fríggjadagur 17. juni 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 113 - 17. juni 2005
Føroysku umboðini á
Fólkatingi eru
rúkandi ósamd um
støðuna hjá Føroyum
í málinum um
yvirtøku- og
heimildarlógina
FÓLKATINGIÐ
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Einaferð stóðu teir saman
sum ein maður mótvegis
donsku stjórnini. Nú standa
teir hvør sínu megin røð-
arapallin í Fólkatinginum,
og neistarnir fúka, nú
Fólkatingið viðgerð yvir-
tøku- og heimildarlógina.
Vit kunnu sostatt staðfesta,
at tey føroysku ikki standa
saman um støðu Føroya í
hesum máli.
Genialur
hjálandapolitikkur
Høgni Hoydal fer enn
einaferð at føra tey somu
sjónarmiðini fram í dag.
– Eg fari enn einaferð at
vísa á tann sjónleik, sum
fer fram í hesum málinum.
Hetta verður sett fram sum
eitt nýskipanarmál, ið fer at
geva okkum víðari ræsur,
men tað einasta, sum hend-
ir, er, at danskt vald verður
staðfest í Føroyum, sigur
Høgni Hoydal undan 3.
viðger.
Høgni Hoydal vísir á tað
paradoksala í, at tað danska
Fólkatingið er munandi
meira kritiskt mótvegis hesi
lógini enn Løgtingið.
Hann sipar til støðuna hjá
tí danska málinum í ríkin-
um, har teir donsku fólka-
tingslimirnir vóru skeptisk-
ir mótvegis støðuni hjá
danska forsætisráðharran-
um, sum knýtti tað danska
málið uppí ríkiseindina.
Eitt annað kjakevni í
Fólkatinginum var viðvíkj-
andi
felagsskapinum
NAMMCO, ið er ein alter-
nativur felagsskapur til al-
tjóða hvalaveiðunevndina
(IWC). Í hesum felagsskapi
hava Føroyar og Grønland
sjálvstøðugan
limaskap
saman
við
Íslandi
og
Noregi.
– Hetta eru rættindi, ið
vit hava vunnið, men sum
vit nú lata frá okkum, sigur
Høgni Hoydal, ið leggur
afturat, at hetta er væl klár-
að av donsku stjórnini, men
ein skomm fyri løgtingið
og løgmann.
– Tað er sera harmiligt, at
Anfinn Kallsberg stuðlar tí
donsku stjórnini í hennara
sjónarmiðum í hesum mál-
um, tí hvørja ferð vit vísa á
okkara ómissandi rættindi,
kann danska stjórnin hin-
vegin vísa á, at løgtingið
hevur samtykt hetta og har-
við sagt hesi rættindi frá
sær, sigur Høgni Hoydal.
Kallsberg ósamdur
Anfinn Kallsberg hevur
hinvegin drigið eina heilt
aðra línu í hesum málinum,
og hann fer »varmt at
anbefale« hesa lógina.
Hann hevur eina aðra út-
legging av argumentinum
hjá Høgna Hoydal viðvíkj-
andi NAMMCO.
– Hetta byrjaði sum ein
áhugafelagsskapur, og var
ikki ein altjóða avtala at
byrja við. Noreg kunn-
gjørdi síðani hendan sátt-
málan í ST, tá teir aftur fóru
undir at veiða stórhval, sig-
ur Anfinn Kallsberg.
Anders Fogh Rasmussen
hevur síðani boðað frá, at
hetta er eitt mistak, ið ikki
fer at endurtaka seg. So
Føroyar skulu ikki gera sær
nakrar vónir um at vinna
sjálvstøðugan
limaskap,
eins
og
vit
hava
í
NAMMCO.
– Hetta hevur altíð verið
politikkurin hjá donsku
stjórnini mótvegis Føroy-
um, og í hesum málinum
hevur hon ikki verið nóg
vakin,
ásannar
Anfinn
Kallsberg, ið annars ikki
hevur nakra meining um
støðuna hjá tí donsku
stjórnini í hesum málinum.
Hann leggur afturat, at
fatanin av sambandinum
millum Føroyar og Dan-
mark hevur altíð verið ein
stríðsspurningur.
– Danir uppfata sam-
bandið okkara millum sum
eina delegatión, meðan vit
uppfata tað sum ein sátt-
mála. Vit mugu bara halda
fast við, at hetta er ein sátt-
máli landanna millum.
