fríggjadagur 17. juni 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 - 17. juni 2005
17
- Bara stubbarnir standa eftir
- Vit ynskja ikki at
harta fólk. Men vit
biðja snøgt sagt bara
um hjálp frá fólki, so
sleppast kann undan
enn meiri herverki.
Nei, tað er ikki stutt-
ligt at vera vitni til
slíkt dag um dag, siga
Fríði Gregoriussen og
Haraldur Djurhuus,
sum hava sítt dagliga
starv í Viðarlundini í
Havn
NÁTTÚRAN
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Bárður
Viðalundin: - Nei, tað er
ikki so stuttligt at vera til
arbeiðis beint nú, tá slíkt
hendir ferð eftir ferð!
Tað er fyrrapartskaffi á
skránni í tí lítla húsinum í
Viðarlundini. Teir báðir
Fríði og Haraldur sita og
práta um tað, sum er hent
hesar seinastu dagarnar.
Tað er ikki bara positiv
tíðindi, teir báðir práta um.
Heldur hinvegin: Teir sein-
astu 14 dagarnar hevur Við-
arlundin verið fyri rættiliga
grovum herverki á trø og
annan vøkstur.
Hvønn einasta dag síggja
teir nýggj tekin um, at tað
eru fólk sum ikki til fulnar
kunnu gleðast um alt tað
vakra, sum finst í hesum
grøna blettinum miðskeiðis
í Havnini.
- Tú, sigur Haraldur. Har
uppi millum suðurbókatrø-
ini – tavejden, har standa
bert stumparnir eftir. Og so
vóru tað júst hesi trøini,
sum vóru um at koma fyri
seg beint nú.
Fríði hyggur bilsin at
starvsfelaganum. Hetta er
spildurnýtt fyri hann, og er
bara enn eitt dømi um ta
gongd, teir hava eygleitt í
seinastuni.
- Ja, so er tað hent beint
nú. Eg var haruppi í gjár, og
tá var einki at síggja, sigur
Fríði, ikki sørt ørkymlaður.
Kom niðan og vís mær!
Teir fara báðir niðan
hagar. Og har gongur sjón
fyri søgn: Fyri fáum árum
síðani vóru fleiri av hesum
trøunum fingin til vega all-
an vegin úr Suðuramerika.
Men í dag standa bert nøk-
ur fá teirra eftir, illa farin av
herverki, - og ikki til gleði
fyri nakran.
Men har var eisini meiri
at síggja: Í einum træi stóð
ein knívur framvegis og
fáar metrar hagani lá eitt
knívsblað!
- Og vit sum høvdu so
glett okkum at síggja øll
hesi trøini standa í fullum
blóma, siga teir báðir.
Øks, sag og knívar
- Eg haldi, at tað hevur
ongatíð verið so galið sum
beint nú. Serliga ringt hev-
ur tað verið seinastu tvær
vikurnar, sigur Haraldur.
Slík herverk koma líka-
sum í tveimum bylgjum.
Tey seinastu árini hava tað
serliga verið um várarnar,
tá kvøldini gerast longur,
og beint undan, tá skúlin
byrjar aftur um miðjan
august.
Tað sum kanska skakar
teir báðar mest er, at tað er
líkasum við beráddum huga,
at fólk fer inn og ger slíkt.
Tað er neyvan framt av
fólki, sum bara leypir inn og
ger hetta til stuttleika.
At tað veruliga er til-
tætlað at gera herverk sæst
best av tí mátanum, sum
herverkið verður framt. Tað
er rættiliga týðuligt, at
herverksmenninir hava góð
amboð: Teir hava bæði sag,
øks og knívar við sær inn í
viðarlundina, tá herverkið
skal fremjast.
Úrslitið av hesum "ar-
beiðinum" sæst aftur í av-
kvettum greinum, niður-
høgdum trøum og trø, sum
beinleiðis eru rykt upp við
rót. Slíkt krevur bæði am-
boð, styrki og eitt bevíst
ynski um at gera skaða á
onkran vøkstur.
- Vit vita sjálvandi ikki
hvør tað er, sum ger slíkt.
Men vit hava tó eina fatan
av, at hetta verður gjørt,
uttan at teir til fulnar skilja,
hvørji virði verða oyðiløgd
av hesum.
