leygardagur 18. juni 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 114 - 18. juni 2005
Aftur í ár verður skipað fyri
villblómudegi í Føroyum.
Fjórða árið á rað verður
tiltakið skipað sum eitt
felags norðurlendskt tiltak.
Fyrireikararnir tað fyrsta
árið vóru plantufrøðifeløg-
ini í Danmark, Noregi og
Svøríki. Annað árið komu
Finnland, Grønland og Før-
oyar við, og í fjør kom Ís-
land eisini við. Plantufrøði-
feløg og aðrir plantufrøði-
stovnar hava staðið fyri at
fyrireika. Í Føroyum hevur
tað verið Plantudeildin á
Føroya Náttúrugripasavni,
sum hevur staðið fyri til-
takinum, og fer hon eisini
at gera tað í ár.
Stigtakari til felags norð-
urlendska tiltakið er Dan-
mark, har tey hava skipað
fyri villblómudegi í 17 ár á
rað.
Tiltakið hevur verið heilt
væl vitjað av fólki í øllum
aldri. Tríggir túrar vóru í
Føroyum fyrsta árið, og
annað árið vóru sjey. Í
miðal vóru 20 fólk á hvørj-
um túri. Samanborið við
luttakaratølini
í
hinum
londunum hevur undir-
tøkan verið rímiliga góð.
Í ár verður skipað fyri
fleiri túrum kring landið
sunnudagin 19. juni. Tað
hevur eydnast okkum at fáa
fatur á fólki, ið kunnu vera
leiðarar á einum túri í
Sandoynni, einum í Eystur-
oynni og einum í Norður-
oyggjum,
tveimum
í
Streymoynni og einum í
Suðuroy. Sostatt verður
aftur skipað fyri 6 túrum í
ár. Hesir verða:
Kl. 10.00
Suðuroy, møtið við skúlan í
Trongisvági, leiðari: Niels
Jacobsen (tlf: 372082)
Streymoy,
møtið
við
tyrlupallin úti við Strond í
Tórshavn, leiðari: Anna
Maria Fosaa (tlf: 212306)
Streymoy,
møtið
við
parkeringsplássið hjá Eik-
ini við Sandá í Tórshavn,
leiðari: Magnus Gaard (tlf:
520419)
Sandoy, møtið í Trøðum,
leiðari: Sigga Rasmussen,
(tlf: 215929)
Kl. 14.00
Eysturoy, møtið við fót-
bóltsvøllin á Eiði, leiðarar:
Guðrun og Jens Petur
Gaard (225587)
Norðuroyggjar, møtið úti
í Grøv, leiðari: Kári Purk-
hús, (tlf: 757840)
Tilmelding er ikki neyð-
ug.
Fólk hava sum heild
verið sera væl nøgd við
túrarnar, og veðrið hevur
hilnast væl. Í miðal hava vit
sæð eini fimmti ymiskar
plantur í teir tveir tímarnar,
ið túrurin vardi.
Um tit hava hug at koma
við, so haldið tykkum ikki
aftur. Túrurin gevur góðar
møguleikar at fáa meira at
vita um villan plantuvøkst-
ur í Føroyum, og eingin
forkunnleiki til plantur
krevst.
Ein túrur út í náttúruna
verður meiri áhugaverdur,
jú meira ein veit um tað, ið
ein sær. Veitst tú, hvussu
planturnar eita, eitt sindur
um teirra búøki, útbreiðslu,
tíðleika, lívfrøði, hvat tær
hava verið nýttar til, og um
tær kanska verða nýttar
enn, jú meira fært tú burtur
úr einum túri í náttúrini. Alt
hetta fært tú meira at vita
um á villblómudegnum.
Skráin liggur eisini á
heimasíðuni hjá Føroya
Náttúrugripasavni:
www.ngs.fo
Villblómudagur verður sunnudagin
Lærlingur
til el-heilsølu okkara
pf Leif Mohr Hoyvíksvegur 53 Postboks 3100 FO-110 Tórshavn Tel 351220 Fax 351230 lm@lm.fo www.lm.fo
Søkt verður eftir einum lærlingi, at byrja 1. august 2005.
tær eina fjølbroytta og áhugaverda útbúgving innan handil.
