leygardagur 18. juni 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 114 - 18. juni 2005
Mamma Jógvan á
Lakjuni, sum minnist
aftur til kongsvitjan-
ina í 1930, hevur
sjáldsamt minni frá
kongsvitjanini í 1963
hangandi í stovuni í
Fuglafirði
KONGALIGT MINNI
Jóannes Hansen
Tað munnu vera tey, sum
eiga serlig minni frá konga-
ligum vitjanum. Setningur-
in var at finna okkurt so-
vorðið, og tá datt myndin,
sum hongur í stovuni hjá
Mariu á Lakjuni í Fugla-
firði fram úr minnis-
goymsluni. Hon er vorðin
ikki minni áhugaverd, nú
drotningin vitjar, og Jógvan
á Lakjuni er mentamála-
ráðharri.
Myndin er frá 1963, og
tað er eingin ivi um, at tað
eru Fríðrikur kongur og
Margretha, sum tá var 23
ára gomul krúnprinsessa,
sum sita í bilinum. Bilfør-
arin er ikki á myndini, men
hann var Hjørleif Waag
Høgnesen, sum frá síðst í
fimti árunum og í mong ár
var kongaligur bilførari í
Klaksvík.
So er tað smádrongurin,
sum sæst í hinum vindeyg-
anum. Kanska líkist hann
sær sjálvum eitt sindur. Tað
kann hvør einstakur meta
um. Í dag er hann kendur
maður í Føroyum, tí talan
er um Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismann í menta-
málum.
Tá ið vit biðja hann
greiða frá, hvussu henda
myndin kom í lag, so sigur
hann seg ikki minnast so
nógv, og hann minnist einki
til, at hann skuldi fotogra-
ferast.
- Eg var 10 ára gamalur
og í Klaksvík og ferðaðist.
Har átti eg mostrar og
mammubeiggja, og kanska
var eg farin inn til Klaks-
víkar, tí kongur og allar
tríggjar
prinsessurnar
skuldu vitja. Eg minnist tað
ikki. Men eg minnist, at
Victor systkinabarnið og eg
vóru uttanfyri Christians-
kirkjuna, tá ið tey konga-
ligu vóru har í sambandi
við vígsluna 7. juli í 1963.
Sum myndin vísir, so havi
eg roynt at fingið so nógv
við, sum tað hevur borið til.
Fjarstøðan til tey kongaligu
hjá fotografinum og mær
vísir, at trygdartiltøkini tá í
tíðini ikki vóru av tí slag-
num, sum tey eru tað í dag,
heldur Jógvan á Lakjuni.
Kongsvitjanin í 1930
Maria á Lakjuni, mamma
Jógvan, fekk at vita um
myndina, tá ið ein systir
visti at siga henni, at mynd
av Jógvani og teimum
kongaligu hekk í vindeyg-
anum hjá fotografinum,
sum tað varð sagt í Klaks-
vík tá.
Næsti spurningurin er so,
hvør fotografurin var, og
tað var skjótt at finna fram
til. Í 1963 var bara ein foto-
grafur í Klaksvík. Tað var
Ruth Andersen, sum hon tá
æt. Nú eitur hon Ruth Mið-
skarð, og hon býr fram-
vegis í Klaksvík.
- Eg minnist væl hasa
myndina. Men eg visti ikki
av, fyrrenn tú nú sigur mær
tað, at smádrongurin var
Jógvan á Lakjuni, sigur
Ruth Miðskarð, sum var
fotografur í fleiri ár í
Klaksvík. Hon kom til
Klaksvíkar í 1960 og ar-
beiddi eitt stórt ár hjá
Eliesari Poulsen, sum hevði
Thule bókhandilin og eisini
fotohandil. Síðani arbeiddi
hon fyri seg sjálvan. Fyrst í
hølum hjá Eskildi Norðbúð
og síðani í kjallaranum í
Føroya Banka.
- Eg haldi, at handa
myndin, sum eg helt vera so
góða, at eg forstørraði
hana, hekk í vindeyganum,
tá ið eg arbeiddi í hølunum
hjá Eskildi Norðbúð, minn-
ist Ruth Miðskarð aftur á.
Og so fær Mia á Lakjuni
orðið:
- Tá ið eg kom til Klaks-
víkar, fór eg inn á gólvið
hjá fotografinum og keypti
myndina. Síðani hevur hon
hingið í stovuni her hjá
okkum, og viðhvørt hevur
hon verið samrøðuevni.
