Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juni 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 18. juni 2005 23 Raikkonen vinnur í Indianapolis Formel 1 koyring hevur verið aftur í Indiapolis síðan 2000. Aftan á ein steðg í 40 ár. Hetta er ein nýggj Indianapolis breyt, sum hevur eitt petti av tí heimskendu ovalbreytini sum ein part av breytini ÁÐRENN INDIANAPOLIS Niels Uni dam Ferrari hava vunnið fýra av teimum fimm koyringun- um, sum hava verið her, Michael Schumacher tríggjar ferðir og Rubens Barrichello eina ferð. Ein- asta lið sum hevur megnað at vinna á Ferrari á nýggju Indianapolis er McLaren Mercedes. Tað var, tá tví- faldi heimsmeistarin, finn- in Mika Hakkinen, í 2001 tók sigurin. Hóast Ferrari høvdu tveir bilar á skammilinum sein- as, er ivasamt, um Ferrari vinnur hesuferð, So eru sannlíkindini størri, at ein finni í einum McLaren vinnur. Kimi Raikkonen, vann í Kanada og hevur seinastu nógvar koyringar- nar tykst sera skjótur. Hann hevur alt at berjast fyri. Heimsmeistaraheitið er aft- ur meira opið, aftan á at Al- onso rendi á í Kanada, nú eru einans 22 stig ímillum teir báðar. Fernando Alonso og Renault byrjaðu árið sera sterkt, men hava ikki verið líka sannførandi seinastu koyringarnar, men við hepni hevur Alonso alíka- væl megnað at skava stig innundir seg. Í Kanada varð hann tó so trýstur, at hann breyt sær bilin í eini ákoyr- ing. Alonso er ikki eins stórur favorittur til heims- meistaraheitið, sum fyri fáum vikum síðan. Liðfelagin hjá Alonso, Giancarlo Fisichella megn- aði eisini fyrstu ferð síðan ársins fyrstu koyring, at seta Alonso uppá pláss. Áðrenn bilurin hjá óhepna Fisichella fekk tøkniligar trupulleikar. Montoya var eisini sera sannførandi í Kanada og lá á fremsta plássi eina løtu, men orsakað av fyrst kleyv- arskapi hjá liðnum og síð- ani egnum kleyvarskapi tá hann koyrdi út á breytina meðan reytt ljós var, varð hann diskvalifiseraður. Hann var skjótari enn Raik- konen, og kann gott gera ein vørr. Hann hevur eisini nógv at prógva, árið hevur verið øðiliga soltið fyri kolumbiumannin. Williams BMW fingu annað pláss í næst- og triðj- seinastu koyringini, men skuffaðu illa í Kanada, har teir bert fingu 13. og 14., byrjunarstøðu, Mark Web- ber kom á mál á 5. plássi, meðan Nick Heidfeld slett- is ikki kom á mál.Tey eru tí sera áhugaði í at fáa gongd aftur á stríðið fyri liðmeist- araheitinm, og kunnu kanska gerast ein jokari. Red Bull Racing fekk tveir bilar í stigini seinastu viku, og hevur hesa vikuna ein nýggjan motor, sum sambært liðnum kann megna at skera 3-4 tíggj- undapartar av einum sek- undi av hvørjum umfarið, hetta kann gera liðið enn meira kappingarført, og tað verður spennandi at fylgja við hetta vikuskiftið. BAR-Honda fingu fyrstu byrjunarstøðu í Kanada, og Jenson Button var væl við í stríðnum um oddasessirnar, til hann breyt sær bilin. BAR hava ferðina, og kunnu kanska gleða nakrar av amerikansku íleggjarunum hjá British American Rac- ing við einum góðum úrsliti, og ársins fyrstu stigum. Flest allar Formel 1 heimasíður spáa at Raik- konen vinnur í Indiana- polis. Raikkonen sjálvur væntar eitt gott úrstlit, tí bilurin hjá McLaren egnar seg, sambært honum betur til hesa breytina enn til t.d. breytina í Montreal. v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 HB 12 8 - 1 - 3 32 14 18 25 2 Skála 13 6 - 5 - 2 27 15 12 23 3 B36 11 6 - 4 - 1 16 5 11 22 4 NSÍ 12 5 - 4 - 3 18 14 4 19 5 EB/Streymur 12 4 - 4 - 4 12 19 -7 16 6 KÍ 13 4 - 2 - 7 20 21 -1 14 7 GÍ 12 4 - 1 - 7 17 21 -4 13 8 ÍF 12 3 - 4 - 5 14 26 -12 13 9 TB 12 3 - 3 - 6 12 20 -8 12 10 VB 11 2 - 2 - 7 6 19 -13 8 2. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 B71 6 5 - 0 - 1 16 5 11 15 2 B68 6 5 - 0 - 1 25 3 22 15 3 FSV04 6 5 - 0 - 1 19 3 16 15 4 AB 6 3 - 1 - 2 12 13 -1 10 5 LÍF 6 3 - 0 - 3 26 15 11 9 6 HB 6 3 - 0 - 3 15 14 1 9 7 Royn 6 3 - 0 - 3 9 23 -14 9 8 Sumba 6 1 - 0 - 5 15 30 -15 3 9 B36 6 0 - 2 - 4 6 13 -7 2 10 GÍ 6 0 - 1 - 5 6 30 -24 1 Støður, Formel 1 Koyrarar Navn Land Merki Stig Fernando Alonso Spania Renault 59 Kimi Raikkonen Finnland McLaren 37 Jarno Trulli Italia Toyota 27 Nick Heidfeld Týskland BMW-Williams 25 Michael Schumacher Týskland Ferrari 24 Mark Webber Australia BMW-Williams 22 Rubens Barrichello Brasil Ferrari 21 Ralf Schumacher Týskland Toyota 20 David Coulthard Stórabretland Red Bull 17 Giancarlo Fisichella Italia Renault 17 Juan Pablo Montoya Kolumbia McLaren-Mercedes 16 Felipe Massa Brasil Sauber-Petronas 7 Alexander Wurz Eysturríki McLaren-Mercedes 6 Jacques Villeneuve Kanada Sauber-Petronas 5 Pedro de la Rosa Spania McLaren 4 Christian Klein Eysturríki Red Bull 4 Vitantonia Liuzzi Italia Red Bull 1 Bilar Merki stig Renault 76 McLaren 63 BMW-Williams 47 Toyota 47 Ferrari 45 Red Bull 22 Sauber-Petronas 12 Seinastu nógvu koyringarnar hevur Kimi Raikkonan tóktst sera skjótur, og hann má tí roknast sum kanska heitasti favoritturin av vinna Mynd: Reuters Umferðir: 73 Breytarlongd: 4,192 Skjótast umferð: Rubens Barrichello(Ferrari), 1 m 10,399 s Longdin á koyringini: 306.016 Núverandi koyrarar sum hava vunnið á Nürburgring: Michael Schumacher 2000, 2003, 2004(Ferrari) - Rubens Barrichello 2002 (Ferrari) Kelda www.forix.com FAKTA UM INDIANAPOLIS