Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juni 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 18. juni 2005 17 Mánamorgunin skal níggju ára gamli vest- mannadrongurin Magnus í Niðristovu Durhuus í Vestmanna út í Tinganes, har hann skal hitta hennara há- tign Margretu drotn- ing, sum hevur biðið um at hitta Magnus. Sjálvur heldur Magnus tað ikki verða nakað serligt, og óivað er tað onkur av teimum eldru í familjuni, sum er mest spent upp á serligu løtuna HOFF STOFF Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tá ið níggju ára gamli Magnus í Niðristovu Dur- huus í Vestmanna á ólav- søku í fjør bjargaði fimm ára gamla lítlabeiggjanum Tóri, mundi hann neyvan hava ímyndað sær, at Mar- greta drotning seinni vildi heilsa upp á hann og ynskja honum tilllukku við bragd- inum. Men fríggjadagin í farnu viku fekk mamma Magnus, Marin í Niðri- stovu, eina uppringing á ar- beiðsplássi sínum frá Løg- mansskrivstovuni, har boð- að var frá, at hennara hátign drotningin fegin vildi heilsa upp á níggju ára gomlu hetj- una úr Vestmanna, nú hon kom til Føroyar á vitjan. Magnus fekk í vikuni Ingebøl-steypið fyri bragd- ið, og drotningin er verji hjá felagsskapinum, sum letur hetta steyp. Ætlar sær í føroysk klæðir Magnus sigur, at hann er eitt lítið sindur nervøs, men tað man ikki fara at bila, heldur hann. - Eg verði nokk eitt sindur nervøs beint áðrenn eg skal taka í hondina á henni, sigur Magnus. Ungi garpurin gongur til dagligt í 3. flokki í Vest- manna skúla, og har læra tey millum annað danskt, so Magnus er ikki bangin fyri at skula tosa við drotningina. - Vit læra danskt í skúlan- um, og eg dugi eitt sindur, so tað man fara at ganga, sigur hann. Tá ið vit spyrja, um hann ætlar at pynta seg mána- dagin, tá ið hann skal heilsa upp á drotningina, sigur pápin, Jóan Pauli Durhuus, at Magnus sjálvur hevur sagt, at hann kundi hugsað sær at fari í føroysk klæðir. Magnus eigur sjálvur før- oysk klæði, og tað er laga- manni at nýta klæðini í ein- um slíkum sambandi. Spurdur um hann er spentur til løtuna mánadag- in, sigur Magnus í Niðri- stovu Durhuus, at hann er eitt lítið sindur spentur, men hjá onkrum øðrum í familjuni er spenningurin enn størri. Eitt nú er omm- an ómetaliga spent, tí hon fylgir ógvuliga væl við teimum kongaligu og keyp- ir at kalla hvørt vikublað, har okkurt er at lesa um tey kongaligu. Eisini eru floksfelagarnir í 3. flokki í Vestmanna skúla ógvuliga spentir til, at teirra floksfelagi skal hitta drotningina, og tað er ikki sørt, at tey eisini eru errin av honum. Fyrireikar seg við fótbólti Hóast tað hjá mongum hevði fylt rættuliga nógv, at tey skuldu hitt onkran kongaligan ein av fyrstu døgunum, so tykist hetta ikki verða galdandi hjá Magnusi. Hann hevur nógv annað at rokast við. Magn- us spælir fótbólt vesturi í Vágum við SÍF saman við ikki færri enn ellivu øðrum vestmannadreingjum, og leygardagin skal hann vestur at spæla dyst. Familjan hjá Magnusi hevur fingið at vita, at tey skulu verða í Tinganesi mánamorgunin klokkan hálvgum tíggju, men um tað bert verður Magnus, ið skal heilsa upp á drotningina úti í Landsstýrinum, ella um øll familjan sleppur við allan vegin, vita tey ikki enn. Tað er tó greitt, at tey fara øll fimm við til Havnar. Er onkuntíð á bryggjuni Síðani óhappið á bryggjuni í Vestmanna, tá ið Tórur súkklaði á sjógv, og Magn- us leyp á bláman og bjarg- aði honum, hevur Magnus ikki verið so ofta aftur á bryggjuni á súkklu. Pápi Magnus, Jóan Pauli, sigur, at Magnus tó dámar ógvuliga væl at fara oman á bryggjuna at fiska, og tá letur hann seg altíð í bjarg- ingarvest, og tí bera tey ongan ótta fyri honum, tá ið hann fer oman. Ólavsøkudag í fjør, tá ið óhappið hendi, hevði Magnus frætt, at tað skuldu verða so nógvur fiskur at fáa niðri við flakavirkið, og hann var tí farin oman at kanna eftur, um so var, tí so ætlaði hann sær ein túr við tráðuni. Tá var tað, at óhappið hendi, sum tíbetur spældi væl av. Mamma Magnus, Marin, sigur, at Magnus tosar ikki so nógv um tilburðin long- ur, men onkuntíð tá ið hann er í bað, kann tað koma fyri, at tankarnir aftur fara at mala um hendingina á bryggjuni í Vestmanna ólavsøkudag í fjør. Ein til- burður, ið hevur við sær, at 9 ára gamli Magnus í Niðristovu Durhuus í Vest- manna mánamorgunin skal hitta hennara hátign Mar- gretu drotning eftir ynski frá drotningini. Barnakórið Dropar skal mánadagin syngja fyri teimum royalu, á lítlu saml- ingini, sum verður í Vágsbotni. Hósdagin høvdu tey ljóðroynd HOFF STOFF eydna@sosialurin.fo – Vit hava eina ljóðroynd, tí vit skulu syngja fyri drotn- ingini, prinsessuni og prinsunum, greiðir Sigrið Sivertsen, kórleiðari frá. Barnakórið Dropar av Tórshavnar musikkskúla, skal syngja í Vágsbotni, tá tey kongaligu steðga á at hitta býrðaslimirnar á torg- inum við Nólsoyar Páll. – Vit blivu spurd einaferð í farnu viku, og vit hava lagt eina skrá. Tað verða mest føroyskir sangir, men so eisini nakrir modernaðir enskir, sigur Sigrið. Í barnakórinum Dropum eru eini 24 børn frá 4.-6. flokk, og tey hava roynt mangt og hvat, hóast teirra unga aldur. – Sjálvandi eru tey spent at syngja fyri drotningini og Mary, men tey hava havt nógvar stórar framførðslur. Tey vóru m.a. við í sang- leikinum um Jósef, í Norð- urlandahúsinum, tá inn- savningarkvøldið var og í farnu viku var ein stór kon- sert í Mentanarhúsinum. So tey eru von við at framføra, sigur Sigrið. Mánadagin fara tey øll at vera í føroyskum klæðum, tá tey kongaligu koma framvið. Syngja fyri Mary Hósdagin hevði barnakórið Dropar, við Sigrið Sivertsen, ljóðroynd við Nólsoyar Páll. Tey skulu syngja fyri teimum kongaligu mánadagin – Eg eri eitt sindur nervøsur Drotningin er verji hjá felags- skapinum, sum letur Ingebøl- steypið, ið Magnus fekk fyri bragdið, tá hann bjargaði bróðrinum frá druknivan- lukkuni. Hennara hátign hev- ur tí biðið um at sleppa at heilsa upp á Magnus mána- morgunin kl 9:30 hjá løg- manni úti í Tinganesi Mynd: Jens Kristian Vang