leygardagur 18. juni 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 114 - 18. juni 2005
25
Hús
snorri@sosialurin.fo
Heim
&
Innihaldið av turrevnum
sigur nakað um dygdina í
træverjuni og um hald-
barið. Við dupultari nøgd
av turrevnum í mun til
vanligu málingina, kunnu
tær nýggju framleiðslur-
nar hjá Pinotex Plus ikki
skýrast annað enn ein
kollvelting.
MÁLING
Pinotex vóru teir sum komu
við nútíðar træverjuni – og
tað í ein slíkan mun, at
nógv í dag brúka hetta sum
eitt orðafelli, tá tey viðgera
træið: - Vit pinotexera træ-
verkið!
Nú er eitt nýtt ættarlið av
Pinotex til reiðar við eini
heildekkandi og við eini
gjøgnumskygdari útgávu,
har dentur er lagdur á størri
dýpd og betri verju.
Samstundis hevur tann
nýggja Pinotex Superdec
Plus eini ótrúlig evni at
dekka, og er haraftrat sera
løtt at smyrja á træið.
- Hetta eru bestu tíðindi,
bæði fyri træverkið og fyri
húsaeigarar, síðani vit byrj-
aðu við Pinotex fyri meiri
enn 40 árum síðani, sigur
menningarleiðarin
hjá
Pinotex í Danmark, Jørgen
H. Olsen.
Hann sigur, at umframt ta
góðu verjuna, so hevur
Pinotex Plus eisini eitt sera
langt haldbari. Hon heil-
dekkar heilt upp í 12 ár, og
tann gjøgnumskygda upp í
sjey ár.
Føroyskt veðurlag
Aftanfyri
hetta
liggur
gransking og royndir í eitt
longri áramál. Við hesum
royndum er innihaldið av
turrevnum
komið
heilt
uppá 60% - dupult so nógv
sum í vanligari træverju.
Høga innihaldið av turr-
evnum, saman við betri
innsókn í træið, gevur eina
sterkari
yvirflatu,
sum
varðveitir sín glans og lit ár
eftir ár.
Pinotex Plus er roynd
undir bestu – ella ringast –
hugsandi umstøðum, fyri at
tryggja at hon veruliga
verjir træið, bæði betri og
longur móti sól, regni,
vindi, kavaódn, frosti og
øðrum. Hetta er júst slíkt
veðurlag, sum eru viðkom-
andi her á landi.
Bæði tann heildekkandi
og tann gjøgnumskygda
málingin fáast í mongum
vøkrum litum.
Bæði stór og smá arbeiði
– Vit hava
tað fínt
Hóast tey eru ung, so hava
norsku Rune Ness (23) og
Stinge Haugsbø (21) bygt
sær stór hús í norska bý-
num Førde og hava har-
aftrat keypt sær tveir
bilar.
– Vit hava valt at byrja
tíðliga við láni, men tað
merkir so aftur at vit
niðurgjalda tað, meðan vit
framvegis eru ung.
– Nú hava vit bæði hús,
bil og alt tað, sum vit hava
tørv á, sigur Rune við
norska blaðið VG. Tá tey
skuldu byggja hús teirra í
trimum
hæddum,
har
hvør var 100 fermetrar,
settu tey seg í samband
við fleiri bankar. Tað var
kortini bert tann lokali
bankin, sum vildi veita
teimum lán, tí teir hildu
tað vera positivt at eitt
ungt par vildi seta føtur
undir egið borð.
– Vit hava 1,5 mió. í
láni í húsinum og nakað
av láni í bilunum. Megin-
partin av lønini fer til
húsið, og vit brúka ikki
pening uppá annað enn
tað, sum vit skulu. Vit
vóru ikki heilt vís í um vit
kundu lána so nógv, men
vit settu tó upp eina
fíggjarætlan
framman-
undan, sigur hann.
Parið, sum gjørdust for-
eldur fyri fýra mánaðum
síðani, hevur tikið hædd
fyri rentuvøkstri og hava
bundið
rentuna
uppá
helmingin av láninum í 10
ár. – Nú kann eg koma
heim frá arbeiði, seta meg
niður í sofuna og hugsa:
Alt hetta er mítt. Tað er
ein góð kensla, sigur
Rune Næss.
Stinge Haugsbø og Rune
Ness, saman við dóttrini
búgva í nýggjum húsum
(Mynd: VG)
- Fyrr smíðaðu vit
mest sethús. Men nú
er talan meiri um
størri arbeiðir, sigur
timburmaðurin, Jan
Mohr úr Fuglafirði
HANDVERK
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Gøta: - Vit hava nokk at
gera beint nú. Ja, vit hava
faktiskt tað, sum man skal
brúka.
Uppi í einum stilladsi í
Gøtu stendur fuglfirðing-
urin, Jan Mohr. Í dag er
talan um at gera klárt at
seta eina takrennu í. Men
dagliga er hann við í nógv
størri arbeiðum enn hetta.
Jan hevur nevniliga einar
10 mans í arbeiði, og er í
løtuni ein partur av einum
størri arbeiði í Fuglafirði
og einum størri arbeiði í
Runavík.
- Fyrr arbeiddu vit mest
við sethúsum. Men ta sein-
astu tíðina hevur tað mest
verið slík størri arbeiðir,
sum hesi, sigur hann.
Stór arbeiði
Henda dagin vit vitjaðu
Jan, var hann í ferð við at
rigga hesi húsini hjá ommu
síni í Gøtu til tann stóra
føðingardagin.
Omma
hansara er ikki ein og hvør,
tí nakað eftir vitjanina fylti
henda konan, Mia á Støðini
100 ár.
Teir høvdu framman-
undan skift takið út, og nú
var túrurin so komin til
úthangið og takrennurnar.
Tey størru arbeiðini, sum
Jan er við í, er í fyrsta lagi
at gera ein nýggja deild til
Føroya Sparikassa í Fugla-
firði. Hetta arbeiði skal
verða liðugt í ár.
Samstundis við hetta eru
menn hjá honum við í
arbeiðinum at víðka um
Røktar- og Ellisheimið í
Runavík við 24 íbúðum.
Hetta arbeiðið skal verða
liðugt í mars mánað næsta
ár.
– Í løtuni hava vit ikki
onnur størri arbeiði fyri
framman. Men sum er, eru
vit bookaðir hetta árið út og
nakað inn í næsta ár eisini,
sigur Jan.
Í dag er talan
um eitt minni
arbeiði hjá Jan
Mohr, her hann
setur takrennu í
hjá ommu síni,
Miu á Støðini í
Gøtu. Men
annars eru
hann og hans-
ara menn í ferð
við tvey størri
arbeiðir í
Fuglafirði og í
Runavík
Mynd: Bárður
Besta træverjan til okkara veðurlag