leygardagur 18. juni 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Skála-Tampere
Skála spælir
sítt spæl
- Vit ætla okkum
ikki at broyta upp á
okkara spæl, sigur
Skála liðskiparin,
sum tó roknar við
eini sera truplari
avbjóðing móti
finska Tampere
leygardagin kl. 18
UPPTAKT
Jákup Mørk
Leygardagin stendur fót-
bólturin á Skála fyri síni
higartil størstu avbjóðing.
Knappliga lopið frá botn-
til oddastríð í fjør hevði
við sær, at Skála í lands-
kappingini vann bronsu-
krónurnar, og hetta gav
eisini felagnum rætt til
luttøku í inter-toto kapp-
ingini. Ein luttøka, sum
skal standa sína roynd
leygardagin, tá finska
Tampere kemur á vitjan á
Svangaskarði.
Hevur ligið
frammarliga
Liðskipari hjá Skála í tí
dystinum verður vænt-
andi Pauli G. Hansen, og
hann dylir ikki fyri, at tað
er við spenningi, at teir nú
hava fyrireikað seg til
dystin.
- Hetta er jú ein sera
stór avbjóðing. Vit hava
sjálvandi roynt at savna
tankarnar um landskapp-
ingina og tær uppgávur,
sum vit hava her, og tað
haldi eg eisini hevur
eydnast. Men kortini, so
hevur verið tosað heilt
nógv um uppgávuna, sum
nú stendur fyri, heldur
hann.
Og tað er heldur einki
at ivast í, at tað hjá Paula
sjálvur verður spennandi
at taka lut í altjóða dysti.
Seinastu mongu umførini
hevur hann drigist við
skaða í lærkrikanum, og
hevur tí ikki fingið spælt.
Men mikukvøldið var
hann partur av einum
sterkum miðvølli í 4-0
sigrinum á KÍ, og hann
vónar, at tað verður pláss
fyri sær leygardagin.
- Eg havi sjálvandi
hugsað um hendan dystin,
meðan eg havi stríðst við
at blíva klárur. Og tað sær
so tíbetur út til at hava
eydnast, staðfestir Pauli.
Tað gjørdi tað hinvegin
ikki hjá Alexandur Johan-
sen, sum enn ikki hevur
spælt í ár. Hann hevur
drigist við argandi skaða í
knænum, og tó at vónin
var, at hann skuldi verða
tøkur til toto-dystirnar, so
hevur tað ikki eydnast.
Men í aðrar mátar tykj-
ast allir vera tøkir. Iulian
Florescu tók ikki lut í
venjingini á Toftum hós-
dagin, men teir rokna tó
við, at hann verður klárur
til dystin.
Spæla okkara spæl
Tá tosað verður um mót-
støðuliðið leygardagin, so
sigur Pauli alt fyri eitt, at
teir vita ógvuliga lítið um
hetta lið.
- Serbisku spælararnir
hjá okkum hava onkran
landsmann í Finnlandi, og
á tann hátt hava vit fingið
nakað at vita um liðið.
Men tað er eisini alt. Vit
hava roynt at fingið fatur
á onkrum videobandi,
men hetta hevur so ikki
eydnast.
- Men vit vita, at teir
liggja nummar tvey í
finsku deildini, so tað er
einki at ivast í, at talan er
um sterka mótstøðu.
Skála er nú eitt lið, sum
vanliga spælir sera fram-
rættaðan og positivan fót-
bólt. Roknar tú við, at tit
fara at spæla meira verju-
kent hesaferð?
- Tað er so ikki ætlanin
at broyta upp á okkara
spæl. Vit mugu royna at
spæla upp á tann mátan,
sum vit duga best. Okkara
møguleiki er so helst eis-
ini, um teir undirmeta
okkum eitt sindur, sigur
liðskiparin hjá Skála at
enda.
Nr. 114 • leygardagur • 18. juni 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Skála venjarin ætlar sær
at vinna
Fyrrverandi topp-
skjútti hjá VB er í
álopinum hjá Tam-
pere, sum í fjør rakk
triðja innleiðandi
umfari í UEFA Cup
INTERTOTO
Jóannes Hansen
Í kvøld klokkan seks fer
Skála Ítróttarfelag fyri fyrstu
ferð at stíga inn á altjóða
fótbóltspallin. Tá skulu teir á
Svangaskarði spæla ímóti
finska Tampere United, sum
eftir
tíggju
tey
fyrstu
umførini stríðist um fremsta
plássið. Teir hava vunnið
seks ferðir, tríggjar ferðir
hevur verið javnleikur, og
teir hava tapt eina ferð.
