Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-18, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juni 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Íblástur úr Føroyum Herfyri gav danski málarin og grafikarin Svend Åge Madsen út bókina Det Nordiske Lys, har hann lýsir sína list og sín íblást- ur. Hann hevur seinastu 50 árini javnan ferðast til Føroyar, og er nýggja bókin í høvuðsheitum eitt úrslit av hesum ferðum. Í kapittl- inum "Sorte huse ved vejens ende" grunar málarin yvir sterka íblásturin frá gomlu, tjøraðu føroysku húsunum. Í hugaheim- inum hava smáu húsini vaksið seg til ímyndir av menniskja- sinninum, sum hann ikki fær slept aftur, hvørki í sínum tonk- um ella sínum málningum. Í bókini eru hópin av prentmynd- um av málningum av føroyskum lands- og bygdaløgum, saman við hugleiðingum hjá málaranum um føroyska íblásturin. Svend Åge Madsen,Det Nordiske Lys, Forlaget Jelling,2005 Viðmæli: Føroyskur standur á Christiansborg Ingrid Bjarnastein Niels Krause-Kjær,Den Politiske Landsby,, Forlaget Ajour,2003 Bókin er ikki eitt úrslit av vís- undaligari gransking, sjálvt um tað vísundaliga eisini hevur fing- ið pláss á síðunum. Heldur tvørturímóti, um so kann sigast. Den politiske landsby er ein per- sónlig lýsing av teimum roynd- um og upplivingum, Niels Krause-Kjær hevur frá tíðini, hann arbeiddi sum politiskur journalistur og tíðindaleiðari hjá tí konservativa fólkaflokkinum. Tað, sum er bergtakandi við bókini, eru hugleiðingarnar um støðuna hjá donsku fjølmiðlun- um á Christiansborg, har alt er sum ein lítil, hugnalig bygd. Journalistarnir hava sítt egna borð í kantinuni og ferðast ann- ars frítt millum politikararnar har inni. Vit eru í eini verð, har fjøl- miðlarnir hava brúk fyri politik- arunum, men politikararnir hava sanniliga eisini brúk fyri journal- istunum. Ein bundinskapur, sum gongur báðar vegir. Niels Krause-Kjær setir spurn- artekin við, um hendan familju- kenslan man vera so sunn. Skilt á tann hátt, at frástøðan millum journalist og politikara verður ov lítil. Kanska tað ber til at saman- bera við føroyska fjølmiðlaheim- in, ið er so lítil, at frástøðan millum keldu og journalist altíð fer at vera lítil og also ósunn. Krause-Kjær byggir bókina upp við dømum um, hvussu gerandisdagurin á Christiansborg er skrúvaður saman. Og so verð- ur kryddað við hugleiðingum um evnið frá øðrum kendum fólkum, sum eitt nú Svend Auken og Henrik Qvortrup. Viðmerkjast skal, at Den polit- iske landsby er bert áhugaverd, um ein hevur eitt vet av tokka bæði til journalistikk og politikk. Um ikki, verður søgan helst til tað reina volapyk. Hoyr eina bók Á Býarbókasavninum í Havn hava tey eitt stórt úrval av ljóðbókum. Hetta eru bøkur á føroyskum og donskum, sum eru lisnar inn á band ella fløgu, sum øll kunnu læna. Í 2003 gav bókasavnið út eitt yvirlit yvir ljóðbøkurnar. Herfyri kom so nýggjasta uppískoyti til yvirlitið við eini stuttari lýsing av hvørji einstakari bók. Listin fevnir um alt frá kendum klass- ikarum til heilt nýggjar bøkur, so sum nógv umrøddu Da Vinci Mysteriet eftir Dan Brown og Harry Potter bøkurnar lisnar av Hans Tórgarð, bert fyri at nevna nøkur dømi. Ljóðbókalistin fæst við at venda sær til Býarbókasavnið. Heðin Mortensen, borgarstjóri Hvørja bók lesur tú í løtuni? – Margrethe - bókin um drotning Margrethe, har hon í samrøðum við Annelise Bistrup sigur frá lívi sínum. - Bókin er nýggj, kom út fyrst í árinum, og havi eg fingið hana frá dóttrini, Elin, sum keypti hana herfyri, hon var og vitjaði á Amalienborg Slotti. - Ein sera áhugaverd bók, har ein kann fylgja við lívinum hjá drotningini upp gjøgnum tíðina. Ikki minni áhugaverd er bókin í hesum døgum, nú drotninga- og krúnprinsahjúnini koma til Føroyar at vitja. Er tað onkur bók, tú minnist serliga væl? – Her hava føroyskar bøkur mín stóra áhuga. Serliga lívssøgur um føroyingar bæði á sjógvi og landi. Eisini frásøgubøkur um gomlu Havnina, Tórshavn lív og vøkstur, Hugbirtingar og bøk- urnar hjá William Heinesen - fyri bert at nevna nakrar, sum eg ofta taki upp í hendurnar. Hvør var fyrsta bókin, tú las? – Tað minnist eg ikki - helst hevur tað verið ein donsk barna- bók. Tær donsku bøkurnar tyktust lættari og meira spenn- andi at lesa, tá ein var barn og ungur. Úrvalið var eisini nógv størri enn av føroyskum. Hvørja bók vildi tú ynskt, tú hevði lisið? – Tað eru so nógv bókaverk, eg kundi hugsa mær at havt lisið, eitt nú verkini eftir William Shakespeare, tær íslendsku sagairnar og onnur stórverk. Tey eigi eg so tilgóðar enn. Hondina á hjarta - lesur tú altíð eina bók lidna? – Eg lesi altíð eina bók lidna. Er bókin góð, leggi eg hana næstan ikki frá mær, fyrr enn hon er liðug. Er hon minni áhugaverd, so gongur tað longri at koma ígjøgnum hana. Serliga um høgtíðir dámar mær væl at lesa. Tá havi eg eisini betri tíð til tað. – Í hesum døgum havi eg als ikki tíð at gloppa eini bók. Borgarstjórastarvið fer avstað við allari míni tíð, so tað, eg lesi nú, er mest fundarfrásagnir, tilfar og onnur skriv. Men tað er eisini spennandi lesnaður, sum fylgir við hesum avbjóðandi starvi. Eg og bøkurnar Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard e-postur: anna@sosialurin.fo Borgarstjórin gevur sær í hesum døgum stundir til at lesa nýggju bókina Margrethe, ið fylgir lívinum hjá drotningini upp gjøgnum tíðina 38 Nr. 67 - 9. apríl 2005