Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juni 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Anfinn Kallsberg vísti á ta praktisku nyttu, hesar lógirnar hava, og Høgni Hoydal ávaraði hinvegin ímóti, at tá virðir og visjónir mugu víkja fyri »praktiskum loysnum« er fólkaræðið í vanda YVIRTØKU- OG HEIMILDAR- LÓGIRNAR Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg fóru aftur í klórnar á hvørjum øðrum undir 3. viðgerð av yvir- tøku- og heimildarlógini Anfinn Kallsberg lýsti støðuna soleiðis, at Høgni Hoydal bert kjakast út frá nøkrum teoretiskum prin- sippum, sum ikki føra nak- ran veg, meðan hann sjálvur tók útgangsstøði í, hvat praktiskt er møguligt í hesi støðu. – Tað er ein fyrimunur hjá Høgna Hoydal, at hesi mál ikki verða avgreidd, tí at so kann hann halda fram við tí stríði, sum hann hev- ur ført seinastu árini, segði Anfinn Kallsberg. Høgni Hoydal vísti til fyrrverandi svenska forsæt- isráðharran, Olof Palme, ið segði, at so skjótt sum tær sokallaðu praktisku loysn- irnar vinna á øllum visjón- um og virðum á tí politiska pallinum, er tað eitt álvar- samt sjúkueyðkenni í fólka- ræðinum. Líkist gomlu yvirtøkulógini Anfinn Kallsberg vísti á, at hendan yvirtøkulógin líkist nógv tí yvirtøkulóg, sum Høgni og Anfinn vóru samdir um undir tí seinnu sjálvstýrissamgonguni. – Hetta er einasti prakt- iski vegurin ímóti størri sjálvstýri, og tað er við at tøma heimastýrislógina, segði Anfinn Kallsberg á Fólkatingsins røðarapalli. Tí skilir hann ikki, hví Høgni Hoydal ikki kundi taka undir við hesi lógini. – Mangt skal man hoyra, áðrenn av dettur oyrað. Og nú skal eg ansa eftir ikki at gerast illur, var svarið hjá Høgna. – Hesar lógirnar eru eitt tómt skal við tí endamáli at innibyrgja okkara sjálvstýri enn meira. Yvirtøkurnar verða ikki framdar, og tá er einki vunnið, segði Høgni Hoydal og legði eisini Anfinn undir at hava hálsað um í síni støðu til ríkis- felagsskapin síðan sjálv- stýrissamgongan var í vel- maktini. Lesarabræv frá Fogh Á síðu 10 í dagsins blað hevur danski forsætisráð- harrin eitt lesarabræv, har hann dregur saman um gongdina og ætlanina við hesum báðum lógunum. Hóast Fogh hevur verið upptikin á ES-toppfundi, hevur hann funnið tíð til at skriva lesarabrævið í sam- bandi við yvirtøku- og heimildarlóginar. – Den nye ordning, som vi nu indfører, bygger på en overenskomst mellem Færøernes landsstyre og den danske regering som ligeværdige parter, sigur forsætisráðharrin í brævin- um. Hendan definitiónin av »ligeværdige parter« um- fatar tó ikki uttanríkismál, tí sum forsætisráðharrin sigur í svari til politisku- búskaparligu nevndina í Fólkatinginum, at »lovfor- slaget bygger således ikke… på en ligestilling mellem regeringen og landsstyret i udenrigspoli- tiske anliggender«. Orðið »ligeværdighed« merkir sostatt ikki tað sama sum orðið »ligestilling«. Forsætisráðharrin sigur víðari, at avtalan byggir á ta felagsyvirlýsing, sum for- sætisráðharrin og løgmaður undirskrivaðu tann 5. apríl. Lógirnar samtyktar Eftir viðgerð í hálvanannan tíma vórðu yvirtøku- og uttanríkis- politisku heimild- arlógirnar sam- tyktar á Fólkatingi YVIRTØKU- OG HEIMILDAR- LÓGIRNAR Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo F r í g g j a m o r g u n i n klokkan tjúgu minuttir í tíggju vórðu yvirtøku- og heimildarlógirnar endaliga samtyktar á Fólkatingi. Stórur meiriluti var fyri upp- skotinum, tá tað kom