Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juni 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sambandsflokkurin Kaj Leo Johannesen Enn einaferð hevur eitt starvsfólk innan føroyska heilsuverkið úttalað seg um teir longu bíðilistarnar, sum eru í sambandi við sjúkra- viðgerð í Føroyum. Týs- dagin 14. juni hevði Útvarp Føroya samrøðu við Petur Højgaard, kommunulækna á Sandi, sum segði, at ein orsøk til longu bíðilistarnar í føroyska sjúkrahúsverkin- um er, at samskiftið millum kommunulæknarnar og heilsuverkið er ikki nøkt- andi. Við eini betri sam- skipan kundi viðgerðin ver- ið meira "streymlinjað", soleiðis at sjúklingarnir høvdu gliðið betur ígjøg- num systemið, segði hann. Eisini segði Petur Høj- gaard, at tað at fólk mugu bíða eftir til dømis eini røntgenkanning í 3 - 4 mánaðar, elvir til stúran hjá sjúklingunum, sum í mong- um førum eru bangnir fyri, at teimum feilar okkurt álvarsligt. Harafturat økir tað um sjúkrameldingarnar, tí fólk sleppa til dømis ikki til skips, tí tey koma ikki ígjøgnum systemið. Fyri einum góðum mánað síðani vísti umsjón- armaðurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Heri Ellings- gaard, á, at tað ber til at stytta bíðilistarnar í før- oyska sjúkrahúsverkinum munandi eftir heilt stuttari tíð, uttan at hetta hevur stórvegis eykakostnað við sær. Hetta kundi verið gjørt á tann hátt, at sjúkrahúsini í eitt avmarkað tíðarskeið tóku skurðstovurnar í brúk nakrar tímar leygardag. Tað hevði ikki havt stórvegis eyka útreiðslur við sær, tí starvsfólkini fáa kortini løn fyri at vera tøk. Men bíði- listarnir kundu á henda hátt verið styttir munandi. Hetta eru alt úttalilsir, sum stuðla uppskoti Sam- bandsfloksins um at polit- iski myndugleikin skal seta sær sum mál at fáa bíði- listarnar til sjúkraviðgerð í føroyska sjúkrahúsverkin- um styttar. Vit hava í tí sambandi víst á, at stórur partur av útreiðslunum verður vunnin innaftur, við tað at fólk verða styttri frá arbeiði vegna sjúku. Sitandi danska stjórnin hevur síðani hon tók við, fyri góðum trimum árum síðani, arbeitt miðvíst við at stytta bíðilistarnar til sjúkraviðgerð í Danmark. Hetta hevur verið ein sól- skinssøga. Fleiri eru komin í viðgerð, bíðilistarnir eru styttir og sjúklingarnir eru nøgdir. Hví gera vit so ikki tað sama í Føroyum - serliga um ein partur kann gerast uttan stórvegis eykakostn- að? Sambandsflokkurin ætlar at stríðast fyri, at bíðilist- arnir til sjúkraviðgerð í Føroyum innan 3 - 4 ár verða styttir niður til í mesta lagi tveir mánaðar. Nr. 114 - 18. juni 2005 11 VIÐMERKINGAR Fólk hava góðar møguleikar at fylgja teimum kongaligu á ferð teirra í Havn mána- dagin. Ikki minst tá tey kongaligu vitja í Vágsbotni TÍÐINDASKRIV Tórshavnar Býráð Kl. 9 mánamorgunin leggur kongaskipið Dannebrog at á Bursa- tanga, og løtu seinri koma Margretha Drott- ning og Heindrikkur prinsur saman við krún- prinsaparinum í land, har Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Bjarni Djur- holm, varaløgmaður og Heðin Mortensen, borg- arstjóri, bjóða vælkom- in. Eftir blómuhandan spælir Havnar Horn- orkestur »Kong Christ- ian« og Brandur Enni syngur tjóðsangin. Tey sum annars eru við í kongaliga fylgi- num koma síðani í land, og fara saman við Drottningini, Heindrikki prinsi og krúnprinsapar- inum at heilsa upp á føroysk og donsk