Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juni 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 114 - 18. juni 2005 Landsstýrið: Fylgir Noregi og Íslandi og hækk- ar sildakvotuna - Føroyska kvotu- hækkingin fylgir norsku og íslendsku hækkingunum, tó so- leiðis, at lagt verður upp fyri, at føroying- ar í upprunaligu strandalandaavtaluni hava rindað fyri atgongd at fiska sild í norskum sjógvi, sigur Bjørn Kalsø, lands- stýrismaður NORÐHAVSSILD Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Landsstýrismaðurin í fiski- vinnumálum, Bjørn Kalsø, hevur í vikuni gjørt av at hækka føroysku kvotuna av norðhavssild úr umleið 48.000 tonsum upp í 68.000 tons. Í 1996 gjørdu stranda- londini, ES, Føroyar, Ís- land, Noreg og Russland, avtalu um býtið av norð- havssild, og eftir hesi avtalu fingu Føroyar tillutað 5,46% av samlaðu sildakvotuni. Avtalan varð endurnýggjað á hvørjum ári til og við 2002 – og bæði í 2003 og í 2004 hildu strandalondini seg til býtið í avtaluni frá 1996. Fylgja grannunum Bjørn Kalsø vísir á, at ICES hevur mælt til eina samlaða kvotu (TAC) fyri 2005 upp á 890.000 tons. - Í februar boðaði norska fiskimálaráðið frá, at Noreg hevði tillutað sær 578.500 tons av samlaðu kvotuni fyri 2005. Hetta svarar til 65% av samlaðu kvotuni, hóast Noreg eftir avtaluni frá 1996 fekk tillutað 57%. Hetta merkir, at Noreg hevur hækkað sín part av sildakvotuni við 14%. Seinni hevur eisini Ísland boðað frá, at teirra silda- kvota er hækkað samsvar- andi norsku hækkingini. Landsstýrismaðurin sig- ur, at hann byggir sína av- gerð á somu hækkingarnar, sum norðmenn og íslend- ingar hava tillutað sær. - Tó soleiðis, at lagt verð- ur upp fyri, at føroyingar í upprunaligu strandalanda- avtaluni hava rindað fyri at- gongd at fiska sild í norsk- um sjógvi, sigur hann. Býtið av sildini Føroyska kvotan á 68.000 tons verður býtt soleiðis, at 59.541 tons fara til nóta- skipini, meðan 5.000 tons verða tillutað ídnaðarskip- unum sum felagskvota. Restin av hækkingini - ella 3.459 tons – verður eftir- hildin til seinni útlutan. - Broytingar kunnu verða gjørdar í hesum býti, um tað stendur á at fiska alla kvotuna, eins og eg leggi dent á, at kvotuásetingin og býtið millum skipabólkar- nar ikki skapar fordømi frameftir. Bjørn Kalsø vísir á, at støðan í 2005 er serstøk, tí eingin avtala er millum strandalondini um norð- havssildina. Hann sigur seg vóna, at tað í 2006 fer at eydnast londunum at gera eina avtalu um sildafiskiskapin. - Tí eigur henda avgerð um kvotu og býti millum bólkarnar ikki at skapa fordømi, sigur landsstýris- maðurin, sum eisini hevur avgjørt at tilluta ídnaðar-og nótaskipum 1.200 tons av sild í Norðsjónum. Hetta er sild, sum Føroyar hava fingið í fiskiveiðiavtaluni við ES og Noreg. - Eg havi tikið hetta stigið fyri at økja um okkara møguleikar at fiska ásettu sildakvot- una, men eg havi samstundis lagt dent á, at hetta ikki skal skapa nakað fordømi, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður ÍDNAÐARSKIPINI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í fráboðanin hjá lands- stýrismanninum í fiski- vinnumálum, nú hann hev- ur avgjørt at hækka før- oysku kvotuna av norð- havssild, sleppa ídnaðar- skipini nú eisini upp í part. Tey sleppa nevniliga at fiska 5.000 tons av tilsam- ans 68.000 tonsum, sum verður felagskvota hjá hes- um skipum. Millum nótamenn hava ídnaðarskipini verið "svarti seyðurin", síðan hesi skip vórðu keypt út av grunnin- um fyri fleiri árum síðan. Teir, sum eiga ídnaðarskip- ini, hava hinvegin ført fram, at eingin orsøk er, at før- oysk kvota liggur ófiskað, tá ið árið er úti. Tí hava teir afturvendandi havt ynski um at fáa ein part av teim- um kvotum, sum landsstýr- ið ræður yvir. Bjørn Kalsø vísir