Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juni 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 - 17. juni 2005 15 Sansir selt bygningin Lýsingarfyritøkan Sansir hevur selt bygningin hjá sær við Tinghúsvegin til Fast- ognarfelagið, sum er ein partur av SMS. Sansir flytir nú niðan í gomlu hølini hjá Hestprent í Dvørga- stíggi, meðan SMS fer at flyta umsitingina yvir á Tinghúsvegin VINNUVIRKSEMI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Høgni Rasmussen, stjóri hjá Sansir, sigur, at tað leingi hevur verið eitt ynski hjá Sansum at fáa størri hølir, og tá ið fyritøkan fekk bjóðað eina rímuliga góðan prís fyri bygningin á Tinghúsvegnum, var lítið at ivast í. Virksemi økt sera nógv - Man kann í veruleikanum siga, at vit eru voksin úr húsinum. Fyri sjey árum síðani vóru vit trý fólk, ið starvaðust á Sansum, men pr. 1. august, tá ið vit ætla at flyta, verða vit eini 18-19 fólk í fullum starvi, greiðir Høgni Rasmussen frá. - Her á Tinghúsvegnum hava vit 273 fermetrar at bú- leikast á í trimum hæddum, men á Dvørgastíggi fara vit at hava tvær hæddir, sum eru 275 fermetrar hvør. Hetta fer at hava við sær, at øll starvsfólkini, ið hava arbeitt í trimum hæddum á Tinghúsvegnum, fara øll at kunna húsast á eini hædd. Í kjallarahæddini fara vit so at gera fundirhøli, og haraftur- at skal skeltiverkstaðið hjá okkum eisini halda til í kjallaranum, sigur Høgni Rasmussen. Stjórin hjá Sansum sigur, at tað eru fleiri faktorar, ið hava gjørt sítt til, at fyri- tøkan er vaksin so nógv í seinastuni. Eitt er nýggja blaðið Kvinna, men eisini vaksandi virksemi innan heimasíðumenning og við- líkahald hevur kravt fleiri starvsfólk, og í løtuni ar- beiða fimm fólk burturav við internetinum, sigur Høgni Rasmussen. Sum áðurnevnt er tað Fastognarfelagið, ið er ein partur av SMS, sum hevur keypt bygningin hjá Sans- um. Niels Mortensen, stjóri í SMS, váttar, at ætlanin er at flyta umsitingina yvir í bygningin, men meira vil hann ikki siga. Hvørki Høgni Rasmus- sen ella Niels Mortensen vilja siga nakað um, hvat keypsprísurin á bygning- inum við Tinghúsvegin er. Børnini á dagstovnin- um við Landavegin gjørdust sera kedd, tá ið tey komu á stovnin mánamorgunin. Í vikuskiftinum hava óbodnir gestir nevn- liga verið á vitjan, og teir hava gjørt umfat- andi herverk á eitt nú nýggja bátin hjá stovninum HERVERK Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tíverri er tað komið fleiri ferðir fyri í seinastuni, at ótangar gera seg inn á stovnar í høvuðsstaðnum. Fríggjakvøldið hava nakrir ótangar verið á vitjan á dagstovninum við Landa- vegin, og teir hava sanni- liga sett síni spor. Nýggi báturin brotin sundur Tað eru ikki meiri enn góðar tríggjar vikur síðani, at garðdagur var á stovn- inum, og í hesum sambandi fekk stovnurin ein bát, ið var settur á spæliplássið til børnini at stuttleika sær í. Børnini eru, sum vera man, ógvuliga fegin um bátin, sum hevur fingið navnið Skrubban, men gleðin var stokkut. Ótangarnir, ið vitjaðu í vikuskiftinum, hava nevn- liga brotið alt takið á stýri- húsinum á bátinum, og eis- ini eru allir rútarnir í kúgva- eygunum í stýrihúsinum brotnir. Leiðarin á stovnin- um við Landavegin, Kirstin Djurhuus, sigur, at børnini gjørdust ógvuliga kedd, tá ið tey sóu illgerðirnar. Harumframt hava óbodnu gestirnir skorið stór hol í klædningin á dag- stovninum, skorið eitt stórt petti úr einum vindeyga- gerikti, plantur í uttandura blómukassan eru skræddar upp, og enntá hava ótangar- nir sett eld á við, sum tíbet- ur ikki festi í sjálvan bygningin. Kirstin Djurhuus sigur, at tey hava meldað herverki til løgregluna, men løgreglan hevur ongar slóðir at ganga eftir. Hon harmast, at ein nýggjur stovnur, ið børnini eru ógvuliga glað fyri, ikki fær frið fyri ótangum. Herverk á barnagarð Eftir summafrítíðina flytir Sansir úr bygninginum hjá sær við Tinghúsvegin, og umsitingin hjá SMS flytir inn Mynd: Jens Kr. Vang Lítli Markus dugir ikki at skilja, at nakar skal stuttleika sær við at oyðileggja nýggja bátin hjá dagstovninum við Landavegin. Mynd: Jens Kr. Vang