em- bætisfólk, sum komin eru á Bursatanga at taka ímóti. Eftir móttøkuna á bryggjuni verður farið í Tinganes. Í Tinganesi heilsa Drottningin og Hein- drikkur prinsur m.a. uppá Magnus í Niðri- stovu Durhuus, sum í 2004 gjørdist ársins fyrstihjálpari. Farið verður síðani niðan í Løgtingið. Drottningin og Heindrikkur prinsur i bili og krúnprinsaparið til gongu. Gingið verður gjøg- num gamla býarpartin á Reyni, har søgufrøðing- arnir Erland Viberg Joensen og Guðrun Haustein greiða frá um býarpartin. Tá vitjanin í løgting- inum er av, fara Mar- gretha Drottning og Heindrikkur prinsur um- borð aftur í Dannebrog, har tey fara at handa heiðursmerki. Meðan hetta hendir vitjar krún- prinsaparið í Dómkirkj- uni og síðani á Marga- rinfabrikkini. Í sam- bandi við vitjanina á Margarinfabrikkini, sum verður kl. 11.35, verður stórt ungdóms- og tón- leikatiltak uttan fyri fabrikkina. kl. 12.00 savnast alt kongaliga fylgið í Vágs- botni. Har fer barnakór undir leiðslu av Sigrid Sivertsen at syngja. Borgarstjórahjúnini taka ímóti kongaligu gestun- um, og har fara tey kongaligu at heilsa uppá býráðslimirnar. Blómur verða handaðar og borg- arstjórin heldur stutta røðu. Løtan í Vágsbotni verður helst besta høvi hjá øllum at uppliva kongaligu vitjanina. Har er gott pláss, og so er tað eisini mitt í døgurða- tímanum. Beint eftir døgurða verður vitjað í Müllers Pakkhúsi. Tá hendan vitjanin er av, fara Drott- ningin og Heindrikkur prinsur og krúnprinsa- parið hvør sína leið, til tey eru aftur á Danne- brog kl. 17.10. Drottningin og Heind- rikkur prinsur vitja á Landssjúkrahúsinum, á Tjarnargarði og á Forn- minnissavninum, hagani leiðin gongur niðan í Hoyvíkar, á økið, har kirkjan skal byggjast. Kl. 16.10 fer Drottning- in at leggja grundar- steinin til nýggju Hoy- víkar Kirkju. Á veg úr Hoyvík og út aftur á kongaskipið, verður leiðin løgd um húsini hjá Williami Heinesen. Leiðin hjá krúnprinsa- parinum gongur frá Müllerspakkhúsi og út á Dagstovnin á Hamrin- um. Hagani niðan í Listaskálan, og frá Listaskálanum niðan í Mjørkadal. Eftir vitjanina í Mjørkadali verður aftur koyrt til kongaskipið. kl. 18.50 verður aftur farið av Dannebrog, og tá gongur leiðin niðan í Norðurlandahúsið, har skipað verður fyri tón- leikaframførslu, og har eisini verður boðið til døgurða. Úr Norðurlandahús- inum verður farið bein- leiðis á kongaskipið Dannebrog, sum loysir frá bryggju kl. 23.00. Kongaliga vitjanin í Havn At samgongan letur 20 mió. fara fyri skeyti er tragiskt, men hví fjøl- miðlarnir lata hetta fara afturvið borðinum, er ein gáta. Bill Justinussen og Jenis av Rana Meginpartin av várinum royndi Miðflokkurin at finna fram til, hví verandi samgonga broytti politisku avgerðina um at byggja miðnámsskúla í Vági- men allar royndir okkara vóru til fánýtis. Ístaðin fyri svar fingu vit uttanumtos, und- anførslur og tøgn. Teir tríggir, sum tykjast standa aftanfyri avgerðina, løg- maður, landsstýrismaðurin í skúlamálum og sami í heilsu- og almannamálum, tykjast hava gjørt avtalu um at loyna sum mest av upp- lýsingum. Og avgerandi spurningar, sum ikki bert Miðflokkurin, men poli- tikkarar sum heild, bæði úr andstøðu og samgongu, saman við fólki víða um hava fregnast eftir og spyrja, vilja teir tríggir ikki hoyra um at svara. Hví? Tá upplýsingar herfyri komu fram í fjølmiðlunum, sum vístu, at