leygardagur 18. juni 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 114 - 18. juni 2005
33
JESSY DIXON KONSERT
Jóannes Hansen
Mánakvøldið fer síðsta hond at
verða løgd á tann partin av
sangfyrireikingunum av Jessy
Dixon konsertini, sum føroyingar
hava ábyrgdina av. Osbjørn
Berthelsen á Strondum og Eyðun
á Lakjuni í Fuglafirði stjórna
felagskórinum, sum hevur vant
seinastu vikurnar, og síðsta
venjingin verður mánakvøldið
ella kvøldið undan, at konsertin
verður. Ein partur av venjingini
fer at vera í ítróttarhøllini í
Runavík.
Týsdagin ella longsta dag fara
Jessy Dixon og teir báðir tón-
leikararnir, sum hann fer at hava
við til Føroya - ein klaverspælari
og ein keyboardspælari - saman
við føroysku tónleikarunum -
guitar, trummur og bass - at
pussa formin av, áðrenn kon-
sertin verður í ítróttarhøllini í
Runavík klokkan átta.
Ofta ella rættari altíð verður í
sovornum førum fokus sett á
sangarar og tónleikarar. Sjáldan
verður gáað eftir teimum, sum
syrgja fyri, at ljóð og ljós eru,
sum tey eiga at vera.
Ein av teimum, sum ofta er í
eldinum, tá ið stór tiltøk eru á
skránni, er Poul Nielsen í
Saltangará. Í mong ár hevur hann
saman við onkrum vinmonnum
havt ábyrgdina av ljóðinum á eitt
nú konsertum og samfelagsfund-
um.
Poul skal týskvøldið hava
ábyrgdina av teknikkinum saman
við Jóannesi Steingrund, Jákupi
Heinesen, Símuni J. Hansen,
Jóhan Andreasi Hansen, Virgari
Poulsen og Antoni Rasmussen.
Teir skulu royna nýtt anlegg, sum
kom til landið týsdagin í hesi
vikuni.
– Størsta avbjóðingin hjá mær
higartil í hesum høpinum var
PETRA konsertin, sum fyri
stuttum var í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði. Onkrir aðrir skuldu
hava ábyrgdina av tí tøkniliga,
men teimum barst frá, og so vóru
tað ein vinmaður og eg, sum
fingu uppgávuna saman við
týska manegaranum hjá PETRA.
Vit vóru spentir, og sjálvandi
vóru vit fegnir, tá ið teir í
PETRA søgdu seg vera væl
nøgdar, sigur Poul Nielsen.
Royndarferð
Konsertin við Jessy Dixon verð-
ur týskvøldið. Longu í kvøld
sleppa Poul og vinmenninir í
ítróttarhøllina at gera fyrstu
fyrireikingarnar. Stórur pallur
skal byggjast, og so skal nýggja
anleggið setast upp og roynast.
– Vit hava ein felagsskap, sum
sær tað sum sína uppgávu at
veita hesa tænastuna í sambandi
við tiltøk av hesum slagnum.
Týsdagin í hesi vikuni fingu vit
nýggja anleggið, sum er av
Mackie slagnum. Talan er um
komplett ljóð og ljósanlegg.
Samlaða styrkin er umleið 15
túsund watt, og tað er einar 3-4
ferðir so nógv, sum vit framman-
undan hava havt. Kostnaðurin
liggur um hálvt annað hundrað
túsund krónur. Í kvøld fara vit at
seta útgerðina upp og royna
hana, og vit fara ikki at gevast,
fyrrenn vit hava fingið alt at
rigga, sigur Poul Nielsen.
Tá ið vit spyrja um sjálva
konsertina, sigur Poul seg ikki
vera tann rætta at tosa við. Hann
vísir til tað, sum áður hevur
staðið í Sosialinum um, at talan
verður um felagskór, mannað við
sangarum úr Betesdakórinum,
Siloakórinum, VOX, Ebenezer-
kórinum, United Voices og
Suðuroyar Gospelkóri, sum skal
syngja Bill Gaither løg saman
við Jessy Dixon. Atgongumerki
fáaast við dyrnar, og kostnaðurin
er 150 krónur fyri vaksin og 75
krónur fyri børn.
Poul bíðar eftir størstu
avbjóðingini
Teknikararnir kenna tað at vera stóra avbjóðing, tá ið teir í sambandi
við Jessy Dixon konsertina skulu taka nýggja útgerð í nýtslu
løg, góðar tekstir, sá gott út, og
tað ger hann enn, hann sær skid
gott út tilkomin, viðmerkir hon
og flennir, og so syngur hann
ótrúliga væl, sum ein dreymur,
og eisini so høgt, at tað er lætt at
syngja við sum konufólk.
Herfyri sang Vanja á gospel-
túrinum við Norrønu. Hvørt
kvøld var jamsession, og tað
eina kvøldið byrjaði onkur at
spæla Europe hittið Carrie.
Vanja rann yvir til pallin og
segði, eg vil hava hasa
mikrofonina, og so sang hon
sangin úr enda í annan. Aftan
spruttu fleiri av gospel-
sangarunum og tónleikarunum
sum Europe fjepparar, og tey
fóru eftir einum fløguspælara og
eini Europe fløgu og sótu leingi
og sungu við.
Kvøldið eftir var aftur Jam
session, og tá sang Vanja: Rock
the Night, Carrie og Cherrokee,
og tað riggaði ordiliga væl.
Vanja eigur nýggju fløguna
hjá Europe, og henni dámar hana
ótrúliga væl. Fløgan er nógv
tyngri enn fleiri av gomlu
fløgunum. Tað hoyrist at upp-
runaligi gittarleikarin Jon
Norum er komin upp í aftur
bólkin. Hann fór úr stutt eftir
innspælingina av Final
Countdown, tí hann og Joey
Tempest kláraðu at semjast um
tónlistarligu leiðina bólkurin
skuldi fara. Joey vildi spæla
melodiska rokkin, meðan Jon
heldur vildi verða tyngri. Á
nýggju fløguni eru teir bæði
tungir og supermelodiskir.
Vanja fjasar eitt sindur og er
ordiliga takksom, fyri at
Sosialurin hevur skipað fyri, at
hon sleppur at hitta Europe. Hon
sigur, at ,amma hennara bara
flenti tá hon hoyrdi, at hon
skuldi hitta Europe, og segði "nú
skuldi tú verið ein ung lekkur
dulla". So nú sleppi eg bara, at
eta gularøtur til Europe koma
flennir hon ovfarakát.
Útgávur har Vanja
hevur sungið
1978 Singleplátan "Vanja"
1979 LP’in "Vanja og Miriam -
Barnasangir"
1981 LP’in "Miriam,Vanja og
Laila"
1985 LP’in "Gospeltónar" Ymisk
1990 Fløgan "Eg eri so spent til
jóla" Ymisk
1995 Fløgan "Í góðum lag" Ein
uppsamlingsfløga við gomlu
sangunum hjá teimum
2003 Fløgan "Vit kunngera
Jesus" Ymisk
2003 Fløgan "Ein stjørna lýsti á
nátt" Ymisk
2004 Fløgan "So gott at vita"
Ymisk
Umframt hetta hevur Vanja
gjørt eitt ótal av sangupp-
tøkum í Útvarpi Føroya
- Størsta avbjóðingin hjá mær higartil í hesum høpinum var PETRA konsertin, sum fyri stuttum var í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, sigur Pól Nielsen,
sum her sæst saman við Jóhan Andreas Hansen
Talan verður um felagskór, sum skal syngja saman við Jessy Dixon