leygardagur 18. juni 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 114 - 18. juni 2005
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Ollerup: Klokkan er eitt um
náttina, sunnunáttina tann 24.
november 2002. Agnar Ellebye
Andersen stígur út úr reyða bil-
inum hjá einum starvsfelaga,
sum koyrir hann heim. Tey hava
verið úti og etið saman við
starvsfeløgunum á einum tón-
listarligum eftirskúla í Svend-
borg.
Klokkan er nú hálvgum seks
sama morgun, og Turid, kona
Agnar, vaknar á sofuni framman
fyri sjónvarpinum. Hon reisist.
Agnar er ikki komin heim enn.
Hon fer yvir ímóti vindeyganum
og hyggur út.
Agnar stendur mitt í garðinum.
Han klárar nóg illa at standa.
Blóðið rennur frá høvdinum og
niður eftir skjúrtuni hjá honum.
Turid ber skjótt at. Hon fer eftir
Agnari og fær hann inn um dyrn-
ar. Beint áðrenn hann missir
vitið aftur, hyggur hann upp á
hana og sigur:
" Eg elski teg."
Agnar verður fluttur á sjúkra-
húsið í Svendborg, har ógvuslig
skallabrot verða staðfest, og at
hondin eisini er illa brotin.
Læknajournalin vísir, at Agnar
hevur heili tíggju brot ymsa-
staðni á høvdinum. Stórar blóð-
samlingar eru fleiri staðni á
høvdinum og væta setur stórt
trýst á heilan. Hann er í lívs-
vanda og verður fluttur á sjúkra-
hús í Odense. Læknar eru alla-
tíðina tilreiðar at seta hol á, um
trýstið skuldi blivið ov nógv. Tað
er ikki vist, at Agnar yvirlivir, so
Turid verður biðin um at boða
familjuni frá. Hon fær eisini tey
boð, at um hann yvirlivir, verður
hann heilaskaddur fyri lívið.
Mín kroppur
Men Agnar vil tað øðrvísi. Hann
liggur á intensivari deild í
Odense í tríggjar dagar, áðrenn
hann verður mettur ikki at vera í
lívsvanda longur. Hann verður so
fluttur aftur til Svendborg. Hann
dugir onki. Kann ikki fara á
wcið sjálvur, fáa sær at eta sjálv-
ur ella nakað annað, sum hann
áðrenn tilburðin tók sum givið.
Tónleikurin, sum fyllir sera nógv
í hansara lívi, verður settur til
síðis í eina tíð. Tað er ikki hugs-
ingur um hjá honum at spæla
trompet ella guitar. Tað hevur
hann ikki motorik til. Men við
uppafturvenjing á einari deild í
Ringe og einum góðum vilja,
kemur Agnar seg skjótt. Í dag
merkir hann onki til skaðarnar,
sum hann fekk fyri hálvum triðja
ári síðani.
- Tað er líka handliðið, sum
kann gera eitt sindur fortreð av
og á, men annars merki eg onki,
sigur Agnar.
Hann heldur ikki, at tað verul-
iga gekk upp fyri honum, hvussu
álvarsom støðan var, tá hann
fekk boðini á sjúkrahúsinum.
- Eg hugsaði sum so, at tað
kann væl vera, at tey halda, at
tað stendur so illa til. Men tað
var eg, sum var í mínum kroppi,
og eg merkti ikki, at tað var so
álvarsamt.
Heimaftur komin, gekk tað
veruliga upp fyri honum, hvussu
álvarsamt tað var og kundi
verðið.
– Á sjúkrahúsinum var eg
vanur við, at alt gekk sína føstu
gongd, men tá eg kom heimaftur,
sá eg, hvussu torført eitt nú Turid
veruliga hevði havt tað av hes-
um. At hon stóð til at skula
standa púra einsamøll um alt ella
við einum, sum ikki kundi brúk-
ast til nakað, sigur Agnar, sum til
tíðir var sera troyttur av at vera
sjúklingur. Allatíðina at fáa at
vita, at hann mátti hvíla seg og
ikki gera ov nógv, varð til tíðir
ov nógv av tí góða hjá honum.
- Eg kendi meg minni verdan,
tí eg ikki bara kundi reisa meg
og gera tað, sum mær lysti. Men
eg byrjaði í smáum við at taka
eina hond við í matgerðini ella
uppvaskinum. Tað vóru smá stig,
greiðir Agnar frá.
Ólekkurt ikki at vita
Agnar veit ikki, hvat hendi hasa
náttina og hevur sligið seg til tols
við, at hann helst ongantíð finn-
ur út av tí. Men kortini spøkir
tankin oftani aftur í høvdinum á
bæði honum og Turid
"Hvat mundi veruliga henda
frá tí, at Agnar steig út úr bilin-
um um eitttíðina, til Turid sá
hann í garðinum klokkan hálvg-
um seks sunnumorgunin?"
Í einari roynd at endurskapa
støðuna, hava Turid og Agnar
roynt at gitt seg fram til, hvat
hendi.
Tá Turid fann Agnar lógu lykl-
arnir til úthurðina beint við hurð-
ina. Jakkin vendi á ranguni og lá
í túninum og við síðuna av hon-
um sigarettirnar.
- Útfrá hesum gita vit okkum
til, at eg eri komin til úthurðina
og eri í ferð við at læsa meg inn,
tá onkur tekur í meg aftanífrá og
skræðir jakkan av mær, greiðir
Agnar frá.
Meðan Agnar var til uppaftur-
venjing í Ringe, hugsaði hann
nógv um hesa vanlagnunátt. Men
óansæð hvussu hann so vendi og
snaraði tí, minnist hann ikki
longur enn til, tá hann steig út úr
bilinum.
- Tað er ólekkurt ikki at vita,
hvat hendi, sigur tónleikalærarin
róligur á málinum og leggur
afturat, at hann droymdi ofta um
tilburðin fyrstu tíðina aftaná.
Í dreymunum verður hann
Eitt spøkilsi í mínum lívi
Fyri hálvum triðja ári síðani varð
Agnar Ellebye Andersen úr Klaksvík
funnin tíðliga ein sunnumorgun uttan
fyri íbúðina hjá sær í Svendborg við
ógvusligum skallabrotum. Hann
minnist onki til hetta. Hóast hann í
dag hevur góðtikið, at hann ongantíð
finnur út av tí, spøkir tankin, um
hvussu hann fekk skaðarnar, javnan
aftur