leygardagur 18. juni 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 114 - 18. juni 2005
Eftir Hanus Kamban
FYRSTI PARTUR
Strategisk
nýhugsan
Harold Wilson
Seint á sumri 1964 legði undir-
ritaði saman við trimum øðrum
føroyskum unglingum leiðina
suður til Bournemouth at nema
kunnleika til enskt mál og enskar
bókmentir. Nakað av tí fyrsta, vit
upplivdu, var at sleppa at fylgja
við í einum bretskum politiskum
valstríði. Tey Konservativu tá
høvdu havt valdið í 13 ár, og
Churchill, Eden, Macmillan og
Sir Alec Douglas-Home høvdu
skiftst um at mynda stjórn.
Tann maður, sum átók sær at
føra stríðið ímóti yvirstætt og
afturhaldi, var tann nýggi arbeið-
araleiðarin Harold Wilson. Val-
stríðið var hart, og eingi vápn
vórðu spard til at fella Labours
knáa Dávid. Wilson vann tó ein
ógvuliga tepran sigur og sessað-
ist í Downing Street við einum
meiriluta upp á 4 tinglimir. Tað
kendist tó sum ein stórhending,
at Labour eftir 13 ár úti á bera-
jóli aftur tók um róðrið í Bret-
landi, og eg minnist enn tað
næstan rúsandi kenslu av nýbyrj-
an, sum eyðkendi vinstrabløðini,
eitt nú tíðarritið New Statesman,
sum eg var farin at lesa.
Búskapur sum fótongul
Wilson, sum tóktist vera bæði
dugnaligur, arbeiðssamur og
sprækin, umboðaði eina sið-
bundna javnaðarhugsan, sum
hann greipaði saman við tí, til
tað, nýggja hugtakinum techno-
logy, tøkniligari nútímansgering
av Bretlandi. Hansara bragdliga
innreið hevði við sær ta kenslu,
at nú blástu nýggir vindar, sama
bragd av frískligum tíðarskifti,
sum dreiv úr tónleikinum og
tekstunum hjá The Beatles, sum
ein hevði høvi til at hoyra og
síggja á konsert fáar mánar
seinni í sama býi.
Á valinum hálvtannað ár
seinni fekk Wilson økt um sín
meiriluta, so hann nú kom upp á
98 tinglimir. Um hetta mundið
hevði Wilson-stjórnin tó rent seg
í óslættan sjógv. Nógv orka fór
til, uttan úrslit, at avbyrgja tað
rasistiska stýrið hjá Ian Smith í
Rhodesia (seinni Simbabve).
Stuðulin til kríggið í Vietnam
fekk ilt í vinstravongin, og vána-
ligur handilsjavni gav stjórnini
ridlut støði. Hóast framgongd í
búskapinum nakað seinni fall
Wilson-stjórnin óvæntað á valin-
um í 1970. Tann konservativi
Edward Heath tók við valdinum
og førdi í 1972 Bretland inn í
ES.
Tony Blair
Umframt Wilson høvdu, til stál-
kvinnan Margaret Thatcher so
andbráð, eftir tann sonevnda
winter of discontent, marsjeraði
inn í Downing Street í 1979,
tríggir aðrir Labour-leiðarar sitið
við valdinum í Bretlandi. Teir
vóru Ramsay MacDonald,
Clement Atlee og James Callag-
han.
Atlee sat við valdinum í stív
fimm ár, Wilson í sløk fimm ár,
hinir í stytri tíðarskeið. Allar fýra
arbeiðarastjórnirnar kollsigldu, tí
tær rendu seg í búskaparligt
illveður. Tað tóktist vera ein
natúrlóg, at Labour megnaði ikki
at stýra Bretlandi, og serstakliga
at flokkurin hevði ikki lykil til
búskaparpolitikkin - høvuðs-
portrið inn í tað lovaða landið.
Í dag - í okkara merkiligu og
torskiltu tíð - er henda natúrlóg
sett úr gildi. Fyri einum mána
síðani førdi ein spelkin og brasin
ríkisovasti Labour inn í Downing
Street á triðja sinni. Sigurin var
ikki so stórur, sum hann hevði
ynskt, men kortini - í ting-
mannatali - væl størri enn
meirilutin hjá Wilson í 1964.
