fríggjadagur 17. juni 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 113 - 17. juni 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Arbeiðspláss horvin
Síðani á nýggjárinum eru umleið 3.000 arbeiðspláss
horvin í danska ídnaðinum, skrivar Industriens Dag-
blad, sum er limablaðið hjá danska ídnaðarfelagnum.
Í fjør varð roknað við, at danir fóru at missa umleið
5.000 arbeiðspláss í ídnaðinum í ár, men tølini vísa, at
tað verður uppaftur verri, sigur Michael Bay Hansen,
sum er búskaparfrøðingur hjá Dansk Metal. Hann vísir
á, at í fjør bleiv talið 5.000 mett at vera í hægra lagi,
men tað sigur bara, hvussu nógv verri tann veruliga
gongdin er, sigur hann við Industriens Dagblad.
Ein uggi er tað kortini, at arbeiðsloysið er minkandi,
og tað vísir, at tey, sum missa arbeiðið í ídnaðinum, fáa
arbeiði í tænastuvinnuni ístaðin fyri.
Nú kunnu teir revsast
Við sjey atkvøðum fyri og einari blankari hevur hægsti-
rættur í Argentina gjørt av, at tvær lógir, sum góvu
heryvirmonnum og øðrum frá einaræðistíðini grið,
stríða ímóti grundlógini.
Onnur lógin er frá 1986 og hin frá 1987, men
tjóðartingið samtykti fyri tveimum árum síðani at seta
tær úr gildi. Tað bar í sær, at fleiri heryvirmenn vórðu
tiknir og dømdir fyri ymisk brotsverk í teimum árun-
um, tá herurin ráddi í Argentina. Kortini hava fleiri
rættarmál bíðað eftir avgerðini hjá hægstarætti, men nú
hon er komin, verða hesi málini tikin uppaftur, skrivar
AP úr Buenos Aires.
Umleið 12.000 fólk vórðu myrd ella hvurvu í eina-
ræðistíðini. Higartil eru umleið 3.000 heryvirmenn av-
hoyrdir, og roknað verður við, at umleið 400 teirra verða
ákærdir fyri eitt nú burturflytingar, píning og morð.
Argentinski forsetin, Nestor Kirchner, hevur sagt, at
samfelagið fer at gera upp við ta óhugnaligu fortíðina,
og at øll sek verða revsað. Hann er fegin um avgerðina
hjá hægstarætti. Hon vísir, at lógir, sum forða sam-
felagnum at rættarsøkja fólk fyri grov brotsvrk, eru
ikki sambæriligar við vanliga rættaruppfatan, sama
hvussu gamlar tær eru, sigur forsetin.
Nýtt snarflogfar
Japanar og fransmenn eru vorðnir samdir um at byggja
eitt flogfar, sum skal flúgva skjótari enn tey væl kendu
Concorde-flogførini, sum góvust at flúgva fyri
tveimum árum síðani eftir at hava flogið í 27 ár.
Nýggja snarflogfarið skal hava pláss fyri 300 ferða-
fólkum, og tað skal hava so stóra motororku, at tað skal
kunna flúgva upp til fimm ferðir skjótari enn ljóðið,
skrivar AFP úr París.
Avtalan ímillum japanar og fransmenn varð undir-
skrivað fyrradagin. Tey næstu trý árini fara partarnir at
brúka góðar 30 milliónir krónur til at menna ætlanina,
áðrenn hon av álvara verður sett í verk.
Stórt avlop
Norðmenn útfluttu í mai vørur fyri 52 milliardir norsk-
ar krónur, og tað gav eitt stórt avlop á handils-
javnanum.
Innflutningurin í mai var 29 milliardir krónur, og tað
var næstan 18 prosent meiri enn í sama mánað í fjør.
Men vøksturin í útflutninginum var uppaftur størri ella
22,5 prosent, sigur hagstovan í Oslo. Úrslitið var eitt
avlop á handilsjavnanum upp á 23 milliardir krónur.
Vøskturin í innflutninginum í mai stavar millum
annað frá, at norðmenn keypa fleiri bilar nú enn í fjør.
Í mai keyptu norðmenn bilar fyri næstan 460 milliónir
krónur meiri enn í sama mánað í fjør, men innflutn-
ingurin av jarni, stáli og telduútgerð vaks eisini, sigur
hagstovan.
Eingin fíggjarlóg og
ongar fólkaatkvøður
um ES-grundlógina í
bræði. Tað kann
gerast úrslitið av ES-
toppfundinum.
LAGNUFUNDUR
Árni Joensen
fatekst@mail.dk
Síðani fólkaatkvøðurnar í
Fraklandi og Niðurlondum
um ES-grundlógina hava
fleiri samanborið toppfund-
in í Bruxelles í dag við eina
jarðarferð. Tá var talan um,
at ES-grundlógin skuldi
jarðast, men nú kann fund-
urin eisini gerast jarðarferð
hjá viljanum til samstarv
og ikki minst samanhald.
