til at halda samband við trúboð- arar um allan heim. Samkomulívið, bæði hjá Judith og Mikkjali,hevur ikki verið bert onkursvegnað, men hevur verið teirra akkerspláss. Tá tey ikki hava verið til møti, er okkurt áfatt. Tøkk og mong góð ár Mikkjal, tú hevur verið ein brandur. Tøkk fyri ta hjálp og tann stuðul tú vart fyri meg frá ungum av, bæði tá vit samstarv- aðu hjá J. F. Kjølbro, í kórinum, í samkomuni og á so mangan annan hátt. Her verður ikki pláss fyri meiri, men Betty, eg og øll mín fjølskylda ynskja tær hjartaliga tillukku við teimum sjeyti, Harr- ans signing í komandi døgum og nógv góða ár. Tøkk fyri, tað tit hava verið fyri okkum. - Vit hava fingið mong „pragtfull" ár sam- an, og vónandi fáa vit fleiri. Bestu heilsanir Betty og Jógvan við fjølskyldu Mikkjal á Bergi sjeyti Hans Clementsen, van- liga nevndur Hans í Andarisa, ættaður av Sandi, búsitandi á Seyðisfirði, andaðist 13. juni, 85 ára gamal. Jarðarferðin verður úr kirkjuni á Seyðisfirði leygardagin 18. juni. Esbern Michael Magn- ussen, ættaður úr Froðba, búsitandi í Havn, andaðist á Landssjúkrahúsinum 14. juni, 92 ára gamal. Farið verður úr Lands- sjúkrahúskapellinum hóskvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr kirkjugarðskapell- inum fríggjadagin klokkan 13. Sungið verður úr sálmabókini. Kelda: Útvarp Føroya Andlát og jarðarferðir