Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juni 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 18. juni 2005 7 Gott at føroysk vinnulívsfólk seta virki á stovn uttanlands – Vit eiga at fylgja gongdini við tí fiski, sum fer óvirkaður av landinum, sigur Bjørn Kalsø, lands- stýrismaður í fiski- vinnumálum FISKIVINNA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg haldi at tað er bara gott, at føroysk vinnulívs- fólk gera íløgur uttanlands. Bjørn Kalsø, landsstýris- maður í fiskivinnumálum, dugir ikki at síggja nakað skeivt í, at føroysk vinnulív seta virki á stovn uttan- lands. – Hetta er ein partur av alheimsgerðini. Heimurin verður minni og minni og føroyskt vinnulív hevur kanska gjørt ov lítið at at seta virki á stovn uttan- lands, sigur landsstýris- maðurin. Tað eru teir politikarar, sum halda, at eitt er at gera íløgur uttanlands, men eitt heilt annað er, at landsins náttúrutilfeingið eiga vit ikki at lata fara óvirkað av landinum. Bjørn Kalsø skilir hetta sjónarmið og tí sigur hann eisini, at ætlanin er at fylgja við gongdini fyri at vita, hvussu nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum. Fiskapakkin skuldi hjálpt At so nógvur óvirkaður fiskur fer av landinum, hevur leingi verið ein pol- itiskur trupulleiki. Og nú hevur Løgtingið so samtykt fiskapakkan og í fyrsta umfari setir lands- stýrismaðurin sítt álit á hann. – Lógin er lýst og kunn- gerðir í sambandi við lóg- ina verða lýstar í næstum og tí kemur hann at virka í næstum. Bjørn Kalsø sigur, at eitt endamál við fiskapakkan- um er at tálma útflutningin- um av óvirkaðum fiski. Tað verður gjørt við at banna óveruligum sølum, ella proformasølum, sum tað verður nevnt. – Ein stórur trupulleiki hevur verið, at nógvur fisk- ur verður seldur óvirkaður uttanlands uttanum skipan- ina og virkini hava tí ongan møguleika havt at bjóða uppá hann. Við Fiskapakkanum verður roynt at byrgja upp fyri hesum óveruligu søl- unum og samstundis verður roynt at tryggja, at virkini fáa høvi til at bjóða upp á allan fisk. – So fáa vit at síggja, hvussu tað eydnast og í hvussu stóran mun hetta fer at tálma útflutninginum av óvirkaðum fiski. Hann vísir eisini á, at fiskapakkin er gjødur í samráð við vinnuna. Sjálvur vildi hann, at reglarnar í fiskapakkanum vóru strangari, men hetta var so tað, sum semja fekst um. – Vísir hetta seg ikki at vera nóg mikið, hava vit framvegis møguleika at tátta í. Føroysku virkini hava sagt, at verða tær óveruligu sølurnar steðgað- ar, verða tey eisini kapping- arfør. – Størsti trupulleikin hevur verið, at kappingin hevur ikki verið verulig og tí eru føroysku virkini ikki sloppin framat at bjóða uppá fiskin. Arbeiðsloysi skapar misnøgd Bjørn Kalsø sigur, at tað hevur ongantíð verið ætlan- in at fiskatilfeingið undir Føroyum skal flytast óvirk- að av landinum. Men hann væntar ikki, at nýggja, føroyska virkið í Lettlandi bara fer at keypa føroyskan fisk og hann stúrir als ikki fyri, at hetta fer at verða endin á før- oysku fiskivinnuni á landi, soleiðis sum summi spáa. Av tí at tað er so stórt arbeiðsloysi í fiskivinnuni á landi í Føroyum, skilir hann væl, at nógv verður gjørt burturúr, tá ið før- oyskir vinnulívsfólk gera flakavirki uttanlands, sum eisini skal arbeiða føroysk- an fisk. – Tað sigur seg sjálvt, at tað tað skapar misnøgd at tað er so stórt arbeiðsloysi á føroyskum fiskavirkjum. Fyri at varðveita kapp- ingina um fiskin, hava vit hildið, at ein hurð eigur at vera opin fyri at skipini kunnu selja fisk uttanlands. Hinvegin hava vit ikki viljað lóggivið fiskin inn á føroysku virkini. men nú skal so allur fiskurin á upp- boðssøluna, so at øll