Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-18, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juni 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 18. juni 2005 29 Mjóafjørðin) at bíða eftir næsta degi, tí móttøka skuldi vera sunnumorgunin kl. 9, og var tá væntandi, at smábátafylgi fór at koma ímóti okkum. Fokkan og klyvarin blivu tikin niður og skipið varð lagt stilt í fjarðar- munnanum at bíða. Men á hes- um firðinum var onki samband við fartelefonina, sum nýggja tíðin krevur, og var tí farið suður um aftur og inn á Norðfjarðar- munnan at bíða - har var eisini gott samband við telefonina, so ringjast kundi og avtalur gerast um næsta dagin. Nú var nærum stilt umborð, maskinan í tóm- gongd og frammi í lugarinum trivu íslendingarnir og føroying- arnir í kendar, gamlar íslendskar vísur. Orð sum brøðratjóð og gamlir frændir vóru á lofti og onki var óført, tá ið samdandið millum Ísland og Føroyar um- ráddi. Hendan náttin gjørdist avbera friðarlig. Ein frálíkur svøvnur fyri allar, sum ikki vóru á vakt. Skipið livdi so passaliga róligt í sjónum og skjótt vóru allar lúkurnar drignar fyri. Teir, sum seinast komu í tyngd hoyrdu søtan tónleik frá skvatlinum uttanborða og rítingini innan- borða. Alt kom í harmoni og ikki vardi leingi fyrr enn øll ljóð hvurvu og náttin gekk, uttan at nakar visti av. Sunnudagur, 5. juni Tíðliga var gjørt klárt at sigla inn. Fokkan og klyvarin vóru aftur sett og maskinan bar okk- um inneftir. Skjótt sóust smá- bátar nærkast okkum innanífrá. Eitt føroyskt 4-mannafar, bygt í Kaldbak, og eitt seks-mannafar komu stimandi úteftir. Fleiri íslendskir útróðrar- og stuttleika- bátar komu aftaná. Í alt eini 12- 14 bátar fylgdu okkum inn eftir Norðfjørðinum og inn at bryggj- uni í Neskaupstaði, sum í dag hevur eini 1500 íbúgvar. Á bryggjuni var væl av fólki komið saman, tá ið vit um 9- tíðina løgdu at gomlu træbrúnni. Borgarstjórin heilsaði upp á manningina og beyð skipara við manning til ein góðan døgverða eftir guðstænastuna, sum skuldi vera kl. 11.00. Áðrenn farið varð í kirkju buðu Norðfirningar okkum øllum at koma niðan í svimji- hylin at fáa heita brúsu at fara undir. Nú var lag á manni, tí umstøðurnar umborð vóru ikki tær bestu undir túrinum, og als ikki tann seinasta teinin, tá ið greitt var, at vatnið var gingið undan. Nývaskað fór manningin í kirkju. 5. juni var sjómannadagur í Íslandi, og var nógv gjørt burturúr, bæði í býnum og í kirkjuni. Eitt íslendskt kór sang í kirkjuni, skiparin á Jóhannu fekk eina heilsan til skipið við eini rammu, har á skriftin er ein íslendsk sjómansbøn. Skiparin takkaði fyri og føroyska mann- ingin stóð uppi har frammi við altarið og sang føroyska sálmin "Slættasti sjógvur og brættastu bylgjur". Eftir guðstænastuna var góður døgverði á hotellinum í býnum, har borgarstjórin við kommununi var vertur. Høvi var at bera fram heilsanir, og nýtti skiparin á Jóhannu her høvi at bera eina heilsu til íslendsku vertirnar og alla íslendsku bróðurtjóðina. Skiparin handaði eina bókagávu til borgarstjóran og onnur umboð fyri býin. Borgarstjórin handaði síðani eina vakra gávu úr prýddum gróti sum eina heilsu til "Jó- hannu" og føroyingarnar allar, sum sigldu vandasjógv við íslendskum fiski. Á steinunum var áskrift við heilsu og farleiðin úr Vági til Norðfjarðar og síðani til Aberdeen var høgd í grótið. Skiparin takkaði hjartaliga fyri gávuna. Beint eftir døgverðan var farin omanaftur á bryggjuna, har Sjó- mannadagurin var hildin. Sjó- mannadagurin er einaferð um árið í Íslandi, og tá koma øll íslendsku skipini inn at liggja um vikuskiftið. Dagarnir eru sannir hátíðsdagar á landi, og vanligt er at gera ymiskt burturúr degnum í ymisku býunum. Hendan dagin nýta eisini fleiri høvi at heiðra gamlar sjómenn fyri teirra starv á sjónum, og fekk føroyski ferða- vinur okkara, Sigurd Joensen úr Oyndarfirði, eitt heiðursmerki fyri sítt verk á sjónum í vanda- sigling. Ein gamal skipari úr býnum fekk eisini eitt heiðurs- merki fyri sítt starv og at enda fekk skiparin á Jóhannu, Hans Jacob Joensen, handað eitt vakurt steyp við áskrift um serstaka tøkk fyri gott samstarv landanna millum og fyri tann leiklutin, sum "Jóhanna" hevur havt í samskiftinum millum londini bæði. Av sonnum ein stórur dagur fyri skiparan, "Jóhannu" og manning hennara. Á bryggjuni sýndi bjargingar- felagið eisini, hvussu fólk kunnu stjórast millum skip og land. 2 trossar vóru spentir millum pierin á gomlu træbrúnni og inn á land. Síðani dystaðust 2 lið um, hvør skjótast var at stjóra fólk ímillum. Eisini kvinnurnar royndi seg og komu niður í ísakalda sjógvin. Tað góða handalagið gjørdi, at tað tók ikki meira enn eitt eygablikk at fáa fólk ímillum pierin og landið, hóast frá støðan mundi vera einar 40 metrar. Eisini var kapp- róður á fjørðinum millum nakrar skipsmanningar. Sjómannadag- urin er ein hendingaríkur dagur, at líkna við eina góða bygda- stevnu her heima hjá okkum. Um kvøldið var aftur veitsla fyri manningini á "Jóhannu". Tá var greinskrivarin farin til Reykjavíkar, tí heimferðin til Føroya skuldi vera við flogfari longu á miðdegi dagin eftir. Ein frálíkur túrur við "Jó- hannu" til Íslands var at enda komin og takki eg skipara og ferðafeløgum fyri avbera góðar dagar umborð og ynski eg "Jóhannu" við manning Guds signing yvir á framhaldandi túrinum. nnu TG 326 til Íslands Á ferðini vóru 1. Hans J. Joensen, skipari,Vágur, 1955 2. Bjarni Brattaberg, stýrimaður,Vágur, 1948 3. Jógvan Krosslág, 2. stýrimaður,Vágur, 1941 4. Heri Simonsen, Nes,Vágur, meistari, 1955 5. Petur J. Højsted, 2. meistari, Klaksvík, 1934 6. Steintór Jasobsen, kokkur, Gøtu, 1954 7. Sigmund Hentze, Sandur, 1930 8. Sigurd Joensen, Oyndarfjørður, 1920 9. Jógvan Hentze, Gøtu, 1954 10. Jósvein Djurhuus,Vágur, 1934 11. Johan Toftum,Vágur, 1937 12. Knút Nolsø,Tvøroyri, 1930 13. Kristian Martin Petersen, Fuglafjørður, 1968 14. Hálvdan Theodorsson, Ísland, 1968 15. Fríðrikur Erlingsson, Ísland, 1962 Skiparin, Hans Jacob Joensen, við steypinum, sum hann fekk frá borgarstjóranum á Neskaupstaði