svar vóru til spurningar okkara, at landsstýrismenninir og løg- maður høvdu kunnleika, sum teir ikki bóru fram á Løgtingi, gjørdi Mið- flokkurin vart við, at hesir harvið framdu greitt brot á stýrisskipan okkara. Eitt brot, sum í øðrum demo- kratiskum londum, og við virknum fjølmiðlum, hevði varpað teir út í myrkið. Tá hendi bráddliga nak- að. Tá var eingin trupulleiki hjá landsstýrismanninum í mentamálum at svara. Tað sigst, at fyrsta svar hansara, í útvarpinum, var ein hóttan um at draga manning Mið- floksins fyri rættin vegna ákæru okkara um, at landsstýrið hevði fjalt upp- lýsingar. Nú er jú eingin stuttleiki í at verða drigin fyri rættin, men kundi tað ført til, at teir settu spurn- ingarnir vórðu svaraðir, ja so var tað prísin vert- mettu vit. So vit bíðaðu í tolni, kanska eisini av berum vana. Viku seinni frættist meira, ikki frá ákæru- valdinum, men gjøgnum bløðini, har landsstýris- maðurin út í æsir váttar illgruna og- pástandir okk- ara um, at hann hevði upplýsingar í hópatali. Upplýsingar, sum hvørki vóru lagdir fram við løg- tingsmálinum, ei heldur vóru brúktir at svara teim- um ótaldu spurningum, sum settir vóru lands- stýrismonnunum, menta- málaráðharranum íroknað- um, teir mánaðarnir, málið var viðgjørt á Løgtingi. Í drúgvari blaðgrein vísir hann á, at hann longu 26. februar hevði tøka rúgvis- mikla frágreiðing frá arkitektavirki. Frágreiðing frá arkitekti, sum greitt tekur beinini undan t.d. fíggjarliga partinum av avgerðini um at flyta mið- námsskúlan og í staðin fyri byggja ellis- og umlætt- ingarheim á økinum. Men tá tingfólk undir aðru við- gerð, gjøgnum álitið hjá andstøðutingfólki, fingu eitt lítið innlit í álvaran í uppriti arkitektavirkisins, m.a. upplýsingar um, at byggibúgvingin í porkeris- haganum kann koma at kosta 12-14 mió, og at 9-10 mió longu vóru brúktar í Vági til onga nyttu, var eingin av landsstýrismonn- unum ella løgmaður menn fyri at leggja sannleikan á borðið. Sannleikan um hví allar byggiætlanirnar í Suðri vórðu vendar á høvdið. Var hetta í øðrum landi, høvdu fylgjurnar verið bráðar fyri avvarðandi landsstýrisfólk, men ikki í Føroyum. Her letur alt seg gera. Hví? Hví hættir hesin minst varni av landsstýrismonn- unum sær alment fram við grein, sum avdúkar lands- stýrið, váttar uppáhald Miðfloksins, og sum í øðrum londum hevði verið nýtt sum fellandi fyri teir? Kann hugsast, at hetta torir tú, tann dagin tú kenn- ir teg tryggan fyri teim eygum, sum vanliga eru vakin yvir okkum øðrum, eygunum hjá fjórðu stats- maktini, fjølmiðlunum? Fólkaræði okkara er hótt, ikki bert av hesum málin- um, men tíverri so mongum øðrum, sum ber á sama bógvin. Feskt dømi er, tá løgtingsmenn seinasta løg- tingsdag kundu sita og atkvøða pening til egnan fyrimun, uttan at ein einasti fjølmiðil av álvara við- gjørdi málið. Niðurstøða Miðfloksins er óbroytt. Vit hava eitt landsstýrið, sum fyri at yvirliva, nýtir hættir, sum í londum, har fólkaræði ræður, og har ein fræls pressa er virkin, høvdu verið óhugsandi. p.s Annars rokna vit tað sum bera skemt, ella í besta føri sum eina misfatan, um landssyrismaðurin heldur, at løgtingsmenn skulu liggja og surfa á alnótini fyri at finna svar uppá teir spurningar, sum landsstýr- ismenn hava skyldu at svara teimum. Rík tjóð, ið blakar burtur milliónir? Ov langir bíðilistar elva til stúran