Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juni 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 113 - 17. juni 2005 Startrøðin í Hósvík 5-mannafør, dreingir 1 Tjaldrið 2 Drekin 3 Fípan Fagra 4 Ritan 5 Sílið 6 Blikur 7 Tekla 6-mannafør, kvinnur 1 Gongurólvur 2 Páll Fangi 3 Riddarin 4 Jarnbardur 5 Lómur 6 Sólmundur 5-mannafør, gentur 1 Blikur 2 Tjaldrið 3 Drekin 4 Tekla 5 Erla Kongsdóttir 6-mannafør, menn 1 Hósvíkingur 2 Lómur 3 Strálan 4 Sundabáturin 5 Jarnbardur 6 Gongurólvur 7 Sólmundur 8 Páll Fangi 9 Víkingur 10 Stjørnan 11 Fuglfirðingur 8-mannafør 1 Knørrur 2 Ørvur 3 Kvívíkingur 4 Nevið Reyða 5 Argjabáturin 6 Árnfirðingur 10-mannafør 1 Skálabáturin 2 Vágbingur 3 Eysturoyingur 4 Nólsoyingur 5 Hoyvíkingur 6 Havnarbáturin Barnaróður, gentur 1 Tarvurin 2 Royndin Fríða 3 Drekin 4 Tekla 5 Ørnin 6 Havfrúgvin 7 Dúgvan 8 Hvassi 9 Sílið 10 Ritan 11 Strípan Barnaróður, dreingir 1 Kollur 2 Ritan 3 Jomfrúgvin 4 Havfrúgvin 5 Royndin Fríða 6 Fípan Fagra 7 Tarvurin 8 Falkur 9 Dúgvan 58 bátar eru teknaðir til FM-róðurin á sundalags- stevnuni. Eftir at fyrsti róðurin nú er farin aftur um bak, er startrøðin sett eftir, hvussu bátarnir stóðu seg seinast, og tað gevur so hesa startrøð Bogi dusaði sær Venjarin heldur av- rikið í fyrra umfarin- um var góðkent, og at seinna umfarið var góð staðfesting av, hvussu støðan í fót- bóltinum er í stolta fótbóltsfelagnum KÍ Jóannes Hansen Oddbjørn Joensen hevur verið venjari í barndómsfel- agnum í seks vikur. Úrslitini hava verið so sum so. Eftir tap á heimavølli ímóti EB/Streymi, komu seks stig til høldar ímóti ÍF og TB. Síðani hevur gingið av skriðuni. KÍ hevur tapt á Eiði og á heimavølli ímóti GÍ, og mikukvøldið var aft- ur galið, tá ið KÍ var á Skála. - Eg havi lagt dent á, at vit skulu spæla og ikki sparka fótbólt. Tað kann gott vera, at úrslitini høvdu verið eitt vet betri, um vit høvdu havt lagt størri dent á verjuspælið og ikki farið fram á vøllin. Men eg haldi ikki, at tað hevði verið serliga mennandi. Oddbjørn Joensen heldur tað vera púra burturvið, um tað verður droymt um, at KÍ undir verandi umstøð- um skal vera við í topp- stríðnum. Hann vil ikki gera so nógvar ítøkiligar viðmerkingar. Í gjárkvøldið skuldi fun dur vera í Klaksvík, har hættisliga støðan skuldi viðgerast. - Í 1. hálvleiki var eg nøgdur við avrikið. Okkara hildu seg til tað, sum vit høvdu avrátt. Í 2. hálvleiki, tá ið ferðin bleiv eitt sindur hægri, datt alt sundur. Okk- ara royndu at renna og stríð- ast, tá ið teir høvdu bóltin. Tá ið vit so endiliga fingu bóltin, gloymdu spælararnir at flyta seg fyri bólthaldaranum, sum harvið beinanvegin kom í tronga. Tað var langt frá nóg gott, heldur Oddbjørn Joensen. Skeiv samanseting Klaksvíkingar høvdu ein 16 ára gamlan millum teir fyrstu ellivu, og ein annar ungur maður royndi seg fyri fyrstu ferð ímillum teir fyrstu ellivu. Fleiri av teim- um, sum áttu at verið rokn- aðir millum stuðulsspælar- arnar, tóktust ógvuliga tungir og ikki í venjingar- støðuni, sum tað eigur at verða roknað við, at spæl- arar í bestu deildini skulu vera í. - Vit høvdu tríggjar 16 ára gamlar og tveir seytjan ára gamlar á beinkinum. Skála setti tríggjar spælarar við 1. liðs royndum á vøll- in í 2. hálvleiki. Tað sigur nógv um, hvussu støðan er í fólkagrundarlagnum í