Eisini nú tá ið tú spyrt um
hana, sigur Mia, sum held-
ur seg vera vorna nakað
gamla, tá ið hon minnist
aftur til kongsvitjanina í
1930:
- Tá vitjaðu Alexandrina
drotning og Christian 10.
kongur í Føroyum, og eg
minnist væl tann dagin, tá
ið tey vóru í Fuglafirði. Tað
var eingin kei í Fuglafirði
tá. Kongshjúnini komu við
báti frá Dannebrog. Eg var
níggju ára gomul, og eg
minnist, at vit skúlabørn
stóðu stillaði upp á Piddasa
brúgv. Veðrið var so gott, at
eg var í berum nýggjum
kjóla. Rímuligt vóru vit
spent, og hetta var ein há-
tíðarløta. Men eg minnist
einki um, hvat tey konga-
ligu gjørdu í Fuglafirði.
Vertur
Hesa ferð skal Jógvan á
Lakjuni ikki bara hyggja at
Margrethu inn ígjøgnum
rútin í einum bili. Hann
skal sita í bilinum saman
við drotningini.
Tá ið tey kongaligu koma
í Tinganes, skal landsstýrið
taka ímóti. Tá ið drotningin
og prinsurin fara at vitja í
Dómkirkjuni
fyrrapartin
mánadagin, verður lands-
stýrismaðurin í mentamál-
um har. Seinni sama dag
skal hann rundtúr við teim-
um, og tá verður tað, at
hann fer at sleppa inn um
rútin, sum hann stóð uttan
fyri fyri 42 árum síðani.
Jógvan á Lakjuni skal
taka ímóti drotningini, tá ið
hon fer at vitja Fornminnis-
savnið, og so skal hann við
henni at leggja grundar-
steinin til kirkjuna í Hoyvík
og í húsini hjá Williami
Heinesen
í
Varðagøtu,
áðrenn hann fer at fylgja
henni
umborð
aftur
í
Dannebrog.
Hvat sigur tú um tað?
- Eingin ivi er um, at eg
eri fullveldismaður. Men
sjálvandi er tað hátíðar-
dámur yvir tí, tá ið stats-
høvdið vitjar okkum, og eg
havi stóra virðing fyri
Margrethu drotning, sum
eg gleði meg at hitta, sigur
Jógvan á Lakjuni.
Drotningin og mentamálaráðharrin
Fýrverkarí á
midnátt
Hósvík:
Um vikuskiftið
verður Sundalagsstevnan
hildin í Hósvík. Framman-
undan stevnuni er gjørt eitt
stórt arbeiði við at fyri-
reika alt væl, har høvuðs-
tiltakið uttan iva er kapp-
róðurin seinnapartin í dag.
Eitt annað tiltak, sum
helst eisini fer at savna væl
av fólki er midnáttarsam-
koman í kvøld.
Á skránni er felagssang-
ur og ein midnáttarrøða,
sum
løgtingskvinnan
Heidi Petersen fer at halda.
Sundakórið fer eisini at
seta sín dám á, og eftir at
tey hava sungið nakrar
sangir verður fýrverkarí.
So er bert eftir at vóna,
at veðrið verður soleiðis at
fýrverkarí’ið verður eins
vakurt og slíkt eigur at
verða.
sb.
Tríggjar bygdir
togast um ánna
Hósvík:
Gamalt hevur
verið, at menn royndu
megi, tá teir hittust. Og tað
verður eisini høvi til hetta
á Sundalagsstevnuni.
Eitt av tiltøkunum í hes-
um sambandi er á skránni
sunnudagin kl. 18, tá tog-
togan verður um Lægá.
Her fara menn úr Hós-
vík, Kollafirði og Hvalvík
at togtogast. Kappingin
verður skipað soleiðis, at
allar bygdirnar kappast
hvør móti aðrari við 10
monnum á hvørjum lið-
num. Turrasta liðið vinnur.
sb.
Keypt líkvogn
Sunda kommuna: Á sein-
asta fundi í bygdaráðnum
var eitt mál um líkflutning
til viðgerðar.
Til málið vóru komin
tvey uppskot – eitt um at
gera avtalu við eitt lík-
flutningsfelag, eins og eitt
um at keypa ein vøruvogn
til endamálið. Í hesum
sambandi verður ein av
bilunum hjá kommununi
seldur.
Fíggingin er í báðum
førum tann sama, og mælti
fíggjarnevndin til at henda
upphæddin varð játtað av
tveimum
konti,
harav
onnur teirra var merkt til
líkflutning.
Meirilutin í nevndini
samtykti uppskotið við
seks atkvøðum fyri og
fimm ímóti, um at keypa
henda vøruvognin til enda-
málið.
sb.
Myndin, sum varð tikin í 1963. Leggið til merkis smádreingin, sum roynir at veittra til krúnprinsessuna.
Hann er í dag landsstýrismaður í mentamálum
Hósvíkingar eru nú til
reiðar til Sundalagsstevnuna