leygardagur 18. juni 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 114 - 18. juni 2005
Í Hósvík hava nógvir bátar
vant í hesi vikuni
Fleiri bátar standa í
neystum í Hósvík, og
aðrir hava í vikuni
verið í Hósvík og vant
undan aðru FM kapp-
ingini, sum verður á
skránni seinnapartin
í dag
FM KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Í Hósvík sita teir ikki og
trilla tumlar og bíða eftir, at
klokkan skal gerast trý
seinnapartin í dag. Men teir
siga seg vera klárar at taka
ímóti teimum 58 manning-
unum, sum hava boðað frá
luttøku í FM kappróðrinum
og teimum, sum ætla sær at
luttaka í barnaróðrunum.
- Vit hava nógv at liva
upp til. Undanfarnu ferðir-
nar, tá ið kappróður hevur
verið her í Hósvík, hevur
tað gingið upp á stás, og vit
hava verið fegnir um, at tað
á aðalfundinum hevur verið
tikið fram sum dømi um,
hvussu væl tað kann ganga.
Tað sigur Hans Jacob
Djurhuus, sum er formaður
í Hósvíkar Róðrarfelag.
Hann heldur, at umstøður-
nar eru góðar at rógva í
Hósvík.
- Hann sigur eitt lot og
kanska meiri enn tað av
suðri. Men eg vænti ikki, at
tað fer at bila. Tað er há-
summar, og henda vikan
hevur roynst væl til veður.
Kanska verður tað eitt sind-
ur av sirmi, men tað skuldi
ikki bila. Hvørki hjá rógv-
arunum ella hjá áskoðarun-
um, sum plaga at vera
nógvir, tá ið tað verður
kappast her hjá okkum.
Hvussu verður tað við
streymi?
- Her hjá okkum rekur
tað altíð suður. Men tá ið
veðrið er so gott, sum tað
hevur verið í hesi vikuni, so
merkja vit einki til streym,
og eg rokni ikki við, at
hetta fer at hava nakran
týdning fyri avrikini og
úrslitini í kappróðrinum.
Málini
Í Klaksvik varð róð á 1000
og 1500 metrum. Í Hósvík
verður umframt á hesum
teinunum eisini róð á 2000
metrum. Startmálið hjá 10-
mannaførunum er innanfyri
Blásenda, sum teir rópa tað,
ella sagt við øðrum orðum
yviri ímóti Selatrað. 1500
metra málið er í Buginum,
sum er frá Veðranesi og inn
ímóti Selatrað, og 1000
metra málið er á Veðranesi.
- Tað er sama manningin,
sum hevur tikið sær av at
fyrireika og leggja bátarnar,
síðani vit miðskeiðis í níti
árunum fyri fyrstu ferð
høvdu FM kappróður her
hjá okkum. Tað hevur rigg-
að væl, og vit eru lidnir við
stóru
fyrireikingarnar.
Fyrrapartin
leygardagin
fara vit at leggja fasta start-
in, og gongst tað, sum tað
plagar, so verður tað neyv-
an nakað bein í tí, heldur
formaðurin
í
Hósvíkar
Róðrarfelag.
Drátturin er við Thor,
sum heldur til á bryggjuni í
Hósvík. Har er gott øki at
seta bátarnar á. Róðrarfólk-
ini fáa at eta í bygdar-
húsinum í Hósvík.
Bíða eftir bátinum
Hósvíkingar luttaka við
kvinnum í kappingini mill-
um 5-mannafør. Tað gera
tær í Falkinum. Í barnaróðr-
inum luttaka hósvíkingar
við gentum og dreingjum.
Onnur manningin fer at
rógva við Falkinum, og hin
fer at rógva við Kolli, sum
teir hava lænt úr Kollafirði.
Í kappingini millum 6-
mannaførini luttaka hós-
víkingar. Tað er ikki við
Hósvíkingi, men í staðin
við Snopprikki, sum teir
hava lænt úr Hvalba.
Í fjør spentu hósvíkingar
seg út, tá ið Sámal Hansen
smíðaði teimum nýtt 6-
mannafar. Teir vóru á veg
til Skála at luttaka í bygdar-
stevnuni har, tá ið báturin
varð tikin av bilinum av
vindi. Hann fór so mikið
illa, at hann gjørdist vrak.
Tað var ikki hugsningur um
at umvæla hann aftur til
kapprógving.
- Tíbetur var báturin
tryggjaður. Vit bíløgdu
nýggjan bát, og vit rokna
við, at hann verður liðugur
eina ferð seinni í summar.
Inntil tá kappast vit við
Snopprikki, sum hvalbing-
ar hava lænt okkum, sigur
formaðurin
í
Hósvíkar
Róðrarfelag.
Hvalvíkingar og teir í
Streymnesi plaga at vera
óførir at luttaka í kappróðri.