Dødsens
Saman við Haraldi og Fríða
kemur nú eisini skógfútin,
Tróndur Leivsson at vísa
okkum runt í viðarlundini.
Vit hava ikki gingið leingi
fyrrenn vit fáa eygu á enn
eitt feskt dømi um herverk,
sum er framt móti einum
seljurønntræi.
Hetta træ stendur mið-
skeiðis í viðarlundini, á
einum staði har Fríði við
einslistum hevur roynt at
skapa eitt hugnaligt pláss.
Á hesum staði er settur ein
bonkur og rundan um er
lagaður ein garður.
Her stendur hetta træið,
sum telist millum tey elstu í
viðarlundini. Fyri stuttum
var tað eitt vala træ. Nú er
tað ávegis móti trædeyð-
anum.
Onkur hevur nevniliga
skorið ein stóran part av
børkini burtur allan vegin
runt, og fyri eitt slíkt træ er
hetta tað sama sum at skera
hol á pulsæðrina.
- Eftir bókini er hetta
træið dødsens, sigur Fríði
harmur á málinum.
Tilvitað
Sum longu nevnt ynskja
teir tríggir starvsmenninir í
viðarlundini ikki at klikkja
niður á nakran. Teirra ynski
er heldur at fáa fólk at
gerast tilvitað um týdningin
og vakurleikan í eini slíkari
viðarlund.
Tað týdningarmesta er, at
fólk hava eyguni við sær, tá
tey ganga í viðarlundini.
Síggja tey okkurt óvanligt,
so hevði verið gott, um tey
boðaðu Skógrøktini frá
beinanvegin.
- Vit síggja tíverri ein
tendens at fólk ikki vilja
blanda seg longur í tað, sum
onnur takast við. Hetta er
sera óheppið fyri okkum,
men vit ynskja kortini at
heita á fólk um at hjálpa
okkum.
Teir heita eisini á foreldur
um at halda eygu við, hvørji
amboð børnini draga út úr
húsinum. Fara børn út úr
húsinum við bæði sag, øks
og knívum, so eigur onkur
alarmklokka at ringja.
- Tað týdningarmesta er
kortini tað, at fáa sagt við
børnini, at tey eru hjarta-
liga vælkomin higar í við-
arlundina. Men at tey so
ikki gera skaða á nakað av
tí, sum er her.
- Á henda hátt kundu tey
vera við til at gera børnini
meiri tilvitað um tað ar-
beiðið sum vit leggja so
nógva orku í at varðveita.
Soleiðis kunnu vit øll gera
okkara til at varðveita
henda vakra blettin í býn-
um, siga teir tríggir.
Steinaðu
svanapar
At tað loysir seg at tosa
við børnini um tað vakra í
náttúruni, er henda søgan
eitt gott dømi um.
Herfyri vóru nakrir
dreingir um 11-12 ára
aldur sæddir, meðan teir
vóru í ferð við at fremja
herverk
móti
einum
svanapari, sum hevði egg
í reiðrinum um hetta
mundið.
Teir høvdu gjørt herverk
á ein verjugarð omanfyri
reiðrið, og høvdu haraftr-
at steinað eftir svanapar-
inum. Í roynd og veru var
her talan um sera grovt
herverk, men teir vistu
ikki at tað var so, - ikki
fyrrenn teir fingu tað
forklárað.
Teir søgdu, at teir høvdu
ikki hugsað um, at teir á
henda hátt kundu vera
svanunum at meini. Men
tá teir fingu fylgjurnar av
gerðum sínum at vita,
góvust teir við hesum
beinanvegin.
- Eg havi ofta heilsað
uppá teir síðani her í
viðarlundini, so teir vita í
øllum førum, hvussu ein
skal bera seg at her, sigur
Tróndur Leivsson.
Fríði Gregoriussen (vm.) og Haraldur Djurhuus eygleiða við sorg í sinni tað herverkið sum er gjørt á eitt av teimum elstu
trøunum í viðarlundini. Skaðin á hetta seljurønnatræið er so umfatandi at tað í veruleikanum er dømt til deyða
Fríði Gregoriussen harmast um
herverkið, sum er gjørt móti suður-
bókatrøunum. Á sama staði funnu
teir bæði knív og knívsblað og
brotnar fløskur. – Slíkt er harmiligt
at síggja, sigur hann