Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-18, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juni 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 • Vikuskiftið 18.–19. juni 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo At flýggja frá politikki í grundlóg Tinghellan síða 39 ????????? Heri Simonsen Var í Svøríki 20. - 28. mai. Svøríki hevur tann fyrimun fram um flest onnur lond á evropeiska meginlandinum, at landið hevur ikki verið herjað av kríggi í fleiri øldir. Ein av mongum jaligum avleiðingum er, at nógvir gamlir bygningar, hús, borgir og skansar eru væl varðveitt. Men tað er ikki bara søgan síðstu 400-500 árini, sum eru væl varðveitt, sum søga í Svøríki. Søga sum er 1.000 ára gomul og eldri er eisini varðveitt! Eskilstuna Í Södermanslandi vestanfyri Stockholm liggur ein av teimum stóru provinsbýunum, nevnliga Eskilstuna. Eskilstuna hevur verið kendur í Svøríki seinastu 3-4 øldirnar fyri sítt smiðjuvirk- semi, koparsmiðjur og jarn- smiðjur. Ein 350 ára gamal smiðju-býlingur er varðveittur í hjartanum í Eskilstuna. Keypti har ein hondgjørdan filétknív við elgahornsskafti, eitt væla hand- verk gjørt í einum søguligum, aldargomlum, siðbundnum umhvørvi. "Sigurdsristningen" Koyrir man ein stuttan tein úr Eskilstuna út í skógarlendið kemur ein til "Sigurdsrist- ningen". Høvdu føroyingar navn- givið helluna æt hon óiva: "Sjúrðarhellan". Talan er um eina risastóra hellu, sum er umkrans- að av skógi. Á sjálva helluna er rist við tekningum kenda søgnin um Sjúrð, Grana og Regin Smið, sum føroyingar kenna so væl frá kvæðunum. Søgufróð fólk hava endurgivið rúnurnar og mynd- irnar á einari talvu beint við helluristingina. Her kann ein so við reyðum rúnum og tekningum á hvítari bakgrund fáa endur- givið klárt og týðiliga tað sum er rist á helluna fyri umleið 1.000 árum síðani. Aðrastaðni í Evropa verður kenda søgnin nevnd: "Niebelungen" ella "Völsunga- sagan". Í Miðevropa verður Sjúrður mangan nevndur Sigfrid. Søgnin um Sjúrð og Regin Smið rist á svenska hellu! Skamt uttan fyri svenska býin Eskilstuna liggur "Sigurdsristningen" Sigurdsristningen" er ein stór hella" Hóast 1.000 ár eru liðin, eru tekningar og rúnir væl varðveitt! Soleiðis ganga sagnirnar aftur!