á, at hann hevur tillutað ídnaðar- skipum kvotu av norðhavs- sildini fyri at økja um møguleikarnar fyri, at før- oyska kvotan verður fiskað. - Tað er ikki soleiðis, at nótaskipini hava mist nakað. Her er einki broytt, men tillutaða kvotan hjá ídnaðarskipum er komin aftrat kvotuni, sum var frammanundan. Ikki fordømi Landsstýrismaðurin leggur dent á, at býtið av norð- havssildini, nú eingin semja er millum standalondini, ikki skal skapa nakað for- dømi, tí óvist er, hvussu stór samlaða kvotan verður framyvir. - Vit vóna, at semja fæst millum strandalondini um samlaðu kvotuna av norð- havssild – og býtið av henni, sigur Bjørn Kalsø, sum í vikuni avgjørdi at fylgja norðmonnum og ís- lendingum og hækka før- oysku kvotuna samsvarandi hækkingini hjá grannunum fyri eystan og vestan. Ídnaðarskipini fáa nú part av norðhavssildini Ídnaðarskipini sleppa nú eisini at fiska norðhavssild Skjót avgerð um fiskidagar Fiskirannsóknarstova n mælir til, at fiski- dagarnir hjá línuskip- um, útróðrarbátum við línu og snellu og lemmatrolarum við maskinorku undir 500 hk verða skerdir við 30% komandi fiskiár FISKIDAGAR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fiskirannsóknarstovan hev- ur nú latið landsstýris- manninum í fiskivinnu- málum, Bjørn Kalsø, sítt tilmæli um fiskidagar fyri komandi fiskiár. Um toska-, hýsu-og upsaveiðina fyri fiskiárið, 2005/2006, hevur Fiski- rannsóknarstovan í høvuðs- heitum hesi tilmæli: 1. At fiskidagatalið hjá línuskipum, útróðarbátum við línu og snellu og lemmatrolarum við mask- inorku undir 500 hk (Bólk- ur 3, 4 og 5) verður minkað við 30% og í fiskiárinum 2006/2007 við øðrum 10%. 2. At serliga toska-og hýsukvotan hjá lemmatrol- arum yvir 500 hk (Bólkur 1) verður tikin av. 3. At fiskidagatalið hjá partrolarum (Bólkur 2) í fiskiárinum 2005/2006 verður minkað við 15% og í fiskiárinum 2006/2007 við øðrum 10 %. 4. At dagatalið á Før- oyabanka verður minkað niður á árliga støðið í 1996- 2002. 5. At serligu gýtingar- friðingarnar fyri tosk á landgrunninum, tosk á Før- oyabanka og upsa undir Føroyum eiga at halda fram. Um eina slaka viku kemur skipanarnevndin við sínum tilmæli um fiski- dagar fyri komandi fiskiár. Skjót avgerð Bjørn Kalsø, landsstýris- maður í fiskivinnumálum, hevur heft seg við, at Fiski- rannsóknarstovan hesaferð ikki mælir til skerjingar yvir ein "kamb", sum hon hevur gjørt undanfarin ár, men mælir til ymiskar skerjingar hjá ymisku skipabólkunum. Spurdur, um hann fer at fylgja tilráðingunum hjá Fiskirannsóknarstovuni, sigur landsstýrismaðurin, at tað dugir hann einki at siga um í løtuni. - Um nakrar dagar fái eg tilmælið hjá fiskidaga- nevndini, og tá fari eg at meta um støðuna. Landsstýrismaðurin sig- ur, at um Fiskirannsóknar- stovan heldur, at trýstið á fiskastovnarnar er ymiskt – hjá ymisku skipabólkun- um, eigur stovnurin sjálv- andi at gera vart við tað. Hinvegin var vinnan við til at gera fiskidagaskipanina, og tí kann tað skapa trupul- leikar, um møguligar skerj- ingar verða ymiskar – frá einum skipabólki til annan. - Men, leggur hann aftrat, at semja er kanska ikki millum skipabólkarnar kortini. Bjørn Kalsø vísir á, at hann hevur havt ein 3- mannabólk sitandi, sum hevur hugt at veiðitrýst- inum. - Metingin hjá bólkinum er, at veiðitrýstið er økt, hóast veiðiloyvini eru færri, men økingin er eftir øllum at døma ikki so ógvuslig. Landsstýrismaðurin sig- ur, at hann fer at hava øll hesi viðurskifti í huga sam- an við teimum veruleikum, sum eru, tá ið hann fer at áseta fiskidagatalið fyri komandi fiskiár. - Eg havi ætlað mær at tikið eina rímiliga skjóta avgerð um fiskidagarnar, sigur Bjørn Kalsø, lands- stýrismaður í fiskivinnu- málum. Fiskirannsóknarstovan mælir til ymiskar skerjingar fyri ymiskar skipabólkar