Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juni 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 18. juni 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Hans Clementsen, vanliga nevndur Hans í Andarisa, ættaður av Sandi, búsitandi á Seyðis- firði, andaðist 13. juni, 85 ára gamal. Jarðarferðin verður úr kirkjuni á Seyðisfirði leygardagin 18. juni. Amanda Lamhauge, Lamba, andaðist á Eysturoyar røktar- og ellisheimi 15. juni, 86 ára gomul. Kistan fer av røktarheiminum í Glyvra kirkju í kvøld klokkan 18:00. Jarðarferðin verður úr Glyvra kirkju mánadagin 20. juni klokkan 14:00. Jóhan Petur Hentze, ættaður úr Froðba, búsitandi í Sønderborg, andaðist mánadagin 84 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Kristen Center Damgade 94, leygardagin klokkan 10:30. Kelda: Útvarp Føroya Andlát og jarðarferðir Í morgin, sunnudagin 19. juni, verður Torbjørn Viderø 50 ár. Hann hevur seinastu níggju árini verið yvirlækni á Landssjúkra- húsinum. Foreldrini hjá Torbirni eru Trina og Kristian Os- vald Viderø. Hon var ættað úr Hvalvík, og hann var úr Skálavík. Torbjørn eigur eina systir, sum eitur Mar- gretha. Hon býr í Havnini. Kristian Osvald, sum doyði 8. apríl í 1991, var prestur í Hvalvík, Havnini, á Viðareiði og í Hvalba. Tí minnist Torbjørn aftur á barna og ungdómsárini í eitt nú Ónagerði og í Leir- um. Hann greiðir nágreini- liga frá hugnaligum og spennandi barndómsminn- um, og í Hvalvík er hann ofta, tí har eigur hann jørð, bát og neyst. Eftir realskúlan á Tvøroyri arbeiddi Torbjørn hjá mammubeiggjanum, Thomasi Ørv, sum hevði fleiri umboð. Eitt nú seldi hann Saab bilar, og Torbjørn hevur altíð hildið seg til tað merkið. Í 1976 var Torbjørn í fyrsta HF flokkinum, sum leyk prógv í Hoydølum. Ungdómsárini var hann eitt nú upptikin av tónleiki. Hann spældi við í Kræklingum, har hann var guitaristur og sangari, og tað vóru hann og orkesturfelagarnir, sum gjørdu Svartaravn kendan. Eisini var og er Torbjørn sera áhugaður í fótbólti. Hann spældi við Royn, og studentaárini hugnaði hann sær saman við øðrum føroyingum á grønu vallunum í Danmark. Torbjørn gekk á støðisút- búgvingini á Fróðskapar- setrinum, áðrenn hann fór til Odense at lesa til lækna. Miðskeiðis í áttati árunum leyk hann prógv, og so fór hann at útbúgva seg til skurðlækna. Hann var nógv í Svøríki, har hann arbeiddi í Karlshamn og Eskilstuna, og áðrenn hann flutti til Føroya, arbeiddi hann á Slagelse Central Sygehus. Síðani í 1996 hevur Tor- bjørn verið á Landssjúkra- húsinum, har hann serliga hevur tikið sær av skurðvið- gerðum í maganum og tarmunum. Torbjørn eigur ikki part í at vera sjálvhátíðarligur. Hann er sera umgeingiligur og positivur, og hann spjaðir hugna og álit um seg – bæði í arbeiðnum og aðra staðni. Torbjørn er innløgumaður. Honum dámar væl at skjóta fugl, at vera í grind og á floti, at velta epli og fáast við seyð. Hann er fastur fjalmaður hjá svágrinum inni á Regni á Toftum, og hann er góður flettari. Torbjørn er giftur við Dagmar, sum er læknaskrivari, og sum er ættað innan av Regni á Toftum. Tey búgva á Norðasta horni, og tey eiga tveir synir – Kristian og Tummas Eli. Torbjørn eigur eisini dóttrina Katrin. Torbjørn Viderø 50 ár Okkara elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Amanda Johanna Lamhauge, Lamba andaðist á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi mikudagin 15. juni, 86 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Glyvra kirkju mánadagin 20. juni kl. 14.00. Familjunnar vegna Piddi, Ásmund, Hans Jacob, Annemia, Ingvard og Hanna Tey, ið ynskja at minnast Amandu, kunnu lata eina peningagávu til Eysturoyar Røktar- og Ellisheim, konta í peningastovnunum. um... ...er lisin -so ert tú við!