Tony Blair hevur nú havt
valdið í Bretlandi í átta ár, longri
enn nakar annar Labour-leiðari
undan honum. Eydnast tað hon-
um at halda á valskeiðið at enda,
hevur hann tá sitið við valdinum
í 12 ár. Hann hevur boðað frá, at
hann ætlar ikki at halda fram í
Downing Street eftir næsta val.
Men flokkur hansara kann vinna
eitt val aftrat og, kanska við
Gordon Brown sum stjórnar-
leiðara, hava valdið til 2013.
Eg fari í hesi greinarøð, við
støði í ævisøguni Blair eftir
Anthony Seldon, søgufrøðing og
rektara fyri Brighton College, at
royna at lýsa fyribrigdið Blair,
mannin og hansara politikk.
Tríggir musketerar
Politikkur snýr seg, kunnu vit
siga í stuttum, lutvís um at varð-
veita valdið, og lutvís um at
brúka valdið til at fremja nøkur
mál. Ella, sagt øðrvísi, um valdið
sum mál í sær sjálvum og um
valdið sum miðil til nakað ann-
að, eina politiska ætlan. Um vit
nú halda okkum til hetta fyrra,
hvussu hevur Blair-stjórnin borið
seg at við at vinna trý val og
loypa um upp ta høgu og hálu
gátt, sum allar Labour-stjórnir
higartil eru dotnar um?
Svarið tykist tengt at einum
paradoksi. Tony Blair kom inn í
Labour sum eitt óskrivað blað,
við ongum rótum í hesum flokki,
við at kalla ongari politiskari
kjølfestu og lítlari søguligari
vitan. Hann bleiv valdur inn í
Parlamentið í 1983, sum umboð
fyri Sedgefield. Hansara dygdir
tey fyrstu árini vóru, at hann var
tungufimur, høviskur og vin-
sælur maður.
Men Blair var ikki tornæmur
maður. Saman við tveimum vin-
monnum og politiskum lags-
brøðrum - Peter Mandelson og
Gordon Brown, sum eisini vórðu
valdir í 1983 - fór hann undir at
granska politikkin hjá Labour,
floksins prinsipiella stavnhald,
innihald og stíl. Var kanska brúk
fyri nýhugsan, hvat stavnhaldi
ella borðreiðing viðvíkti? Kundi
tað hugsast, at tíðarrákið - hesin
bæði gátuføri og strangi harri -
nú setti treytir, sum eingin
politiskur flokkur hevði ráð til
ikki at geva sær far um?
Tær heilagu kýrnar
Úrslitið av rannsóknunum hjá
Mandelson, Brown og Blair
gjørdist tann stevna, sum í dag
ber navnið New Labour. Sum
dømir um, hvat hesin politikkur
fataði um, fari eg at nevna tvey
prinsipiell mál.
Annað er tað, sum bretar
nevna the closed shop. Her verð-
ur sipað til rættin hjá yrkisfeløg-
um til at krevja av fólki í einum
virki ella á einum arbeiðsplássi,
at tey skulu noyðast at vera limir
í einum fakfelag. Eftir at rætturin
til at sleppa undan hesi treyt varð
staðfestur í tí nýggja sosiala sátt-
málanum hjá ES, reistu Tey Kon-
servativu málið í Parlamentinum.
Hetta var í 1989, og Blair, sum tá
var arbeiðsmálaráðharri í
skuggastjórnini hjá Labour,
kunngjørdi tann 17. desember, at
flokkurin ikki longur stuðlaði
yrkisfeløgunum í hesi treyt.
Við hesum ósosialistiska, men
klóka stigi ripti Tony Blair eitt
vápn úr hondunum á sínum mót-
parti. Samstundis var tað tog,
sum bant Labour at fakfeløgun-
um, slitið. Óttin fyri yrkisfelag-
anna "harðræði", sum higartil
hevði stygt mangan miðalstættar
veljara burtur frá Labour, var nú
sum við gandi rikin burtur.
Burtur frá reinari
sosialismu
Hitt málið var tengt at spurning-
Uttanstrok og nýkveikjari
Ein lýsing av Tony Blair og politikki hansara
Alastair Campbell dagin fyri valið í 1997. Campbell var í níggju ár »spunalæknin«, sum skapti
miðlamyndina av Tony Blair