Tað starvast umleið 50 fólk í samtakinum, og kemur tú at
taka tær av alskyns uppgávum. Sum lærlingur hjá okkum
fært tú gott innlit í nógv viðurskifti, so sum kundarøkt og
samskifti, sølu av el-lutum, innkeyp og móttøku av vørum,
sending og útkoyring av vørum og annað fyrifallandi
arbeiði.
Sum lærlingur lærir tú eisini at brúka allar hentleikar, ið
hoyra til eina nútímans fyritøku, so sum internet, e-mail,
okkara starvsfólka-skipan, EDV v.m.
Vit kunnu eisini bjóða eitt áhugavert arbeiðspláss í
menning.Vit hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, har tú fært
møguleika fyri at seta títt persónliga merki á arbeiðið.
Harumframt eru góðir skeið- og eftirútbúgvingarmøguleikar.
Tað er ein fyrimunir um tú:
· Hevur FHS, HH-útbúgving ella líknandi
útbúgving.
· Hevur kunnleika til teldur.
· Kanst arbeiða sjálvstøðugt.
· Hevur góð samstarvsevni.
· Ert arbeiðssamur, røkin og fyrikomandi.
um starvið við at venda sær til Leiv Holm (lh@lm.fo) ella
Petur Sørensen (ps@lm.fo) á telefon 35 12 20.
saman við avritum av próvskjølum og upplýsingum um
arbeiðsroyndir, útbúgving v.m. skulu vera P/F Leif Mohr,
postboks 3100, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi
27. juni 2005.
Vit bjóða
Krøv til umsøkjaran
Meira fæst at vita
Umsókn
P/F Leif Mohr varð stovnað í 1935 og bjóða vit okkum fram sum heildar-
veitari innan el-útbúnaða. Við 70' ára royndum eru vit tann størsta og
mest framkomna fyritøkan av sínum slag í Føroyum, og kunnu bjóða alla
tað tænastu, sum nútíðin krevur av einari el-heilsølu. Harafturat kunnu vit
við LM handlinum bjóða alt tað nýggjasta og dygdarbesta innan eltól og
elútbúnað. P/F Leif Mohr hevur, við atknýttum feløgum, í dag 50
starvsfólk.
PFLEIF MOHR
HOTEL VÁGAR
THE AIRPORT HOTEL
***
HOTEL VÁGAR
hvønn leygardag frá 18. juni
Vit bjóða meira enn 30 ymiskir
føroyskir serrættir -
her kanst tú m.a. finna
Til størri tiltøk kunnu vit skipa fyri
føroyskum dansi og onkrum mentanarligum
Borðbílegging á
tel 309090 ella reception@ff.fo
Tvøst
Spik
Øður
Skerpikjøt
- og nógvir aðrir serrættir so sum
Grindagrýta, Lambaryggur, Oksaháryggur,
Dunnubringa, Reyðtunga, Kalvi, Laksur,
Kongafiskur, Saltfiskur...
FLOGFELAG FØROYA · SØRVÁGUR ·
TEL 33 29 55 · FAX 33 23 10 · T-Postur: hotel@ff.fo
Stór føroysk buffet
- bert fyri kræsnir gómar
MASKINVERKSTAÐUR & SMIÐJA
Á Hjalla 15 – Boks 1338 – FO 110 Tórshavn
Tlf. 31 58 90 – Fax. 31 35 00 – mail: henrik@alma.fo
Neyðventilatión / flytan av luft - Vortex
Høgt trykk (560 Pa) og 3600 m3 um tíman.
Slanga kann setast til (305 mm).
Kann millum annað brúkast til ventilatión -
- aftaná eldsløkking.
- at turka bygningar.
- tá arbeitt verður í tangum.
- tá arbeitt verður við vandamiklum evnum.
Slanga til Vortex: 7,6 mtr. Kr. 4.750,- við mvg.
Kr. 7.350,- við mvg.
Teir báðar tímarnar, sum túrurin varar, hava tey vanliga sæð
eini fimm ymiskar villblómur