Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-18, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juni 2005síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 18. juni 2005 35 fara úr Efesos, uttan at hava vitjað hetta eina av fornaldarinna sjey undurverkum. Men tú eigur at vera fyrireik- aður uppá, at her er lítið at finna. Tað vita vit eisini, og seta tí heldur ikki so stórar vónir til hendan partin av vitjanini. Tó hava vit frætt, at heilt stutt haðani, leivdirnar, sum komnar eru undan aftur, verða vístar, er annar halgistaður, sum tey kristnu hava tikið til sín. Einki minni enn gravstaður Jóhannesar apostuls og evangelist. Og hann er jú ikki smávegis maður at hava liggjandi. So hansara grav- staður er væl vardur. Eisini í einum muslimskum landi. Eg dugi nú ikki rættiliga at skilja hesa ræðsluna, fólk á okkara leiðum hava fingið prentaðað í seg fyri muslinum. Havi hitt ikki so fáar, sum allir í okkara samfelag høvdu verið roknaðir sum skilafólk og iva- leyst ikki høvdu skilt seg úr mongdini, um teir gingu her á einumhvørjum føroyskum flakavirki. Og av mentanarstøðum, eg ymsastani havi vitjað, eru rættiliga nógv gomul, kristin stórverk, so sum kirkjur og aðrir bygningar, í londum, har muslimska trúgvin er tann mest útbreidda, sum muslimarnir beinleiðis hava vart og hjúklað um. Tí undrar tað als ikki, at her í einum muslimskum landi, beint yvir av tí gamla Artemistempl- inum við síðuna av eini mus- limskari mosku, liggur prýðilig kristin kirkja við tí stolta navninum Johannes Basilika. Hvør tosar um tolsemi í einum heimi, har vit stovna politiskar flokkar fyri at halda ávísum átrúnaði í hevd, heldur enn í sínum stilla sinni at dyrka hesa trúgv, sum tá ivaleyst hevði livað nógv betri. Royndir høvdu undan Paulusi verið gjørdar at forkoma Artemistemplinum. À teirri nátt, tá Alexander Mikli varð føddur, var Artemis burturstødd fyri at hjálpa til við hesi søguligu føðing. Og tá eydnaðist tað einum sinsforvirraðum ungum manni, nevndur Herostratos, sum so fegin vildi sleppa í søgubøk- urnar, at fáa sítt ynski uppfylt við at seta eld á hetta stóra templið. Men tað var, hóast nógv ár gingu, bygt uppaftur og kom aftur til heiður og æru. Fyri síðan, eins og mikli býurin beint við, Efesos, at verða køvt av egnum lorti í eini typtari havn og at enda av eini lítlari malaria- flugu. Og fólk tók burtur av tilfarin- um og brúkti at byggja sær hús av longri úti. Alt eftir sum landið vaks, og strondin fluttist longri og longri burtur frá niðurfaldum pakkhúsum í teirri einaferð so trafikeraðu havnini í Efesos. Og her lógu so hesir pallarnir, har tær hendingar, sum Apostla- søgan so livandi sigur frá, fjald í øldir, til ein enskur arkitektur, sendur av British Museum, einaferð langt úti í næstseinastu øld fann templið aftur. Men vit hava í dag fingið so nógv input á harðdiskin, at nú er farið at sansa at í erva, og eftir sum sólin hevur gjørt sítt til at brenna lokið, verður hildið, at her fer ferðin í Efesos at enda á hesum sinni. arvøggan stóð Kátir skúlaungdómar, sum júst eru lidnir við skrivliga próvtøku, syngja sín lærdóm út um søguliga pallin í Efesos. Hendan pall, sum bæði Homer, Paulus og Jóhannus apostul hava vitjað og sogið til sín vitan frá Av áhoyraraplássunum í erva tykjast leikararnir á pallinum lítlir. Men hvørt orð, teir siga, hoyrist eins væl, og er tað síðumaðurin, sum talar Høvundin við einsamøllu súluni, sum eina av teimum 127 av slagnum, ið vóru í templinum, er reist aftur fyri at geva eina hóming av, hvussu ovurstórt bygningsverkið var, sum Demetrius vildi verja móti Paulusar nýggju læru Friðaligar lið um lið liggja Johannes Basilikan, høgrumegin, og muslimska moskan, vardar av eini stórari turkiskari borg