Í ár eru teir ikki við. Ein
maður umborð á 6-manna-
farinum hjá teimum í Hós-
vík er úr Streymnesi. Ein er
úr Fámjin, og hinir eru úr
Hósvík.
Nógv ferðsla
Í hesi vikuni hevur nógv
ferðsla verið í Hósvík.
Fleiri manningar hava vant
á teininum, sum tað í dag
skal kappast á, og fleiri
bátar standa í neystum í
Hósvík.
- Vágbingur stendur í
neystinum
hjá
okkum.
Junkarin, Kollfirðingur og
Argjabáturin standa í øðr-
um neystum, og við hava
eisini sæð aðrar bátar her
okkurt kvøldið. Eitt nú
hava Nólsoyingur og Lóm-
ur verið her, veit Hans
Jacob Djurhuus at siga frá.
Í dag roknar róðrarfor-
maðurin í stevnubygdini
við, at tað verður nógv
ferðsla í Hósvík. Bæði á
sjónum og eisini á landi.
- Tað plagar at vera eitt
sindur trongligt eftir vegn-
um fram við róðrarøkinum,
meðan kappróðurin er. Men
vit hava nógvar parkerings-
vørðar, og royndirnar siga
okkum, at tað fer at bera til
at koma ígjøgnum, hóast
tað ivaleyst ikki verður so
lætt at sleppa framvið Hós-
vík, sum tað annars plagar
at vera.
Tættari kapping
Á Norðoyastevnu vóru
fyrstu FM stigini lutað út.
Sum tað plagar at vera, so
hevur tað eisini eftir hesa
Norðoyastevnuna
verið
tosað um, at tað er óheppið,
at tað ikki undan fyrstu FM
stevnuni er ein róður, har
tað verður kappast um plas-
eringarnar í fyrstu FM
kappingini.
Orsøkin til afturvendandi
umrøðuna av hesum er, at
lutur verður kastaður um,
hvussu bátarnir skulu liggja
á Norðoyastevnu. Í Hósvík
fara teir, sum stóðu seg best
í Klaksvík, at liggja mitt í
feltinum, og teir, sum vóru
nummar tvey og trý fara at
liggja hvør sínu megin
bátin, sum vann í Klaksvík.
Hetta ber við sær, at tað
verður lættari hjá rógvarun-
um og eisini áskoðarunum
at fylgja við í, hvussu
gongdin í róðrinum verður.
Í ítrótti og kappróðri er
tað soleiðis, at ein, sum ikki
hevur staðið seg nakað ser-
ligt, kann stinga seg fram
ímillum og gera ein vørr.
Tað er ikki óhugsandi, at
onkur, sum stóð seg minni
væl í Klaksvik, tí teir
kanska ikki vóru so væl
fyrireikaðir, í dag - tvær
vikur seinni - fer at bjóða
teimum, sum fara at liggja í
miðjuni, av í kappingini um
fremsta plássið og harvið
flestu stigini. Tað er sjarm-
an við ítrótti og ikki minst
kappróðrinum!
Dystir um vikuskiftið
Fótbóltur
Formula-deildin
Dagf
Dystur
Dómari
18.06 EB/S-NSÍ
Petur Reinert
19.06 VB-ÍF
Lassin Isaksen
19.06 GÍ-HB
Birgir Sondum
19.06 B36-TB
Eiler Rasmussen
2. deild
18.06 LÍF-B68
Sune Johansen
18.06 GÍ-AB
Regin Egholm
18.06 HB-Royn
Rúni Gaardbo
18.06 Sumba-B36
Jón K. í Brekkuni
18.06 B71-FSV04
Eiler Rasmussen
3. deild
19.06 B68-HB
Anton Skoradal
19.06 SÍ-Skála
Súni F. Barbá
19.06 Fram-NSÍ
Ransin N. Djruhuus
19.06 EB/S-VB
Eugen Voda
19.06 ÍF-KÍ
Rúni Gaardbo
1. deild kvinnur
19.06 EB/S-FSV04
Jan á Líðarenda
19.06 GÍ-AB
ÍF
19.06 KÍ-B36
Edvard Højgaard
Inter-Toto Cup
18.06 B68-Tampere
Kvinnurnar
manglaðu
Í yvirlitanum yvir start-
røðirnar á FM-róðrinum í
Hósvík var róðurin hjá 5-
mannaførum við kvinn-
um av misgávum dottin
burtur
ímillum.
Tað
merkir tó ikki, at eingin
róður er. Kvinnurnar
rógva sjálvandi eisini, og
verður tað í hesi startrøð.
1 Ørnin
2 Royndin Fríða
3 Frúgvin
4 Firvaldur
5 Drekin
6 Sílið
7 Blikur
8 Fípan Fagra
9 Junkarin
10 Ritan
11 Falkur
Hesaferð verður tað í Hósvík, at sundalagsstevnan verður hildin. Nógvar manningar hava í vikuni verið har á leiðini í venjingarørindum