fáaa høvi at bjóða. Sjálvur heldur Bjørn Kalsø, at útlitini hjá van- ligu flakavinnuni eru ikki tey bjartastu, men hann hevur álit á, at vinnan megnar at laga seg til tær nýggju umstøðurnar. Tað kann ikki vera meiningin, at fólksins ogn skal flytast á flakavirki í útlondum at virkast, sigur Inge- borg Vinther, for- kvinna í Føroya Ar- beiðarafelag ARBEIÐSPLÁSS Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit skilja púra onki av øllum. Eisini Ingeborg Vinther, forkvinna í landsins størsta fakfelag, er ørkymlað av, at føroyingar nú hava stovnað flakavirki í Lettlandi, har ætlanin eisini er at virka føroyskan fisk. – Politikarar hava í mong ár tosað um at skapa fleiri arbeiðspláss í Føroyum.Teir hava eisini tosað um at so nógvur fiskur sum gjørligt undan Føroyum skal fáast til virkingar í á føroyskum virkjum og so lítið sum møguligt, skal óvirkað av landinum. – Men tað hendir bara onki, staðfestir hon. Hon sigur, at fiskurin undir Føroyum er fólksins ogn, sum tað stendur í grein tvey í lógini um vinnuligan fiskiskap. – Tað kann ikki vera meiningin, at fólksins ogn skal flytast á flakavirki uttanlands at verða virkað, samstundis sum føroysk ar- beiðsmegi gongur fyri einki. Ingeborg Vinther sigur, at á hesum førum eru Føroyar ikki at meta øðrvísi enn eina bananrepublikk, sum ikki megnar at gagnnýta sína egnu rávøru og tí verð- ur hon flutt av landinum til onnur at virka. Hon kann skilja, at slíkt hendur í londum, sum ikki hava umstøður og førleika til at hava eina vinnu. – Men tað átti ikki at verið neyðugt í Føroyum tí her hava vit ovmikið av vælskikkaðari arbeiðsmegi, ovmikið av virkisbygning- um og ovmikið av útgerð til taks. Kortini megna vit ikki at virka okkara egnu rávøru og tað skilji eg ikki. – Tað átti ikki at komið upp á tal at útflutt óvirkað- an fisk, fyrrenn tað var nóg mikið av arbeiði á føroysku Hon vísir eisini á, at tá ið bátar avreiða uttanlands, er sera torført at fylgja við, hvat teir fiska, hvussu nógvur smáfiskur er uppií lastini o.s.fr. Politikarar uppí Ingeborg Vinther sigur, eins og Hans Joensen, formaður Havnar Arbeiðsmannafelags, segði í Sosialinum í gjár, at nú fara fakfeløgini at umrøða støðuna. Men hon ivast ikki í, at nú er neyðugt, at politikar- arnir koma uppí og seta ein stoppara fyri, at føroyskur fiskur verður fluttur óvirk- aður av landinum. – Hetta er ein skeiv gongd, sum politikararnir mugu taka í álvara. Hon sigur, at nú hava fakfeløgini gjørt sítt. – Vit hava givið allari vinnuni eitt andarhol, so at hon skal fáa møguleikan at fóta sær aftur, so at vit kunnu varðveita arbeiðs- plássini í landinum. Tað hava vit gjørt við at góð- taka, at vit onga lønar- hækking skulu fáa tey bæði næstu árini. Men hetta var so tað, vit fingu aftur- fyri, at vinnulívsmenn flyta arbeiðið av landinum. Ingeborg Vinther sigur tí, at nú mugu politikararnir eisini gera sítt fyri at varðveita arbeiðsplássini. Forkvinnan í Føroya Ar- beiðarafelag sigur, at tað er bara ein umbering, at kostnaðarstøðið í Føroyum er so høgt, tí tímalønirnar eru væl hægri í granna- londum okkara. Hon ásannar, at tað er vanlig gongd í øðrum lond- um, at arbeiðspláss verða flutt í onnur lond. – Men har koma so onnur størv ístaðin, men tað er ikki galdandi í Føroyum, sigur Ingeborg Vinther. Bjørn Kalsø sær onki skeivt í at føroyingar gera íløgur í flakavirki í Lettlandi og hann setir sítt álit á, at fiskapakkin fer at tálma útflutninginum av óvirkaðum fiski Mugu seta ein stoppara fyri at fiskur fer óvirkaður av landinum Fakfeløgini hava gjørt sítt fyri at geva vinnuni møguleika at laga seg til. Nú mugu politikarar eisini gera sítt, sigur Ingeborg Vinther