leygardagur 18. juni 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 114 - 18. juni 2005
37
inum um tað sonevndu grein IV
("Clause IV) í reglugerðini hjá
Labour. Í greinini, sum er frá
1918, var tilskilað, at flokkurin
bant seg til at virka fyri, at fram-
leiðsla og onnur vinna vóru
felagsogn hjá fólkinum. Greinin
hevði, sum staðfesting av reinum
sosialistiskum politikki, alstóran
prinsipiellan týdning.
Tá ið Tony Blair í 1994 varð
valdur til nýggjan formann í
Labour, fór hann at virka fyri, at
grein IV bleiv avtikin. Eftir hart
stríð, har stívrendir vinstramenn
sum Arthur Scargill bardust við
hond og fót ímóti hesi broyting,
kom málið til atkvøðugreiðslu á
floksins ráðstevnu tann 29. apríl
1995. Blair vann atkvøðugreiðsl-
una við einum meiriluta upp á
65%.
Hamurin sum søluvøra
Aftan fyri hesar broytingar lógu
bæði ein hugmyndafrøðilig skrá
og ein medvitin valstrategisk
ætlan. Hvat innihaldi viðvíkti,
var ætlanin at evna til eina triðju
leið - eina sigling onkustaðni
mitt ímillum siðbundnan vinstra-
politikk og nútíðar marknaðar-
búskap, millum samfelagsliga
umsorgan og liberalismu. Hvat
valstrategi viðvíkti, var
endamálið at bróta inn í hagan
hjá Teimum Konservativu, koma
á tal við - ikki bara tann vanliga
Labour-veljaran - men fólk úr
miðalstættunum, sum vanliga
valdu konservativt ella liberalt.
Sambært rannsóknunum hjá
Mandelson, Brown og Blair var
Labour undir Margaret Thatcher
rikið í ein tronga. Flokkurin
slapp ikki út úr aftur hesum
typpi, og útlit vóru til, at hann
ongantíð aftur fór at fáa ein
meiriluta. Tann nýggi politikk-
urin skuldi - miðvíst, treiskliga
og vísiliga bygdur upp - gera
enda á hesi oyðimarkargongd.
Neyðugt var, fyri at fáa veljarar-
nar, partar av vinnulívinum og
teir sterku fjølmiðlarnar í sín
part, at ofra nøkur heilag
prinsipp.
Umframt innihald og strategi
løgdu teir tríggir musketerarnir
stóran dent á stíl, borðreiðing,
fasadu, skræðu. Tá ið fólk sum
Anji Hunter, Alastair Campbell
og flogvitið Philip Gould vórðu
knýtt at Blair sum ráðgevar,
gjørdist hetta stílkonseptið til eitt
slag av vitskapi. Kannað varð,
við spurnarbløðum, samrøðum
osfr. eftir, hvørji slagorð, hvørjar
keipur, hvat slag av brosum
talaðu til ta - hagfrøðiliga sæð -
breiðastu fjøldina. Var tað nóg
mikið bara at vera brosandi og
fagurlátin, ella skuldu kanska
aðrir "bollar í suppuna", eitt nú
álvarsemi, fastleiki ella vreiði?
Aladdin og Nureddin
Hesar og aðrar rannsóknir og
nýhugsanir gjørdust støðið undir
tí tilgongd, sum endaði sum New
Labour. Tann nýggi arbeiðara-
flokkurin bleiv skaptur sum ein
frukt, lutvís av (í ein ávísan
mun) ráksnúnari hugmynda-
frøðiligari skáksigling, lutvís av
reklamuvísindum og vakurleika-
gransking.
Av teimum trimum garpunum,
sum gingu á odda í hesum
frambroti, var Gordon Brown
tann elsti og royndasti. Hann
hevði røtur í arbeiðaraflokkinum,
hevði hugmyndafrøðiliga vitan,
var rithøvundur og hevði
akademiska útbúgving (hann
skrivaði doktararitgerð um tann
skotska arbeiðaraflokkin). Men
fyrst og fremst skaraði hann
framúr í búskaparligum innliti.
Tað var tí semja millum teir
tríggjar, at - skuldi teirra ætlan
eydnast - var Brown favorittur til
at gerast floksleiðari og, seinni,
forsætisráðharri.
Blair verður formaður
Men so við og við broyttist
myndin. Sum Blair las, lærdi,
fekk álitisstørv í Labour og
royndi sítt flog, vaks hansara
sjálvsálit. Onnur - bæði í Labour
og uttanfloks - varnaðust henda
tungufima, kurteisliga og vituga
mannin. Vinir og ráðgevarar
hildu, at eingin orsøk var til, at
Blair varð standandi í øðrum rað.
Tá ið so John Smith (sum hevði
tikið við í 1992 sum formaður í
Labour, tá ið Neil Kinnock tók
seg aftur) brádliga andaðist í mai
1994, skeyt Tony Blair seg
sjálvan upp sum formansevni -
og varð valdur.
Spælið var vunnið. Blair
hevði, heldur ómakaleyst, trivið
um róðrið, meðan Brown - tann
seinføri, men meira royndi,
arbeiðssami og dugnaligi - stóð
brúnasíður og hugdi at, og helst
kendi seg snýttan. Vinskapurin
millum teir báðar lagsbrøðurnar
var fokin. Men samstarvið mátti
halda fram.
Annar partur av hesi greinarøð
fer mest at snúgva seg um sam-
starvið við Bush og bardagan
móti Saddam Hussein, Blairs
størstu politisku avbjóðing.
Fyribils ber til at staðfesta, at
Tony Blair, við konservativum
pápa og ongum tilknýti til
Labour, er uttanstrokið - ella,
sum eisini verður sagt:
avtseitarin - sum blæsur nýggja,
og øðrvísi snaraða, megi í tann
bretska arbeiðaraflokkin.
Tony Blair, 30 ára
gamal, eftir valsigurin
í Sedgefield, sum bar
hann inn í
Parlamentið
Blair á ársfundi
hjá teimum
bretsku fakfeløg-
unum. Sum
skugga-arbeiðs-
málaráðharri
loysti Blair í 1989
Labour-flokkin frá
yrkisfeløgunum