leygardagur 18. juni 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 114 - 18. juni 2005
SLUPPFERÐ
Kristian Martin Petersen
Fuglafirði
Greinskrivarin teknaði seg sum
ferðamann á hesi ferðini, tó bara
yvir til Íslands, og verður her
endurgivið eitt sindur av tí, vit
upplivdu á túrinum yvir. Uttan at
hava verið sjómaður havi eg eins
og aðrir føroyingar tó hoyrt nógv
um hesa vandasigling - og hav-
andi í huga, at báðir abbarnir hjá
mær sigldu í krígsárunum og
nógvir av teimum, eg havi kent
eisini sigldu, so var ikki av veg-
num hjá mær at royna hesa leið-
ina at síggja ein lítlan part av tí
landi og sigling, teir undanfarnu
gjørdu fyri land og fólk okkara.
Á ferðini eru 15 mans. 6 av
teimum eru vágbingar, sum
manna sluppina. Ein av monn-
unum er 85 ára gamli Sigurd
Joensen úr Oyndarfirði, sum
sigldi við fiski øll krígsárini. Ein
annar eldri maður er skjótt 75
ára gamli Sigmund Hentze av
Sandi, sum stóran part av sjólív-
inum var við og átti Poll, sum
hoyrdi heima á Sandi. Meistarin
er úr Vági og hjálparmaður hans-
ara úr Klaksvík. Kokkurin er
politisturin úr Gøtu og restin av
manningini eru ferðafólk, sum
hvør á sín hátt hevur havt áhuga
í hesi ferðini.
Á ferðini vóru eisini 2 íslend-
ingar, sum tóku myndir og film
av øllum túrinum yvir, men teir
fara ikki við til Aberdeen. Eftir
ætlan vera teir tó í Vági, tá ið
"Jóhanna" kemur hagar, tá ið
hesin túrurin endar. Ætlanin hjá
íslendingunum er at selja filmin
til áhugaðar keyparar.
Hósdagur, 2. juni
Ferðin var løgd soleiðis til rættis,
at siglast skuldi av Vági 2. juni
stutt fyri miðnátt. Vit seks norð-
oyingarnir komu suður við
Smyrli seint á kvøldi og skuldu
beint umborð á sluppina í Vági.
Fráferðin var nakað seinkað, tí
fyrr um kvøldið var hol komið á
útstoytsrørið í maskinrúminum
og arbeiddu maskinmenninir við
umvælingini. Siglt var kl. 02.00
fríggjanáttina. Tá høvdu allir
reitt sær upp í koyggjuni. Teir
yngru rættu teimum eldru eina
hond við dýnunum. Ta einu
løtuna vóru vit 4 mans um eina
dýnu. Tó endaði hon á dúrkinum
og vit stóðu eftir við betrekk-
inum, ein maður á hvørjum horni
og hugdu upp á hvønn annan.
Men allir fingu stúva sær koddan
í koyggjuni, settu knæið móti
skipssíðuni og spentu ryggin
mótu koyggjulúkunum. So var at
liggja sum best, tí hann var eyst-
an í ættini og trongt í fjarðar-
munnanum. Ferðin út av Vágs-
firði tók 1 1/2 tíma. Síðani settu
við mesanin og løgdu norðuryvir
og fóru vesturum. Hildið var
fram við Vágalandinum og so
norður í Havið. Tað merktist, at
skipið var komið út í rúman
sjógv.
Fríggjadagur, 3. juni
Frískur vindur av eystri og
landnyrðingi var alla náttina og
fríggjadagin við. Fríggjamorg-
unin sóust oyggjarnar framvegis,
hann var eystligur í ættini og tað
rak uppí norðanfyri. Klyvarin og
fokkan blivu sligin undir og fekk
hetta skipið at vera róligari í
sjónum, tó at skipið rullaði nóg
mikið allan fríggjadagin. Á
døgverðamáli hevði kokkurin
fingið kókað nøkur epli og hitað
okkum knettir. Kokkurin lovaði,
at so leingi knetti lupu av fekst
onki annað til matna. Knettini
vardu samdøgnið út og væl tað.
