Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-18, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juni 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 18. juni 2005 31 i álopin. Hann merkir spark í búkin og á høvdið. Og eitt ljóð, sum Agnar ímyndar sær, er skallin, ið brotnar, hevur hann fleiri ferðir hoyrt í sínum dreym- um. - Nú veit eg ikki, hvussu nógv dreymarnir tilpassa seg tankarnir hjá okkum, men dreymarnir gera, at tað virkar, sum eg havi upplivað tað, heldur Agnar fyri. Turid og Agnar settu seg eisini í samband við eina kvinnu í Noregi, sum møguliga kundi hjálpa teimum. Kvinnan hevur serlig evni og kundi siga Agnari, at hann varð koyrdur heim í einum lítlum, reyðum bili, og at tríggir ungir mans lupu á hann hesa náttina. - Hetta kundi hon siga mær, áðrenn eg yvirhøvur hevði sagt henni nakað sum helst. Hatta við bilinum passaði. Og hon váttaði tað, sum Turid og eg høvdu gitt okkum til. Men so hinvegin, veit eg kortini ikki við vissu, hvat hendi, sigur Agnar og yppir øksl. Longsul Í Ringe gekk Agnar til viðgerðir hjá fysioterapeuti og ergotera- peuti fleiri ferðir um vikuna. Hann fekk ikki spælt upp á nakað ljóðføri. Hetta gav hann sær ikki stórvegis far um í fyrst- uni. Vildi bara koma fyri seg sum skjótast. Men so við og við byrjaði hann at sakna tað. - Tá so pápi mín gav mær far- teldu, útvegaði eg mær eitt tón- leikaforrit, har eg kundi kompo- nera. Eg komponeraði eitt stykki, sum seinni fekk navnið Longsul, greiðir Agnar stillisliga frá og heldur fram, at tá hann ikki kundi spæla tónleik, so ráddi bara um at finna aðrar møgu- leikar fyri at fáast við tónleik. Hann hevur síðani brúkt hetta stykkið í sínum arbeiði sum tón- leikalærari. - Tað var longsulin eftir øllum, sum var íblásturin. At vera tann persónurin, sum eg var áðrenn, sigur Agnar. Tað er eitt undur, at Agnar yvirlivdi og endurvann sín før- leika. Hóast dapru spádómarnar hjá læknunum, hevði hann endurvunnið fullan førleika aftur eftir einans tíggju mánaðir. At tilburðurin hendi eina kalda novembernátt hevur havt stóran týdning sambært læknunum. Kuldin helt vætunisamlingini niðri. Høvdið hjá Agnari hovnaði ikki fyrr enn Turid hevði fingið hann inn um í hitan, tískil hevði onki trýst verið á heilan, meðan hann lá uttanfyri. - Hvat nú, um Turid ikki hevði hugt út handan morgunin? Um hon bara hevði staðfest, at eg ikki var komin heim og var farin í song, spyr Agnar hugsunar- samur. Venjingarnar gingu bæði skjótt og væl. Agnar heldur sjálvur, at ein orsøk til, at tað gekk so skjótt hjá honum at koma seg, er, at hann hevur so nógv at liva fyri. - Eg havi konu, børn, aðra familju, vinir og ikki minst tónleikin, leggur hann dent á. Men niðurtúrar vóru av og á. - Onkran dagin, tá tað hevði gingið rættiliga væl, kendi eg tað, sum eg kundi klára alla verðina. Tá vóru tað serliga tey smærru afturstigini, sum vóru hørð at góðtaka, minnist Agnar afturá. Betri hugburð til lívið Fimm mánaðir eftir tilburðin vitjaði Agnar fyrstu ferð aftur á tónleikaeftirskúlanum, har hann arbeiðir, og í august 2003 byrjaði hann aftur at arbeiða fulla tíð. - Tað var øgiliga hart í fyrst- uni, men eg kláraði tað. Eg vildi klára tað. Tað er bara eitt, sum Agnar angrar í dag. Hann meldaði ongantíð tilburðin til løgregluna. - Læknarnir í Svendborg spurdu okkum nakrar ferðir, men vit dugdu ikki at ímynda okkum, at tað kundi verið harðsskapur. Hví skuldi tað tað? Eg hevði jú ikki gjørt nøkrum nakað. Men eg angri tað í dag. Tað hevði kanska givið fleiri ábendingar um, hvat hendi, sigur Agnar. Torført var tað eisini fyri Agnar at fara út aftur í fyrstuni. Hann var ótryggur og hugdi altíð nógv eftir fólki á gøtuni at vita, um har var nakar, sum hugdi undarliga eftir honum. Um nakar lat til at kenna hann aftur og so framvegis. Men so við og við hvarv óttin, og í dag hugsar hann ikki stórvegis um tað, tá hann fer út. Hugburðurin til deyðan er ikki broyttur nakað síðani tilburðin í 2002, men Agnar heldur sjálvur, at hansara hugburður til lívið er broyttur - til tað betra. - Um eg ikki er glaður fyri okkurt í mínum lívi, so geri eg nakað við tað. Tað nyttar jú onki at seta seg niður og bíða, til onkur kemur fram við og ger tað fyri teg. Hartil fann eg útav, hvussu ómetaliga nógv fólk eru góð við meg. Bæði familja, vinir og kenningar. Eg havi merkt upp á egnan kropp, hvussu skjótt ting kunnu fara báðar vegir. Tað, at tú møguliga ikki vaknar í morgin, er brádliga nógv meiri veruleiki enn áðrenn hasa november- náttina, sigur Agnar Ellebye Andersen, sum í dag hevur lært seg at liva við spøkilsinum í sínum lívi. Agnar Ellebye Andersen er 31 ára gamal. Hann hevur búð í Danmark í 14 ár. Hann tók sína útbúgving í trompet og guitar á Det Jyske Musikkonservatorium í Århus í 1995 Hann er giftur við Turid, sum er norsk. Hon eigur trý børn, sum eita Thomas, Malin og Lene Christin. Saman eiga tey dótrina Siri Ann Tey búgva í Ollerup, sum liggur nakað uttan fyri Svendborg FAKTA - Eg hevði eitt brennandi ynski um at finna útav, hvat var hent við mær. Men so við og við góðtók eg, at eg ongantíð fái tað at vita við vissu. Kortini spøkir tankin ofta aftur. Tað fer hann altíð at gera, sigur Agnar Ellebye Andersen