atkvøðugreiðslu. Allir teir stóru flokk- arnir høvdu framman- undan boðað frá, at teir tóku undir við uppskot- inum. Einasti veruligi mótstøðumaður ímóti lógunum, sum gjørdi vart við seg fríggja- morgunin, var Høgni Hoydal, og hann gjørdi eisini vart við sína ónøgd við 3. viðgerð. Eindarlistin gav til kennar, at flokkurin var ivingarsamur mótvegis lógunum og gjørdi eisini vart við, at hann ikki tók undir við støðuni hjá forsætisráð- harranum viðvíkjandi støðuni hjá tí danska málinum. Frank Aaen helt, at hetta var ikki nakað hjá tí danska Fólkatinginum at taka støðu til, men at hetta málið hoyrdi heima í Føroyum. »Forslaget er vedta- get og bliver sendt til statsministeren", segði tingformaðurin í Fólka- tinginum at enda, og nú eru tær báðar um- stríddu lógirnar bæði samtyktar á løgtingi og á fólkatingi. Norsku hjúnini John og Hilde Edelston eru komin til Føroya og vilja fegin hava samband við tveir føroyingar, ið vórðu bjargaði av norska bátinum Dragholm í 1967 NORSK HJÚN Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Fyrst í juni mánað í 1967 vóru tveir unglingar farnir at skjóta álku. Teir fóru úr Trongisvági, men komnir út á hav fingu teir motor- steðg, og streymurin tók teir til havs. Fólk í Trong- isvági gjørdust bangin, tá menninir ikki komu aftur til lands, og ein leiting var tí sett í verk. Norska fiskiskipið Drag- holm var komin inn á Tron- gisvág at bunkra, og bátur- in var tí við í leitingini eftir teimum báðum monnun- um, sum vóru í einum opnum báti. Manningin á Dragholm sá tá eitt veikt ljós í havs- brúnni. Nátt var, og tí sóu menn ljósið. Tá høvdu menninir umborð á tí lítla bátinum tikið eina skips- troyggju, stoytt bensin á hana og fest í. Vónin var sjálvandi, at fólk skuldu varnast hetta neyðarkall, og tað eydnaðist. Vilja hava samband við menninar Skrivað er um hendingina í einum norskum blaði. Norsku hjúnini John og Hilde Edelston eru nú kom- in til Føroya og vilja fegin hava samband við teir ung- lingarnar, sum vóru um- borð á bátinum hesa náttina í juni 1967. Teir vóru tá 16 og 21 ára gamlir. Faðir Hilde Edelston, ið æt Henry Sundgot, átti bát- in og var eisini við hendan túrin. Skipari hendan túrin var Harald Fiskerstrand. Henry Sundgot vitjaði ofta í Føroyum sum sjómaður. Hilde Edelston greiðir frá, at hon og maðurin hava verið á Landsbókasavnin- um og kanna, um hending- in er umrødd í teimum før- oysku bløðunum, men tey hava einki funnið hesum viðvíkjandi. Tí venda tey sær til Sosialin at fáa hjálp. – Beiggi mín fann grein- ina um hesa hendingina, tá hann ruddaði umborð á bát- inum hjá pápa. Vit hava goymt greinina, og nú tá vit eru í Føroyum vilja vit feg- in fáa meira at vita um hetta, sigur Hilde Edelston. Tey bæði komu til Føroya hósdagin og fara heimaftur mánadagin seinnapart. Um onkur veit um hendingina at siga, kann hann venda sær til hjúnini á tlf. 0047 91155485. Tað praktiska mótvegis prinsippum Anders Fogh Rasmussen skrivar í lesarabrævi í dag, at tann nýggja skipanin, sum nú verður innførd, byggir á eina avtalu millum Føroya Landsstýri og donsku stjórnina sum »ligeværdige parter« Norsk hjún í Føroyum: Faðir hennara bjargaði ungum føroyingum í havsneyð Hilde Edelston (fødd Sundgot) saman við manninum John Edelston. Tey vilja fegin koma í samband við tveir mans (allarhelst suðringar), sum vórðu tiknir upp av einum norskum fiskiskipi í 1967 Mynd: Bárður Lydersen Nr. 114 - 18. juni 2005 15