Seint seinnapartin makaði hann
vindin, men um kvøldið var aftur
frískur vindur. Vit høvdu góðan
byr aftan tvørs og væntaði skip-
arin, at vit komu á Norðfjørðin
kl. 18-19 leygarkvøldið.
Leygardagur, 4. juni
Gott var at sigla um náttina, og
tá ið menn komu fram hendan
morgunin var slætt í sjónum og
sólskin, men bítandi kalt.
Nýggjar og gamlar søgur blivu
sagdar á lúkuni, og gott lag var
um alt skipið.
Kokkurin limaði nøkur stykki
av einum feskum krovi og fekk
allar at gleða seg til døgverðan.
Sýnið var gott hendan dagin, og
tá ið íslendska lambstjógvið var
etið aftur við eplum og góðari
sós var lag á manni at sita á
dekkinum og hvíla seg í góð-
veðrinum.
Eftir døgverða var land í eyg-
sjón, Eysturlandið. Vit sóu kava-
kladdar tindar koma úr sjónum
langt burturi. Nú vóru fleiri, sum
kendu tindarnar og firðirnar
ímillum teir. Vit sóu Breiðdals-
vík, Fáskrúðsfjørðin, lítlu oynna
Skrúður, Reyðarfjørðin, Seley,
Eskifjørðin, Gerpir, sum er
eystasti landoddi Íslands og
komu um seks tíðina um kvøldið
norður móti Barðsnesi ella
Horninum, sum er ytsta punkt á
syðra armi á Norðfjørðinum. Tá
ið vit sigldu inn á Norðfjørðin
sóu vit Dalatanga norðanfyri,
sum eisini er ein veðurstøð. Her
eru kendar leiðir og m.a. Sig-
mund Hentze av Sandi segði, at
teir plagdu at fiska á Glettinga-
nesgrunni norðanfyri her, og tað
hendi seg meira enn so, at teir
um kvøldarnar fóru við Polli inn
á firðirnar at keypa mjólk o.a.
frá einum bónda, sum altíð var
so sjela blíður við føroyingarnar.
Eisini fiskaðu teir í Seyðis-
fjarðardjúpi, á Hornfláki, Gerpis-
grunni, Skrúðsgrunni og mong-
um øðrum støðum, sum føroy-
ingar kenna.
Sigurd Joensen úr Oyndarfirði
mintist á gamlar dagar, tá ið
hann var smyrjari, og teir keyptu
fisk á Norðfjørðinum. Sigurd
kendi eisini bæði firðir og tangar
her um leiðir. Hugfarsligt var at
sigla, hyggjandi inn á land og
hugsa um tær løtur, sum nú bara
eru minnir hjá gomlum monnum.
Skiparin gjørdi av, at vit
skuldu leggja okkum á Mjóa-
fjørðin, sum er fyrsti fjørður
norðan fyri Norðfjørðin (Seyðis-
fjørður er beint norðanfyri
Søgulig ferð við Jóhan
Í ár eru 60 ár síðani seinna heimskríggj
endaði, og føroyingar góvust at sigla við
fiski í krígstíð. Í hesum sambandi hava
nakrir menn aftanfyri sluppina Jóhannu
tikið stig til eina ferð á somu leiðum, sum
vanligt var at sigla undir krígnum. Ferðin
er gjørd fyri at minnast søguna, leiklutin
hjá føroyingum undir krígnum og at
heiðra teir sjómenn, sum sigldu
vandasjógv - bæði teir, sum komu undan
við lívinum, familjurnar, sum lótu teir fara
av stað og teir, sum fórust í hesi sigling
Fokkan og klyvarin blivu tikin niður og skipið varð lagt stilt í fjarðarmunnanum at bíða