leygardagur 18. juni 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 114 - 18. juni 2005
FJÓRÐI PARTUR
FERÐAFRÁSØGN
Orð og myndir
Edvard Joensen
Efesos: Vit eru á veg oman eftir
gøtuni, frá bókasavninum yvir til
leikpallin. Tað stóra amfiteatrið,
sum enn stendur so væl varðveitt
við sínum umleið 25.000 siti-
plássum løgdum í steinrøðum
niðan brekkurnar í hálvringi ella
so kring tann ikki so øgiliga
stóra pallin.
Her hava gingið kendir menn
eftir hesi gøtuni. Ymisk hava
ørindi teirra verið, men fleiri
hava í hvussu er havt ávíst
samband við bæði bókasavnið og
leipallin longri niðri.
Gøtan er snotilig enn. Kann
ikki ætla, hvussu her hevur sæð
út, tá býurin var upp á tað besta
við súlnagongjum í bæði borð,
marmorlagdari vegbreyt og
flottum bygningum allastaðni.
Vit taka okkum oman eftir við
streyminum. Nærkast nú leik-
pallinum, og onkur steðgar við
eitt torn stutt uttan fyri høvuðs-
inngongdina til pallin.
Og her veit ferðaleiðarin aftur
eina søgu at siga. Ikki um tann
blinda Homer, sum kanska hevur
gingið júst her og hugsað sær til
Illiónskvæðið, ella hvussu hann
skuldi fáa sagt søguna um
Odysseus. Nei, nú var tað aftur
Paulus, sum her fekk eina søgu
lagda aftur at teimum mongu,
sum longu eru sagdar um tann
mannin.
Tí her í hesum torninum skuldi
tað vera, at teir settu hann inn til
verju fyri hann sjálvan móti teirri
østu mannamúgvuni, sum við
herrópinum "Stór er Artemis
Efesosmanna" vildi gera enda á
honum, tá silvursmiðirnir við
templið kendu, at her var vandi á
ferð, nú hendan nýggja trúar-
rørslan, sum boðað varð um alla
Asiu, var við at fáa fótafesti.
Sligin og bardur
Her hevur annað enn mentanar-
sjónleikir verið framført á hesum
palli, vit nú ganga inn á. Her var
tað jú, at tann stóra mannamúgv-
an savnaðist, sum vildi gera enda
á Paulusi, tá tað frættist í býnum,
at hann var við at gerast ein
meinbogi hjá handverkarunum,
sum livdu av at selja minnislutir
við templið.
Guð viti, um sama hevði hent,
um onkur í dag møtti upp á
stórum bønarmøtum og fór í
hernað møti sølu av fløgum og
lyklaringum og hvat tey nú
ganga og selja í tí Harrans húsi,
sum vera skuldi ein halgidómur,
men í mongum føri minnir ikki
sørt um eitt marknaðartorg, sum
tey, Paulus var við at rudda í
Efesos.
Og hann kendi á sínum kroppi,
at hetta var ikki væl umhildið,
sum hann gjørdi. Ikki bara í
Efesos, men so víða um, lógu
teir eftir honum, sum valdið
høvdu. Bæði andaligt og tímiligt.
Bardur varð hann og kastaður í
fangahús. Onkuntíð í tað innara.
Og leinkjaður við ketu um
beinini, fyri at hann ikki skuldi
rýma, hóast hann var so av-
hølvaður, at ivaleyst hevur ikki
verið húðarlepi á bakinum.
Men sama gjørdi, og seiggið
hevur verið øgiligt, hóast hann,
sum søgumenn og guðfrøingar
vilja vera við, var sjúkligur til.
Hevði millum annað malaria,
halda teir. Og so var tað hetta við
húðfleingingini.
Einki at siga til, at hann gekk
hokin framyvir, var lágur at
síggja til og hjólbeintur. Og
skallutur eisini. Ikki beinleiðis
nøkur Hollywood fyrimynd, sum
Arne Falk Rønne einastaðni
tekur til.
Kanska ikki so løgið, at hann á
seinni ferð ikki vildi leggja at í
Efesos, men helt seg burtur frá
býnum.
Men tað var nú als ikki so við
hesum góða torn kortini, sigur
ein annar ferðaleiðari, sum
komin er við øðrum bólki.
Hetta tornið var eftir hansara
útlegging brúkt til vaktarhald.
Eitt slag av havnarskrivstovu,
sum fylgdi við, hvørji skip komu
í havn. Og at tað so var beint
uttan fyri sjónleikarapallin, var
helst skilagott, tí har fingust
ivaleyst altíð lossingamenn, tá nú
fultsett var innanfyri.
Pavarotti og vit
So standa vit her umsíðir. Eftir
allan hendan túrin oman
gjøgnum hendan fantastiska
býin, eru vit nú á tí søguliga
stað, sum fekk so nógv pláss í
Apostlasøguni í samband við
tann uppreistur, Paulus var um at
byrja.
Niðri á eini marmorfløtu, sum
ikki er stórt víðari enn ein hálvur
hondbóltsvøllur.
Upp frá hesum lítla pallinum
reisa seg hesi øgiligu røðini av
sitiplássum, sum eru so vísiliga
gjørd, at tú við vanligari talu
niðri á pallinum, væl kann
skiljast av teimum, sum í erva
sita.
Vit hava frætt, at her hava
verið hildnar konsertir aftur í
nýggjari tíð. Stór nøvn, síggja tit.
Her hava verið Elton John, Sting,
Diana Ross og Pavarotti. So hvat
skuldi verið í vegin fyri, at eisini
ein tíggjundi flokkur úr Føroyum
sang ein sang her. Tað er so
rímiligt.
Og so tekur dirigenturin støðu,
og nakrir av floksfeløgunum, og
leiðarin, fara at syngja einki
minni enn ta føroysku barna-
mentanina í einum ørindi.
“Vilt tú, vilt tú, vilt tú, vilt tú,
vilt tú
koma við mær heim í á.
Júmen, júmen, júmen, júmen,
júmen
lítla sílið sært tú tá.”
Vit fáa ongar lógvabrestir uttan
frá okkara egnu áhoyrarum, sum,
langt har uppi í aðru sektión,
hoyrdu hvørt orð hart og týðu-
liga.
Men vit hava sungið at ment-
aðum stað. Og einki hava vit
staðið aftan fyri Pavarotti ella
onnur, sum dagliga nýta eina
rúgvu av tekniskari útgerð fyri at
hoyrast.
Men tað sleppa tey ikki at gera
í Efesos aftur, tí fornfrøðingarnir
her siga, at ristingarnar frá hes-
um anleggunum eru so ógvus-
ligar, at tær oyðileggja steinset-
ingina og góða akkustikkin. Og
tað hava jarðsjálvtarnir ikki
klárað.
So endar alt
Dagurin líður nú so væl, at sólin
er við at linka í megi. Men enn
er Artemistemplið eftir, og tað er
mest at rokna sum halgibrot at
Har mentana
Úr Efesos er mentan komin. Her eru í fornøld bókmentir
skrivaðar , sum framvegis dagliga verða lisnar um allan heimin at
kalla. Her við leikpallin hevur Homer ivaleyst sitið og lítt á
sjónleikir, hann ikki sá, tí hann var blindur, og her hava menn
sum Paulus og Johannes gingið millum húsanna, á torgum, og
hvør veit, kanska eisini á sjálvum pallinum, og hildið sínar
missiónstalur
Stórbærur er hann, leikpallurin í Efesos, har ógvusligar hendingar í fornari tíð eru farnar fram