Fyrrverandi
løgmaður
vísir eisini á, at løgtingið
als ikki hevur góðkent tær
donsku viðmerkingar, men
bara tær føroysku, og tað
fer hann at halda fast við,
hóast forsætismálaráðharr-
in møguliga sigur nakað
annað.
Anfinn Kallsberg finst
harðliga at Høgna Hoydal
og politikki Tjóðveldis-
floksins í øllum hesum
málinum.
– Tað harmar meg almik-
ið, at Tjóðveldisflokkurin
hevur ført ein kamp við
støði í tí donsku útlegging-
ini av málinum. Tjóðveldis-
flokkurin hevur gjørt seg til
talsmann fyri ta donsku
fatanina, og tað er skaðiligt
fyri málið sum heild, sigur
Anfinn Kallsberg at enda.
Tað danska parla-
mentið fer í dag at
viðgera málið um
yvirtøku- og
heimildarlógina fyri
seinastu ferð. Einki
broytingaruppskot er
á skránni, og tí kemur
einki nýtt fram í
málinum
YVIRTØKU- OG
HEIMILDARLÓGIN
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Málið um støðuna hjá tí
danska málinum í Føroyum
var at kalla einasta stríðs-
málið undir 2. viðgerð av
lógunum, og spurningurin
um sjálvstøðuga limaskap-
in hjá Føroyum og Grøn-
landi í NAMMCO hevur
eisini verið ein av áhuga-
verdu spurningunum undir
viðgerðini.
Fólkatingið ósamt við
Fogh
Málið viðvíkjandi støðuni
hjá tí danska málinum í
Føroyum gjørdist eitt mál,
sum teir donsku fólkatings-
limirnir vóru upptiknir av.
Og teir vóru ikki allir
samdir við tulkingini hjá
forsætisráðhar ranum,
Anders Fogh Rasmussen.
Forsætismálaráðið hevur
knýtt støðuna hjá tí danska
málinum at stjórnarskip-
anarlógini (statsforfatnin-
gen), og tað vóru serfrøð-
ingar, ið vórðu kallaðir til
opna hoyring í politisku-
búskaparligu nevndini, ikki
samdir við ráðnum í.
Nevndin sendi forsætis-
málaráðharranum
fleiri
spurningar viðvíkjandi hesi
lógini, og ein av hesum
spurningum snúði seg um
tað danska málið í Føroy-
um og Grønlandi.
Forsætismálaráðharrin
varð biðin um at greiða frá,
hvussu hann var komin
fram til, at nýtsla av tí
danska málinum varð knýtt
at stjórarskipanarlógini, og
at tað ikki kann yvirtakast
av føroyskum myndugleik-
um.
Soleiðis svarar forsætis-
málaráðið spurninginum:
»Særligt med hensyn til
visse sprogforhold har
regeringen i lovforslaget
lagt den opfattelse til
grund, at spørgsmålet om
anvendelse
af
sproget
dansk ikke kan overlades til
de færøske myndigheder,
og at det bl.a. følger af rigs-
enheden, at borgerne ikke i
visse dele af riget kan af-
skæres fra at anvende spro-
get dansk i offentlige
forhold…«
Forsætismálaráðið heldur
fast við, at tað danska
málið hevur framíhjárætt í
ríkinum, og at allir borgarar
til eina og hvørja tíð skulu
kunna venda sær til mynd-
ugleikarnar á donskum. Tí
verður hetta málið knýtt at
ríkiseindini, og tað kann
tískil ikki yvirtakast av
føroyskum ella grønlendsk-
um myndugleikum.
Orðingin viðvíkjandi tí
danska málinum í ríkinum
stendur annars í viðmerk-
ingunum til lógarupp-skot-
ið.
Viðvíkjandi tí sjálvstøð-
uga limaskapinum hjá Før-
oyum
og
Grønlandi
í
NAMMCO hevur danska
stjórnin gjørt greitt, at hetta
er eitt mistak, ið ikki verður
endurtikið.
Hetta er eitt mál, ið
Høgni Hoydal fleiri ferðir
hevur víst til í sambandi við
spurningin, hvørt Føroyar
hevur rætt at gera millum-
tjóða avtalur.
Fólkatingsumboðini rúkandi ósamd
Yvirtøku- og heimildarlógin:
Seinasta viðgerð á Fólkatingi
Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal stóðu einaferð lið við lið mótvegis donsku stjórnini, men nú eru teir rúkandi ósamdir um støðu Føroya í sambandi við yvirtøku-
og heimildarlógirnar, ið verða viðgjørdar fyri seinastu ferð á Fólkatingi fríggjadagin