Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juni 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 18. juni 2005 21 NSÍ fer eftir næsta steypinum Annað vikuskiftið á rað skal NSÍ spæla steypa- dyst. Hesaferð á Eiði, har tey eisini vilja upp í part á sundalagsstevnuni. Hjá NSÍ fekk Sjúrður Jacobsen skaða undir venjing í vikuni, og hann verður tí ikki partur av hópinum. Tað rokna tey við, at Jústinus R. Han- sen verður. Tá vit seinast høvdu samband við NSÍ, vistu tey í øllum førum ikki at siga, um FSF hevði viðgjørt leikbann hansara, og tí varð rokn- að við, at hetta bara fevndi um tann eina dyst- ardagin, sum hann long- ur hevur sitið yvir. Eisini verður roknað við, at Kári Hansen er í hópinum, eftir at hann annars hevur verið úti við skaða størsta partin av árinum. Hjá EB/Streymi verður sagt, at allir mans eru tøkir. Hans Pauli Samu- elsen og Knút Vesturtún eru av álvara farnir at nærkast fimta gula kort- inum, men enn eru leik- bannini ikki farin at gera um seg í so máta. Aftur hesa ferð verður tað leigusveinurin úr B36, Magnus E. Poulsen, sum fer at verja málið hjá EB/Streymi. -jm Fuglfirðingar hava higartil í ár havt góðar royndir av suðuroyarferðum. Tvær ferðir hava teir verið í Vági, og nú er so ætlanin at triði sigurin á Eiðinum skal fáast til høldar. Tað hava tey í VB tó ongar ætlanir um. - Teir hava argað okk- um við at vinna tvær ferðir á rað. Og sigrarnir hava eisini verið teprir, so tað er ikki ógjørligt at broyta. Og hartil, so skulu vit altso hava trý stig, um vit skulu vinna okkum úr botninum, sigur Mortan í Hørg hjá VB. Hetta verður annars fyrsta ferðin, at Dragan Kovacevic skal standa á odda fyri VB í landskapp- ingardyst, síðani hann varð settur í leysa venj- arastólin, og so er spurn- ingurin, hvørt tað kann geva VB neyðuga skump- ið rætta vegin. Hjá ÍF tykist barometr- ið at venda rætta vegin, eftir at teir loksins hildu málið reint í seinasta heimadystinum. Tað verður eisini setningurin hesaferð, og so vóna teir, at tað skal bera til at vinna enn ein tepran sigur. Fritleif í Lambanum verður tó neyvan við í hesum royndum, eftir at hann fekk skaða í dysti fyri triðjudeildarliðið hjá ÍF seinasta vikuskifti. Og heldur ikki John Thomsen er enn komin fyri seg. -jm Nú skal Dragan royna seg Málleysi javnleikur- in í Grindavík ber við sær, at frástøðan til toppin øktist uppaftur meiri hjá KR og Rógva Jacob- sen, sum hesa ferð var miðframherji ÍSLAND Jóannes Hansen Mikukvøldið og hós- kvøldið vóru dystirnir í sætta umfarinum í bestu íslendsku deildini spæld- ir. KR var hóskvøldið í Grindavík, og úrslitið var málleysur javnleikur. KR spældi undan vind- inum í 1. hálvleiki. Tá høvdu teir fleiri møguleik- ar, men tað eydnaðist ikki at fáa mál. Rógvi Jacobsen var allar 90 minuttirnar á vøllinum. Hann var mið- framherji, og sambært heimasíðuna hjá felagnum fekk hann besta møgu- leikan í 1. hálvleiki. Rógvi royndi at temja og koma í eitt sindur betri støðu, og so varð hann taklaður. KR er niðanfyri miðj- una, men heimasíðan heldur, at avrikið hesa ferð var betri, enn tað var, tá ið teir taptu í Oyggjunum. Vónað verður, at dysturin í Grindavík var fyrsta stigið burtur úr lítið hugaligu gongdini, sum