Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juni 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 • fríggjadagur • 17. juni 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Føroyar fara fimm fet fram Á nýggja styrkislist- anum hjá FIFA hevur føroyska fótbólts- landsliðið gjørt rætti- ligt skarvslop, eftir at tað leingi bara hevur gingið skeiva vegin FIFA STYRKISLISTIN Jóannes Hansen Føroyar hava gjørt rættuligt skarvslop á FIFA styrkis- listanum. Fyri mánað síð- ani vóru Føroyar á 133. plássinum. Á listanum, sum varð kunngjørdur í fyrradagin, eru Føroyar nummar 128. Føroyar hava 365 stig ella seks fleiri enn fyri einum mánað síðani. Stóra hálið ber við sær, at Føroyar hava lopið um bukk upp um Etiopia, Pal- estina, Taiti og Mosambikk. Føroyar eru eitt pláss og tvey stig aftanfyri Liberia, sum hevur mist ellivu stig. Útrokningarhátturin hjá FIFA er grundaður á vunn- ar dystir, javnleikir og tap. Tað valdast eisini um, um talan er um HM ella EM undankappingardystir ella um vinardystir, og tað vald- ast eisini um málmun og hvussu stinn mótstøðuliðini hava verið. Í ár hava Føroyar spælt tveir landsdystir, og 3-1 tapið á Svangaskarði ímóti Sveis og 2-0 tapið á Tórs- vølli ímóti Írlandi munnu ivaleyst hava verið roknað sum hampuliga góð úrslit. Trý tey ovastu á listanum eru framvegis Brasil, Kekkia og Argentina. Hol- land hevur tikið fjórða plássið frá Fraklandi, sum nú er nummar fimm. Á næstu plássunum er røðin tann sama, sum hon var fyri einum mánað síðani: Meksiko, England, Portu- gal, Spania og USA. Italia er nummar ellivu, og Svø- ríki hevur lætt sær eitt pláss á og er nú sum besta norð- urlandið á tólvta plássi. Írland er hægst styrkis- metta landið í HM undan- kappingarbólki fýra. Teir eru á fimtanda plássi. Dan- mark er flutt trý pláss fram og er nú nummar sekstan. Næsta summar verður Týskland vertur fyri HM endaspælinum. FIFA styrk- islistin boðar ikki frá, at tað skal gangast eins væl hjá Týsklandi í 2006, sum tað gjørdi, tá ið Vesturtýskland í 1974 var vertur fyri HM endaspælinum. Ta ferðina vann Vesturtýskland HM. Nú hevur FIFA roknað seg til, at Týskland eigur 21. stinnasta landsliðið. Tað er tvey pláss lægri enn fyri einum mánað síðani. Men ivaleyst munnu týskarar, sum ikki hava møguleika at vinna stig í HM undan- kappingini, at lyfta seg nærri toppinum, áðrenn teir fara at taka ímóti hinum tjóðunum, sum skulu lut- taka í HM endaspælinum. Finnland er nummar 40 (- 3), Sveis nummar 42 (+3), Ísrael nummar 47 (+3), Ísland nummar 90 (+7), og Kypros, sum Føroyar skulu spæla ímóti á heimavølli 17. august, eru styrkismett- ar sum nummar 109 ella nítjan pláss frammanfyri Føroyar. Føroyar fóru fimm pláss upp á FIFA-styrkislistanum í juni mánaði og eru nú á 128. plássinum v t mál- dystirv - j - t mál mál munur stig 1 HB 12 8 - 1 - 3 32 14 18 25 2 Skála 13 6 - 5 - 2 27 15 12 23 3 B36 11 6 - 4 - 1 16 5 11 22 4 NSÍ 12 5 - 4 - 3 18 14 4 19 5 EB/Streymur 12 4 - 4 - 4 12 19 -7 16 6 KÍ 13 4 - 2 - 7 20 21 -1 14 7 GÍ 12 4 - 1 - 7 17 21 -4 13 8 ÍF 12 3 - 4 - 5 14 26 -12 13 9 TB 12 3 - 3 - 6 12 20 -8 12 10 VB 11 2 - 2 - 7 6 19 -13 8 Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Brøndby (S) 32 19 - 9 - 4 59 23 36 66 2 FCK (M) 32 16 - 8 - 8 52 38 14 56 3 FCM 32 16 - 6 - 10 45 39 6 54 4 AaB 32 15 - 8 - 9 58 41 17 53 5 Esbjerg 32 13 - 9 - 10 59 45 14 48 6 Viborg 32 13 - 9 - 10 41 42 -1 48 7 OB 32 12 - 9 - 11 58 41 17 45 8 Silkeborg 32 12 - 8 - 12 47 50 -3 44 9 AGF 32 11 - 6 - 15 47 50 -3 39 10 FC Nordsj. 32 8 - 6 - 18 36 57 -21 30 11 Herfølge 32 6 - 6 - 20 28 70 -42 24 12 Randers FC 32 5 - 8 - 19 28 62 -34 23 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK)