Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juni 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 - 17. juni 2005 19 Eftir at teir síðstu løt- una undan steðginum tóktust hava fingið høvdið fyri seg, vórðu klaksvíkingarnir í 2. hálvleiki eirindarleyst klæddir av inn at skinninum SKÁLA-KÍ Jóannes Hansen Tað var dýrdarveður á Skála mikukvøldið. Trúgvu KÍ áskoðararnir fingu harvið góða útferð burturúr. Fót- bóltsliga mundi tað vera so sum so við vónunum undan uppgerðini ímóti skilagóða og væl skipaða Skála. Eftir tvær ferðir trý korter var skjótt at staðfesta, at tað stendur heilt illa til við fótbóltinum í Klaksvík. Eftir ikki serliga sann- førandi avrik í 1. hálvleiki setti Skála eftir steðgin sjuntin eitt sindur longri upp. Ferðin gjørdist harvið hægri, og so myndaðist tað soleiðis, at illa skipaðu gest- irnir royndu at renna aftaná heimamonnunum, sum fluttu seg væl, lótu bóltin gera arbeiðið, skoraðu trý mál og høvdu møguleikar at gera í hvussu so er trý ella kanska fimm mál afturat. Nenad Stankovic og Pauli G. Hansen vóru drív- megin á miðvøllinum. Undan steðginum vóru teir ikki so sentralir, tí Skála verjan sparkaði ov nógv og spældi ov lítið. Eftir steðgin fingu teir báðir bóltin í føturnar. Teir dugdu væl at temja og varðveita bóltin og at snara sær á og spæla ella beinanvegin at snitta til viðspælararnar. Í borðun- um bjóðaðu Hanus Thor- leifsson og Bjarni Jørgen- sen sær til, og Pætur Dam Jacobsen, sum hesa ferð var vongverji í høgru og Iulian Florescu, sum var vong- verji í vinstru, luttóku eisini í framrættaða partinum. Í miðverjuni kom tað mest sum ikki fyri, at Rúni Ras- musssen og Milic Curcic høvdu kvalir av lítið vandamikla Ova Nysted. Jónhard Frederiksberg og serliga Bogi Gregersen vóru væl trimmaðir og ágangandi ímóti so langt í frá eins sannførandi KÍ. Skála vísti beinanvegin tenn, og tað tóktist bara vera spurningur um tíð, nær teir skulsu fáa hol á. Tað fingu teir, tá ið fyrra umfarið var hálvrunn- ið. Diagonala sendingin frá Iuliani Florescu yvir 60 metrar til Boga Gregersen, sum í høgru rann frá verjuni og úr eitt sindur spískum sendi dygst inn við handara stólpanum, var góð. Men so skal eisini leggjast afturat, at verjuparturin hjá KÍ í hesum førinum var piltaliðsfótbólti líkur. Seinna partin av fyrra umfarinum var ferðin ikki serliga høg. KÍ menti seg, og hóast talan ikki var um, at teir høvdu tak á spælin- um, so vóru teir einar tvær ferðir tætt við, hóast Skála á ongan hátt kundi sigast at vera undir trýsti. Heðin á Lakjuni og Hjalgrím Elttør arbeiddu ógvuliga nógv, og á miðvøllinum royndu Høgni Madsen, Tórður Ler- vig, sum fyri fyrstu ferð var ímillum teir fyrstu ellivu, og Arnhold Joensen, meðan Atli Danielsen var settur at tetta í miðverjuni. Spældir niður og norður Eftir steðgin spældi Skála KÍ niður og norður. Bóltur- in varð fluttur millum spæl- ararnar og breitt og djúpt við størri og minni ferð, og klaksvíkingarnir tóktust heilt ráðaleysir. Skálamenn vunnu mest sum allar nær- dystirnar, og teir vóru fyrstir á returbóltunum. Skála økti til 2-0, tá ið seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt. Aftur var tað Bogi Gregersen, sum var meistari fyri málinum, tá ið hann rann fram og stútaði frísparksinnlegg úr høgru í kassan, og aftur áttu klaksvíkingar sín stóra lut í málinum. Sum so mangan so mistu teir í uppspælin- um. Jónhard varð sendur avstað í høgru, og dygst áðrenn hann fór um brots- teigarmarkið, varð hann togaður niður. Leingi sá tað út sum um, at sigurin bara skuldi verða tvey mál, hóast Skála hevði fleiri møguleikar. Munurin á væl upplagda toppliðnum og ráðaleysa kreppuliðnum gjørdist støðugt eyðsýndari, og síðstu løtuna varð mál- munurin øktur til 4-0. Inn- skifti Arnhold Berg, sum lítla løtu frammanundan hevði mist bóltin soleiðis at vandastøða stóðst framman- fyri málið hjá Vlada Filipo- vic, átti síðsta fótin á 3-0 málinum eftir horna úr høgru. Bogi Gregersen staðfesti, at tað var hann, sum var dagsins maður, tá ið hann - eftir at klaksvíkingar enn eina ferð høvdu mist á mið- vøllinum - fekk bóltin stun- gnan fram ímillum og púra kaldur lyfti upp um Karstin Joensen, sum var komin út úr málinum. Skálafólk høvdu onga or- søk at skunda sær av vøllin- um í dýrdarveðrinum. Tey vóru nøgd við avrikið og serliga úrslitið. Hjá klaks- víkingunum er støðan heilt øðrvísi. Avrikið á Skála boðaði ikki frá, at KÍ í løtuni er ført at gera nakað sum helst við nakað lið í bestu deildini. Har er stutt sagt neyðugt at fara undir bjarg- ingarroynd, um tað ikki skal enda heilt galið. FCK á silvur kós Mikukvøldið varð staðfest, at Herfølge saman við Randers skal niður í næst bestu donsku deildina at spæla Stóri dysturin í donsk- um fótbólti mikukvøld- ið, var tann í Aalborg, har Aab framman fyri stórari og í góðveðr- inum væl upplagdari áskoðarafjøld hevði vitjan av FCK. Fyri FCK ráddi um at varveita næst fremsta plássið, og har við at- gongumerkið til altjóða fótbólt, og tað eydnað- ist. Dysturin endaði 1-1, og tá so FCM, sum er hitt liðið, ið er við í kappingini um silvur- krónurnar, spældi mál- leysan javnleik í Es- bjerg, so liggur tað nú væl fyri hjá FCK, sum í síðsta umfarinum sunnudagin skal spæla á heimavølli í Parkini móti longu niðurflutta Herfølge. Zuma legði í øðrum hálvleiki FCK framum, men eftir at Allan Gaarde eitt korter undan leikloki hevði javnað fyri AaB, hevði heima- liðið fleiri heilt upp- lagdar málmøguleikar at skora sigursmálið. Tað gjørdu teir ikki, og har- við glapp møguleikin hjá AaB at vinna silvur teimum av hondum. Eisini í Århus var áskoðarafjøldin stór, men tey sóu ikki heima- liðið vinna sigurin á nýkosna meistaraliðn- um, soleiðis, sum tey høvdu vónað. Fleiri eykaspælarar vóru á Brøndby-liðnum, sum kortini vann 2-1. Í Herfølge noyddust fáu heimaáskoðararnir at staðfesta, at í hesum umfarinum er skeiðið hjá Herfølge runnið í bestu deildini. OB, sum ikki hevur havt sítt besta kappingarár, vann 3-2. -jh Skála-KÍ 4-0 (1-0): Skála flongdi klaksvíkingar Skála-KÍ 4-0 (1-0) 1-0: Bogi Gregersen 22. 2-0: Bogi Gregersen 55. 3-0: Arnhold Berg 83. 4-0: Bogi Gregersen 90. Dómari: Páll Augustinussen Skála: Vlada Filipovic - Pætur Dam Jacobsen, Rúni Rasmussen, Milic Curcic, Iulian Florescu (Arnhold Berg, 67.) - Bjarni Jørgensen, Nenad Stankovic, Pauli G. Hansen (Bárður Danielsen, 85.), Hanus Thorleifsson (Sveinur Justinussen, 85.) - Bogi Gregersen, Jónhard Frederiksberg Gult kort: Iulian Florescu, Milic Curcic KÍ: Karstin Joensen - Leon Bjartalíð (John Hamm- er, 70.), Atli Danielsen, Niclas Niclasen, Kristoffur Jacobsen - Arnhold Joensen, Høgni Madsen, Tórð- ur Lervig - Hjalgrím Elttør, Ovi Nysted (Ari Sam- son, 75.), Heðin á Lakjuni Gult kort: einki FAKTA UM DYSTIN Klaksvíkingar vórðu spældir niður og norð, tá teir mikukvøldið vitjaðu á Skála Mynd: Álvur Haraldsen