KÍ, heldur venjarin. Um tríggjar vikur kemur danskur verjuspælari og miðvallari til Klaksvíkar. Tað er neyðugt við meiri fólki, og Oddbjørn sigur seg fegnan vilja hava veter- anarnar, sum fyri stuttum eru givnir, at hjálpa til. - Jan Andreasen, sum var leikbannaður, saknaðu vit hesa ferð. Hann hevur verið stak óførur, síðani eg kom til KÍ. Fyri KÍ hevði tað havt stóran týdning, um t. d. Jan Joensen, Harley Bertholdsen og Allan Joen- sen høvdu hjálpt til. Ungir spælarar eiga at venja seg so spakuliga at spæla í 1. deild. Sum støðan er í løtuni, so eru teir noyddir at taka høvuðsleiklutir á seg, og tað er ikki rætt. Men tað hevur verið neyðugt, stað- festir KÍ venjarin. Skála spælararnir fingu framúr byrjan upp á strævnastu fót- bóltsvikuna, sum fel- agið higartil hevur verið í SKÁLA Jóannes Hansen Tað er nógv á skránni í fót- bóltinum á Skála. Miku- kvøldið spældu teir ímóti KÍ. Í gjárkvøldið skuldu teir venja á grasinum á Svangaskarði. Í kvøld hava teir frí, og í annaðkvøld klokkan seks skulu teir spæla Intertoto. Miku- kvøldið skulu teir spæla ímóti HB í Gundadali, og hósdagin skulu teir til Finnlands, har teir leygar- dagin skulu spæla Intertoto. - Jú, tað er nógv á skránni, men tað hava vit einki ímóti. Serliga huga- ligt kennist tað, tá ið tað gongur so væl, sum tað gjørdi ímóti KÍ. Í 1. hálv- leiki var tað eitt sindur strevið, men eftir steðgin fingu vit nógv pláss. Um tað vóru teir, sum fóru niður við nakkanum, ella um tað vóru vit, sum vóru orsøkin til tað, kann altíð diskuterast. Men vit settu ferðina upp, og tað bar pláss við sær, sigur Bogi Gregersen, sum við trimum málum gjørdist stóri mað- urin í góðveðrinum á Skála. Tá ið Sosialurin hevði hann í telefonini fyrrapart- in í gjár, var hann í holtur við at klæða eini hús á Skála. - Jú. Fleiri hava steðgað á og tosað um fótbólt. Eg dugi ikki at minnast, at eg í bestu deildini havi skorað tríggjar ferðir í landskapp- ingardysti, men eg fekk sera góða hjálp frá liðfeløg- unum. Talan var um liðav- rik, heldur Bogi Gregersen. Hvussu var hesin dyst- urin sammett við tann, sum endaði málleysur í Fugla- firði? - Ta ferðina kendu vit tað strævnari. Fuglfirðingar vóru sera tilvitaðir um, at vit ikki skuldu fáa mál, og møguleikarnir vóru ikki so nógvir, sum teir vóru ímóti KÍ. Millum teir fyrstu ellivu hjá Skála vóru fýra av Strondum og Skála - Hanus Thorleifsson, Pauli G. Hansen, Jónhard Freder- iksberg og Bogi Gregersen. Ein var úr Runavík, tveir úr Havnini og so var útlend- ingakvotan upp á fýra nýtt til fulnar. - Vit hugsa ikki so nógv um, um spælararnir eru ættaðir av Strondum ella Skála ella onkra heilt aðra staðni frá. Vit eru stak væl allir samlir, vit hava góðan venjara, og tað er hugaligt, tá ið tað gongst væl, stað- festir Bogi Gregersen. Iulian Florescu tiltuskaði sær steinbýtt gult kort. Hetta var fimta kortið hjá honum, og tað ber við sær, at hann verður leikbannað- ur ímóti HB. Fimti útlend- ingurin, Janel, kundi ikki koma inn, tí fýra aðrir útlendingar vóru á vøllin- um. Kanska hann nú eigur tørn at spæla. Allir til pumpurnar í Klaksvík Bogi Gregersen sigur seg ikki minnast, at hann hevur skorað tríggjar ferðir í sama lands- kappingardysti í fremstu deildini. Men hann leggur samstundis dent á, at talan var um liðavrik Mynd: Álvur Haraldsen