leygardagur 18. juni 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 114 - 18. juni 2005
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda hjálp og samkenslu,
tá okkara elskaði
Poul Henrik Poulsen
Tórshavn
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til øll tykkum, sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Katrin og Sólja
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá kæra kona, mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Sigga Carolina Sørensen
Tórshavn
doyði og varð jarðað.
Ein serstøk tøkk til tykkum, sum hjálptu so væl
á ymiskan hátt og við jarðarferðini og til ervið.
Tøkk til tykkum, sum sendu blómur og kransar
og takk til tykkum, sum fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Vinarliga
Tage, Susanne, Jens, Heine, Annika og Beinta
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum sýndu
samkenslu, tá ið elskaða mamma, vermamma
og omma okkara
Petra Anna Sofía Joensen
Nólsoy
doyði og fór til gravar.
Tøkk til tykkum, sum so trúliga vitjaðu hana
í tí dagliga.
Tøkk til B7.
Tøkk til Sonju Klein prest, fyri troystarrík orð.
Tøkk til tykkum øll, ið hjálptu til við ervinum.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og berarar.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til
Føroya Felag móti Krabbameini.
Hjartans tøkk til tykkum, sum fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Hans Andrias, Róin, Sunrid, Eyðgerð og Aksel
Føðingar
30. mai fingu Rúna Sumberg og Torstein Vestergaard,
búsitandi í Keypmannahavn, ein son. Hann vigaði 3440 g og
var 50 cm langur.
10. juni fingu Ann Ellefsen og Petur Mittún, Hoyvík. ein
son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3750 gr.
10. juni fingu Annvør og Christian Nielsen, Argir, ein son.
Hann var 55 cm. langur og vigaði 3950 gr.
10. juni fingu Rakul og Bárður Nielsen, Vestmanna, eina
dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3850 gr.
10. juni fingu Jóna H. Gudmundsen, Sandavágur og Bogi
Jacobsen, Syðrugøta, ein son. Hann var 54 cm. langur og
vigaði 3750 gr.
10. juni fingu Thora og Búi Holm, Bøur, eina dóttur. Hon var
55 cm. long og vigaði 4200 gr.
11. juni fingu Sólrun Debes Heinesen og Michael
Østergaard í Esbjerg, ein drong, sum var 55 cm. langur og
vigaði 4425 gr.
11. juni fingu Tórgerð H. Jensen og Jóan Petur Clementsen,
Sandur, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3700 gr.
12. juni fingu Karina Viderø Jensen og Búi Dahl, Hoyvík,
ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3600 gr.
12. juni fingu Minny Elttør og Pauli Waag, Hoyvík, ein son.
Hann var 53 cm. langur og vigaði 3850 gr.
13. juni fingu Anna Marjun M. og Niels Johannessen,
Hoyvík, eina dóttur. Hon var 48 cm. long og vigaði 1870 gr.
13. juni fingu Hallbjørg Danielsen og Hans Petur Højgaard,
Saltangará, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3525
gr.
13. juni fingu Gudrun Gullbein og Sigurð Uni Simonsen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm.long og vigaði 4000
gr.
15. juni fingu Malan Berg Hansen og Petur av Kák,
Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3600
gr.
70 ár
Í dag, 18. juni fyllir Mikkjal á Bergi, Klaksvík, 70 ár. Hann
er burturstaddur føðingardagin.
85 ár
Sunnudagin 19. juni fyllir Petronella Heinsen – Nella í
Hoygarðinum – á Toftum 85 ár.
Brúdleyp
Í dag, 18. juni kl. 15.00 giftast í Vesturkirkjuni, Guðrið
Hansen og Leivur Jarnfoss. Veitsla verður fyri innbodnum í
HB-húsinum kl. 19.00.
Í dag, 18. juni kl. 14.00 giftast í Christianskirkjuni í
Klaksvík Rúna Feilberg Hansen úr Klaksvík og Dan
Lamhauge úr Lamba. Veitslan verður fyri innbodnum kl.
18.30 í Bygdarhúsinum í Leirvík.
Í dag, 18. juni kl. 14.00 giftast í Sandavágs kirkju Sigrid
Hammer, Hvalba og Jón Edvard Petersen, Sandavágur.
Døgurði verður fyir innbodnum á Hotel Vágum og opið hús
verður í heiminum, Sóljuteigur 2 í Sandavági, frá kl. 20.00.
Í dag, 18. juni kl. 9.00 giftast í Vesturkirkjuni Anja Gaard
Joensen, Tórshavn og Kári Sólstein, Klaksvík. Veitslan
verður fyri innbodnum á Hotel Føroyum kl. 11.00.
Sunnudagin 19. juni kl. 16.00 giftast í Vesturkirkjuni
Maigunn Nattestad, Miðvágur og Tórstein Magnussen,
Sørvágur.
Prógv
Maria á Dul av Argjum hevur á Aalborg Universiteti lokið
prógv sum Master innan Arbeiðsmarknaðar og starvsfólka-
viðurskifti.
Dagurin
18. juni. Leontius, deyður umleið ár 135. Heryvirmaður í rómverska herinum, sum varð tikin av døgum fyri trúar
sakir.
19. juni. Gervasius, deyður umleið ár 300. Gervasius og bróðirin Protasius vórðu tiknir av døgum í Milano.
20. juni. Sylverius. deyður ár 537. Hann var sonur pávans Hormisades og gjørdist seinni sjálvur pávi, men av
politiskum grundum varð hann skjótt frákoyrdur. Navnið merkir Skógarbúgvi.
Tøkk
Við deyða og jarðarferð hjá elskaðu mammu,
vermammu og ommu okkara
Lena Vilhelm
Vági, fødd Nielsen úr Fámjin
vilja vit á henda hátt hjartaliga takka øllum tykkum
sum hava sýnt samkenslu og hjálpsemi.
Hjartaliga tøkk fyri blómur og kransar
og tøkk til tykkum sum fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Finn, Meiken, Henrik og Emilia
Tøkk
Hjartaliga takk til tykkum øll, sum komu at
heilsa uppá meg á mínum 100 ára føðingar-
degi hin 31. mai 2005.
Stóra tøkk til Gøtu kommunu, sum skipaði
fyri føðingardegnum.
Tøkk til Måns, Dagbjørt og tær sum stákað-
ust og gjørdu alt so gott og hátíðarligt.
Somuleiðis ein tøkk til Filadelfia, Hargar,
Bent og øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til.
Tøkk til fjølmiðlar av umrøðu.
Tøkk fyri gávur, blómur og heilsanir.
Blíðar heilsur
Mia á Støðini
Syðrugøta
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.