hevur verið hjá KR í fyrsta triðingin- um av kappingini. FH av Hafnafirði er framvegis oddalið við full- um stigatali. Hesa ferð vóru teir í høvuðsstaðnum og spældu ímóti Vali, og FH vann 1-0. Talan var um toppuppgerð, tí undan sætta umfarinum vóru tað bara hesi bæði feløgini, sum høvdu fingið fulla úrtøku. Nú er FH trý stig frammanfyri Val, og frá høvuðsstaðarfelagnum og aftur til eitt annað felag úr Reykjavík, Fylkir, og Keflavík eru tað fimm stig. Fylkir og Fram vóru í grannauppgerð í Reykja- vík, og úrslitið var 1-1 þróttur hølvaði botnliðið ÍBV av 4-0. Hjá ÍA gong- ur striltið. Á heimavøll- inum í Akranesi taptu teir hesa ferð 2-1 ímóti Kefla- vík. ÍA og KR hava sjey stig. Framvegis striltið hjá KR Steypadystur á Eiði Í samband við stevnuna í Hósvík, eru teir báðir lands-kappingardystirnir hjá besta kvinnu- og mansliðnum hjá EB/Streymi samstundis steypadystir. Báðir dystirnir eru tí eisini fluttir til leygardag, og spæla kvinnurnar móti FS Vágum kl. 15.00, meðan menninir hjá EB/Streymi fara a ttakast við NSÍ kl. 18. -jm Vagnur aftur skaddur Gøtumenn fara á vøllin eftir fjórða sigrinum á rað, tá HB kemur í Sarpisgerði sunnudagin. Talan verður sjálvandi ikki um lætta uppgávu, nú trífaldu meist- aranir vitja, men sum heild tykjast gøtumenn vera væl fyri til uppgávuna. Ikki minst nú Krzystof Pop- czynski er tøkur aftur, eftir at hann hevði leikbann, tá GÍ vann í Klaksvík seinasta vikuskifti. Hinvegin er Hans Pauli Samuelsen ikki tøkur. Hann hevur fingið lið- bandsskaða í knæið, og iva- samt er, nær hann verður tøkur aftur. Sámal Joensen er nústaðni komin veruliga í holt við venjingina aftur, og so er spurningurin, hvussu hansara leiklutur verður. Ivaleyst sleppur hann at byrja á beinkinum, men hinvegin er tað heldur ikki ringasti jokarin, sum ein venjari kann hava. Hjá HB er í øllum førum vist, at Vagnur Mohr Mort- ensen ikki er tøkur. Hann var annars júst við at koma veruliga fyri seg eftir skaða í rygginum, men nú er so ein nýggjur skaði, sum arg- ar. Hesaferð er tað fótinum, sum tað er galið við, og tí verður hann ikki tøkur. Í aðrar mátar verður tó roknað við, at flestu menn- inir eru tøkir. Bárður Mortansson hevur ligið sjúkur í vikuni, men roknað varð tó við, at hann verður tøkur. -jm B36 ætlar sær eftir øllum stigunum, tá TB kemur á vitjan í Gundadali. Undan dystinum, sum skuldi vera í Vági seinasta vikuskifti, var greitt, at árstalsfelagið nú hevði øll pappírsviðurskifti hjá brasilianska Wellington í rættlag. Tað merkir, at fel- agið nú er styrkt á álops- frontinum, har Allan Mørk- øre hevur verið góður vik- arur. Somikið góður, at venjarin hjá liðnum ongar ætlanir hevur um at flyta hann. - Allan hevur gjørt tað gott í álopinum, og at Well- ington nú er tøkur, merkir bara, at vit hava tríggjar góðar áleyparar. Og eg havi so ongar ætlanir um at flyta toppskjúttan aftur á vøllin, sigur Sigfríður Clement- sen. Hann sigur annars, at tey í B36 hava allar mans tøkar til uppgávuna sunnudagin. Og tað siga tvøramenn seg eisini hava. Einasta undantakið er Daniel Nyar- ko, sum hevur verið skadd- ur í eina tíð, men á aðrar mátar tykjast hvørki leik- bann ella skaðar at hótta hópin. -jm Allan framvegis áleypari