Mótstøðuliðið
hevur
dyggar altjóða royndir. Teir
hava seinnu árini luttikið í
europeisku kappingunum. Í
fjør rukku teir í triðja inn-
leiðandi umfarið, men av-
rikini kundu bent á, at teir
eru at tosa við. Í fyrsta um-
farinum spældu teir ímóti
felag úr Luksemborg. Tað
endaði báðu ferðirnar við
javnleiki, men Tampere helt
fram, tí teir høvdu skorað
fleiri mál á útivølli enn mót-
støðuliðið. So var mótstøðu-
liðið úr Aserbadjan. Teir
vunnu 3-0 á heimavølli og
taptu 1-0 á útivølli. Í triðju
royndini var OFK Beograd
mótstøðuliðið. Í Finnlandi
endaði tað við málleysum
javnleiki, og í Beograd vann
heimaliðið 1-0.
Á heimasíðuni hjá finska
felagnum vilja teir vera við,
at tað var altjóða luttøkan,
sum kostaði í heimligu
kappingini. Teir høvdu sett
nøsina upp eftir meistara-
heitinum, sum teir mettu
seg hava manning at vinna,
men seinni parturin av
kappingarárinum royndist
soltin, og so endaðu teir á
tiðja plássinum. Tí eru teir í
Intertoto í ár, og finska fel-
agið heldur seg hava góðar
møguleikar, nú teir skulu
royna seg ímóti føroyskum
felag.
Sæð við føroyskum eyg-
um er tað áhugavert at stað-
festa, at jugoslaviski Veli-
bor Kuponovic er ein av
álopsspælarunum. Tá ið
Tomislav Sivic í 1996
vandi VB, var hesin Kup-
onovic við honum í Vági,
og hóast tað kanska ikki
eru so mong, sum minnast
til hansara, so gjørdist hann
VB toppskjútti við níggju
málum.
Málverjin Mikku Kaven
verður mettur sum tann
besti í finsku kappingini.
Tá ið Finnland og Danmark
herfyri spældu vinardyst
vardi hann finska málið. Á
miðvøllinum er serliga at
leggja til merkis nummar
fjúrtan, Jarkko Wiss, sum
er afturkomin í fnskan fót-
bólt, eftir at hann í fleiri ár
hevur roynt seg í bretskum
fótbólti. Hann sigst vera
spælstýrari av tí góða
gamla slagnum.
Ætla at vinna
Johan Nielsen og hansara
menn vóru í fyrrakvøldið á
Svangaskarði og vandu.
Setningurin hjá roynda
Skála venjaranum, sum
áður fleiri ferðir hevur sagt,
at Europa Cup er eykaupp-
livilsi hjá spælarunum,
tykist vera størri hesa ferð:
- Vit ætla at vinna á
finska liðnum. Eg kenni
ikki so nógv til liðið, men
at fáa mótstøðulið úr Finn-
landi eigur at vera møgu-
leiki fyri okkum. Ein av
vinmonnunum hjá Nenad
spældi mikukvøldið ímóti
teimum. Úrslitið var 3-3,
og hann hevur sagt okkum,
at teir vóru í 4-3-3 útgangs-
støðu, og at teir vardu 4-5-
1, sigur Skála venjarin, og
hann heldur fram:
- Eg haldi, at okkara lið
er hampuliga væl fyri. Fys-
iskt kundu vit verið longri
frammi, men tað gongur
rætta vegin. At støðan ikki
er betri kemst av, at tað
gekk so long tíð, áðrenn vit
allir í felag høvdu møgu-
leika at fyrireika okkum til
nýggja kappingarárið, sigur
Johan Nielsen, venjari hjá
Skála, sum fleiri ferðir áður
hevur verið í altjóða stríði,
og sum ikki sigur seg minn-
ast jugoslaviska álops-
mannin, sum áður hevur
spælt við VB. Hann og vit
undrast á, at fótbóltsminnið
hjá okkum er so stytt, tí tá
ið Johan Nielsen í 1996
vandi HB, vann VB í triðja
umfarinum 2-1 í Gundadali
ímóti HB. Tomislav Sivic
skoraði fyrra málið, og júst
hesin Velibor Kuponovic
skoraði sigursmálið!
- Vit ætla at vinna á finska liðnum. Eg kenni ikki so nógv til liðið, men at fáa mótstøðulið úr Finnlandi eigur at vera møguleiki
fyri okkum, heldur Johan Nielsen