- Eg eri rættiliga vísur í,
at vit fáa onga langtíðar-
fíggjarætlan á hesum fund-
inum, segði forsætisráð-
harrin í Luksenburg, Jean-
Claude Juncker, á einum
fundi
við
ES-tinglimir
fyrradagin. Juncker er for-
maður í ES í løtuni, og
hansara fremsta mál hevur
verið at fáa fíggjarlógina
samtykta sum eitt tekin um,
at samveldið virkar enn,
sjálvt um fransmenn og
niðurlendingar
vrakaðu
grundlógina.
Men tað er ikki grund-
lógin, sum er tann stóri
stríðsspurningurin.
Ætlanin var, at fundurin í
Bruxelles skuldi leggja ein
langtíðarfíggjarætlan fyri
árini frá 2007 til 2013, men
nú er ymiskt komið í vegin.
Hini 24 londini við Jacques
Chirac á odda krevja, at
Bretland skal missa tann
serliga avslátturin, sum
landið hevur havt í meiri
enn tjúgu ár. Men Tony
Blair hevur svarað, at tað
kemur ikki upp á tal at
skerja avslátturin, fyrr enn
londini semjast um at end-
urskoða landbúnaðarstuð-
ulin. Tað vil Chirac ikki
hoyra talan um, og teir
seinastu dagarnar hevur
ósemjan elvt til alment kegl
ímillum London og París.
Varandi kreppa
Jean-Claude Juncker hevur
einki ímóti at skerja land-
búnaðarstuðulin, men hann
tekur eisini undir við
kravinum um at skerja tann
bretska avslátturin. Fyrra-
dagin segði hann, at hvørki
av málunum verður loyst á
fundinum í Bruxelles, men
kortini hevur hann lagt eitt
semingsuppskot fram.
Eftir tí skal tann bretski
avslátturin haldast á sama
støði, sum hann var, áðrenn
tey mið- og eysturevrope-
isku londini komu upp í
samveldið. Á tann hátt fáa
bretar vissu fyri, at avslátt-
urin verður ikki skerdur
fyrr enn í fyrsta lagi ftan á
2013, men teir skulu eisini
fáa vissu fyri, at landbún-
aðarstuðulin verður endur-
skoðaður
tá.
Juncker
viðgekk, at hann hevur ikki
tær bestu vónirnar um sem-
ingsuppskotið.
Formaðurin í ES-nevnd-
ini, José Manuel Barroso,
hevur eftir øllum at døma
heldur
ikki
tær
bestu
vónirnar um toppfundin.
- Vit mugu vísa teimum
evropeisku borgarunum, at
teir kunnu hava álit á
skipanini. Megna vit ikki
tað, kemur samveldið í eina
varandi
kreppu,
segði
Baroso við tíðindamenn
fyrrakvøldið.
Tíð at hugsa
Í gjárkvøldið skuldu ríkis-
og stjórnarleiðararnir royna
at finna eina semju um,
hvat skal gerast við ta
ætlaðu grundlógina. Teir
seinastu dagarnar hevur
Jean-Claude Juncker roynt
at eggja hinum leiðarunum
til at halda fast um, at tey
einstøku
londini
skulu
halda fram við sínum góð-
kenningum,
sjálvt
um
fransmenn og niðurlend-
ingar hava sagt nei, men í
gjár segði hann seg ivast í,
at tað letur seg gera. Ein
orsøk kann vera, at sam-
bært
teimum
seinastu
meiningakanningunum er
mótstøðan ímóti grundlóg-
ini vaksin nógv ímillum
hansara egnu í Luksenburg.
Barroso
hevur
eisini
verið talsmaður fyri, at hini
londini eiga at taka støðu til
grundlógina uttan mun til
úrslitið í Fraklandi og Nið-
urlondum, men mikukvøld-
ið segði hann við franska
sjónvarpið France 3, at nú
ræður um at vera ansin.
-Tað rætta er helst, at fólk
fáa tíð til at hugsa seg um,
segði hann.
Danska stjórnin heldur
fyribils fast um, at fólka-
atkvøða verður um ES-
grundlógina tann 27. sep-
tember, men Anders Fogh
Rasmussen,
forsætisráð-
harri, hevur sagt, at tað er
treytað av, hvat kemur
burtur
úr
fundinum
í
Bruxelles. Tí danir skulu
vita, hvat teir atkvøða um,
sigur hann.
Kann enda í ruðuleika
ES-formaðurin Jean-Claude
Juncker hevði ætlað, at
samveldið skuldi taka stór
stig í hansara formanstíð,
men tað hendir neyvan