Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juni 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 114 - 18. juni 2005 Stórt arbeiði er lagt í at fyrireika hesa kongaligu vitjanina. Serliga nógv er gjørt burtur úr, tí serstøk er løgd fyri drotn- ingahjúnini og ein serstøk skrá fyri knúnprinsahjúnini KONGAVITJAN Endaliga skráin fyri vitj- anina er nú løgd. Og niðan- fyri prenta vit skránna, sum vísir hvar drotninga- og krúnprinsahjúnini verða dag fyri dag. Mánadag – fyrrapart: Havn: Kongaskipið "Dannebrog" kemur á Havnina kl. 9 mánamorg- unin. Jóannes Eidesgaard tekur ímóti drotninga- og krúnprinsahjúnunum á Bursatanga. Havnar Hornorkestur spælir og Brandur Enni syngur. Fyrrapartin vitja drotn- inga- og krúnprinsahjúnini Landsstýrið í Tinganesi, og seinni Løgtingið. Tórshavnar Býráð tekur ímóti drotninga- og krún- prinsahjúnunum við stand- myndina í Vágsbotni og hugt verður at sluppuni Westward Ho. Síðani er Tórshavnar Býráð vertur við ein morgunmat í Müll- ers Pakkhús. Krúnprinsahjúnini vitja Margarinfabrikkina. Handað verða heiðurs- merki umborð á kongaskip- inum "Dannebrog". Mánadag - seinnapart Havn: Seinnapartin vitja drotningahjúnini Lands- sjúkrahúsið og nýggja ellis- og røktarheimið Tjarnargarður. Síðani verður vitjað á Fornminnissavninum og drotningahjúnini leggja grundarsteinin til Hoyvíkar kirkju. At enda verður vitj- að hús William Heinesens. Seinnapartin vitja krún- prinsahjúnini Dagstovnin á Hamrinum, Listasavn Før- oya og Færøernes Komm- ando í Mjørkadali. Um kvøldið er løgmaður vertur við ein døgurða í Norðurlandahúsinum. Kon- sert verður við Eivør Pálls- dóttir og Deja Vu, móta- sýning v. Guðrun og Guðr- un, eins og Borgný D. Pat- ursson. Annars hevur Tórshavnar Býráð eina lýsing í blaðn- um í dag, har meiri ná- greiniligt er sagt frá vitj- anini í høvuðsstaðnum. Týsdag - fyrrapart Sandur: Kongaskipið kemur á Sand. Páll á Reynatúgvu, borgarstóri við fylgi tekur ímóti drotninga- og krún- prinsahjúnunum. Vitjað verður í kirkjuni og bygdar- ráðshølunum. Týsdagin seinnapart Vágur og Trongisvágur: Kongaskipið "Dannebrog" kemur á Vág. Kirsten Strøm Bech, borgarstjóri tekur ímóti. Vitjað verður Ruth Smith savnið, sluppina Jóhonnu og Ullvirkið Sirri. Morgunmatur verður á Hotel Bakkin. Seinnapartin koma drotn- inga- og krúnprinsahjúnini til Trongisvágs, har Kristin Michelsen, borgarstjóri tekur ímóti. Vitjað verður í Gallerí Oyggin, fyrrverandi Kongaliga Einahandilin og Suðuroyar Sjúkrahús/Ellis og Røktarheim. Um kvøldið er døgurði í Ítróttarhøllini í Trongis- vági. Mikudag - fyrrapart Klaksvík og Viðareiði: Kongaskipið "Dannebrog" kemur á Klaksvík. Stein- bjørn Jacobsen, borgar- stjóri tekur ímóti. Drotn- ingahjúnini vitja Sambýlið á Heygnum, Norðoyatunn- ilin og Christianskirkjuna. Krúnprinsahjúnini vitja á Viðareiði har Árni Absa- lonsen borgarstjóri tekur ímóti. Í býráðshølunum í Klaks- vík hitta krúnprinsahjúnini australiarar, sum eru bú- settir í Føroyum. Morgunmatur verður í Skálanum í Klaksvík. Mikudag - seinnapart Fuglafjørður, Leirvík, Elduvík og Gjógv: "Brim- il" kemur inn á Fuglafjørð við drotninga- og krún- prinsahjúnunum. Sigurd Simonsen, borgarstjóri tekur ímóti. Koyrt verður til Leirvík- ar, har Dánjal Andreasen, borgarstjóri tekur ímóti. Vitjað verður á Bátasavn- inum og útgrevsturin Toftanes. Seinni seinnapartin vitja drotningahjúnini í Elduvík, har Rodmundur Nielsen borgarstjóri tekur ímóti. Rúni Brattaberg operasang- ari syngur. Krúnprinsahjúnini vitja norðuri við Gjógv, har Heð- in Zachariasen borgarstjóri tekur ímóti. Hósdag - fyrrapart Sørvágur, Gásadalur, Sandavágur, Mykines og Miðvágur: Kongaskipið kemur á Sørvág. Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri við fylgi tekur ímóti. Drotninga- og krún- prinsahjúnini vitja í Gása- dali, har frú Adela Jacobsen tekur ímóti. Drotningahjúnini vitja í Sandavági, har Rósa Samu- elsen, borgarstjóri tekur ímóti. Vitjað verður í barna- garðinum "Sóljugarður". Fyrrapartin vitja krún- prinsahjúnini í Mykinesi. Oskar Joensen tekur ímóti. Drotninga- og krún- prinsahjúnini koma til Miðvágs, har Napoleon Magnussen tekur ímóti. Morgunmatur verður í Miðvágs skúla. Hósdag - seinnapart Vágar og Danmark: Seinnapartin hósdagin verður tíðindafundur á Hotel Vágum. Fráferð við flogfari til Damarkar. Her vitja tey kongaligu