Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-18, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juni 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 114 - 18. juni 2005 EUROPE-FJEPPARI Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Vanja Justinussen er Føroya størsti Europe fjeppari, hon bæði hoppar, klappar og syngur, tá hon roynir at siga frá, hvussu glað hon er fyri, at Europe koma til Føroyar. Karmarnir fyri samrøðuni eru Mentanarhúsið í Fuglafirði, Vanja er dómari í Barnaprixnum, og aftan á kapp- ingina hitti eg hana á loftinum. "Eg dyyyrki Europe!!! Hálvgum rópar hon eftir mær" Hon syngur av øllum hjartan- um og er satt at siga garrvill. Orðini standa í stríðum streymi ímóti mær, og eg fái ikki eitt orð inn ímillum. Hetta er ikki bara ein vanligur fjeppari, men ein ordiligur fjeppari. Ringdi til fyriskiparan Hon fortelur, at hon gjørdist frá sær sjálvum, tá hon sá yvirskrift- ina, Europe koma til Føroyar. Hon var í handlinum Hjá Eli. Hon rann yvir til blaðið, tók tað og rann til kassan at keypa tað. "Eg skal hava hetta!!! Europe koma til Føroyar!!!" Hon skund- aði sær heim, fór beint í telefon- bókina, at finna nummarið hjá Jón Tyril fyriskipara av G! Festi- valinum. Hon vildi sleppa at hitta Europe. Restina av kvøldinum ringdi hon til fólk, og bara flenti. Hon tosaði við mammu sína, mannin, systrar sínar og vinkonir, og fólk sum høvdu við G! Festivalin at gera. Dreymurin um at hitta hetjurnar livdi. Maðurin helt hana vera blivna púra svaka, og hann skilti slett ikki, hvat var hent við konuni, hon var heilt garrvill. Eg eri bangin fyri at lurta eftir plátuni Hon fortelur, at hon var 12 ár, tá hon hoyrdi Europe fyrstu ferð, hetta var í 1986, og hon búði í Svøríkið hetta árið. Tá hon kom heimaftur, vóru Europe eisini vorðnir kendir her, besta vinkon- an átti Final Countdown plátuna, og tær hittust hvønn dag at lurta eftir henni. Vanja elskaði sang- aran Joey Tempest og vinkonan trummaran Ian Haugland. Ein dagin segði vinkonan "Eg eri bangin fyri at lurta eftir plát- uni. Tí hugsa tær, um eg verði troytt av henni, tað vil eg ikki". Tapetiseraði kamari Vanja keypti øll ungdomsbløð: Mix, Vi Unge og sjálvt týska blaðið Bravo, hóast hon ikki skilti eitt orð av týskum. Tað var nóg mikið, at ein lítil mynd var at klippa út úr blaðnum. Var ein plakat av Europe í, so var dagurin bjargaður. Kamarið varð tapeserað við myndum av Europe. Eitt kvøldið sendi SVF eina sending um eina konsertferð hjá Europe í USA, Vanja tók send- ingina upp og hugdi og hugdi at henni hvønn dag. Ein dagin tá hon kom heim, og setti sjón- bandið á, setti seg væl til rættis at hyggja at hetjunum. Kom knappiliga ein tala úr Filadelfia, abbi Vanju hevði tikið eitt møtið útyvir konsertin. Hon varð frá sær sjálvum. Hvussu kundi sovorðið henda? Jólini 1986 fekk Vanja endiliga LP’ina Final Countdown. Mostur hennara, sum búði í Svørríki, visti hvussu væl Vanju dámdi bólkin, og keypti henni plátuna, nú hevði hon sína egnu plátu, og kundi lurta alla tíðina. Hon lærdi seg øll løgini á Final Countdown, dugdi hvønn tekststubbað, og dugdi at syngja hvørt gittarriff, og visti hvat øll ljóðførini spældu í øllum løgunum. Tað er ordiliga stuttligt, at hoyra hvussu ótrúliga nógv hetta týður fyri hana. Hon klárar slettis ikki at standa still. Vit skiljast, og eg hugsi, at tað ikki kann verða so ringt at fáa fatur í Europe. Komin til Havnar skrivið eg til umboðskonuna hjá Europe, og skipi fyri, at Vanja sleppur at hitta Europe á G! Festivalinum. Vinarliga umboðskonan er heilt við uppá tað, og vendir sær til bólkin, sum játtar. Eg ringi síðan til Vanju at fortelja henni, at Sosialurin hevur gjørt avtalu um, at hon sleppir at hitta stóru fyrimynd- irnar tá teir koma av pallinum. Hon rópar hart í telefonina "MEINAAAAR TÚ TAÐ!!! Áááá Guð, eg eri takksom!! Er tað sikkurt? vilja teir tað? á Guuuuð!!!". Hon roynir at sissa seg fyri ikki at vekja børnini. Men flennir bara heilt ovfarakát, og byrjar at syngja nýggja lagið hjá Europe Hero, fyri at vísa mær hvussu væl skrivað tað er. Dagin eftir hitti eg aftur Vanju, hon og sonurin Teitur, sum eins og mamman er Europe fjeppari um ein háls, sita í hugnaligu stovuni uppi í Ovaru Gøtu. Framman fyri henni liggur bókin "mine venner". Bókin er úr 80’unum, og Vanja hevur skriva Europe upp í hana. Við eini barnsligari skrift standa navn, aldur, hárlitur, eygnalitur, systkin og so framvegis, um allar Europe limirnar. Eg spyrji, hvat hennara kristnu vinir søgdu til, at henni dámdi so væl ein verðsligan bólk? Hon fortelur, at hon ikki hevði so nógvar vinir, sum gingu nógv á møti, og at hon merkti einki frá nøkrum av teimum. Men mamma hennara var eitt sindur ivingarsom, hon var eitt sindur bangin fyri, hvat tekstirnir hjá Europe snúðu seg um, nú dóttirin varð so tikin av teimum. Men lukkutíð vóru tekstirnir sera jaligir, og vakrir, so mamman pjøvdist ikki at ræðast. Vanja sigur, at tekstirnir eru eitt av teimum heilt góðu ting- unum við Europe, hon heldur at Joey Tempest er ein ótrúliga góður orðasmiður. Man veit ikki, hvar hann fær tað frá. Hann hevur alla tíðina verið hennara yndislimur í bólkinum tí hann er so fantastiskur. Hann skrivar góð Eg fari bara at eta gularøtur, til Europe kemur Mamma mín segði, at nú eg skal hitta Europe, átti eg at verið ein kløn og lekkur dulla. So eg fari bara at eta gularøtur, til teir koma, flennir Vanja ovfarakát Mynd: Bárður