Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-18, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juni 2005síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 18. juni 2005 39 TINGHELLUANALYSAN Bárður Larsen Ikki nakið vald Øll stýri, sum ætla at varðveita vald sítt, vilja onkursvegna royna at grundgeva fyri og rættvísgera ætlanir og gerningar sínar. Ongi uttan tápulig og stuttlivað harð- ræði útinna nakið vald. Í so máta er støða Danmarkar móti Føroy- um ikki nakað undantak. Í staðin fyri at siga sum er, at Danmark vil fevna um Føroyar, tí Dan- mark sum land og tjóð ikki vil minka og verða ov lítið virt millum sínar líkar, so søgdu danir í sambandi við fullveldis- málið sovorðið sum, at teir ikki vildu hava føroyingar at fara, tí at so nógv vinaløg og familju- bond vóru landanna millum; og Nyrup segði okkurt á leið sum, at "det er en stor barsk verden derude," hvør skal siga, at vit máttu hava stuðul og verju. Fullveldi fór síðan av skránni, og í staðin komu ætlanir um eitt víðkað føroyskt sjálvræði innan karmarnar av ríkinum. Men eis- ini í mun til hesar meira hóvligu føroysku ætlanir hava danir onnur áhugamál at røkja. Eisini uttan føroysku ætlanirnar um fullveldi vilja danir royna at forða fyri, at danski staturin verður ov samveldiskendur, og at umheimurin ov nógv fær ta fatan, at staturin rúmar fleiri tjóðir, og at fleiri lond eru í hesi ríki. Men til at avmarka møgu- leikar fyri sjálvræði innan fyri danska ríkið rigga flosklar um vinaløg og familjubond ikki so væl, og tí má onkur munabetri strategi veljast at rættvísgera, at mørk verða sett fyri sjálvstýris- krøvunum. Mystiski autoriteturin Effektivasta retoriska amboðið at lamma føroysku skipanina og av- marka krøvini um víðkað sjálvs- týri í danska ríkinum er strategi- in at skjóta politikkin inn undir fyribrigdið lóg. Nógv fólk - og føroyingar serliga - hava eina næstan mystiska virðing fyri tí, sum ber heiti lóg. Hetta vita danir, og tað duga teir eisini at nýta; tí ákalla teir virðing fyri teirri hægstu lógini av øllum, grundlógini. Hesin framferðarháttur varð nýttur undir samráðingunum um føroyskt sjálvstýri og heima- stýrislógina í 1946-47 og undir samráðingunum um grønlendskt heimastýri í 1970-árunum. Í seinastuni hevur henda strategi aftur verið at sæð í sambandi við samráðingarnar millum føroysk- ar og danskar myndugleikar um ávikavist yvirtøkulóg og lóg um heimildir til landstýrið at gera altjóða sáttmálar. Onki upprunaligt grundarlag Tað løgnasta av øllum í sam- bandi við hesa nýtslu av donsku grundlógini er, at tá grundlógin í síni tíð varð til, vóru spurning- arnir um støðuna hjá Føroyum og hinum atlondunum ikki spurningar um, hvat mátti verða, men spurningar um hvat kundi verða og tí spurningar um politikk heldur enn um hægri lóg. Á grundlógargevandi ríkis- tinginum í 1848-49 fingu Føroy- ar og Ísland lítla og onga um- røðu, tí tað stóra málið í mun til skipanina av ríkinum var spurn- ingurin um Slesvig. Á ríkis-ting- inum vóru tær kreftir ráðandi, sum vildu hava Danmark at vera eitt eindarríki. Men kortini bar hesin spurningur ógviliga lítið brá av løgfrøði. Heitið á grund- lógini er eitt tað besta dømið um hetta. Nevndin sett at gera upp- skot heiti helt "Danmarks Riges Grundlov" vera smidligt og vælegnað, og at tað ikki var nøkur orsøk til at áseta víddina av ríkinum í grundlógina, tí við hesum heiti kundi grundlógin fevna um alt frá kongaríkinum Danmark til hertogadømið Sles- vig og atlondini Føroyar og Ísland. Søgan um heitið sigur sostatt frá, at grundlógin upp- runaliga onga meining hevði um støðuna hjá atlondunum í mun til ríkið; heldur bendir søgan á, at spurningurin upprunaliga varð hildin at vera politiskur. Serliga eru tað tríggjar greinar í grundlógini, sum danir plaga at vísa á sum grundarlag fyri, at danski staturin sambært grund- lógini skal vera ein eindarstatur (t.e. "rigsenheden"), og at før- oyskt ella grønlendskt sjálvræði tí má vera avmarkað. Tann fyrsta er grein 1. Hana vísti m.a. grønlendska heima- stýrisnevndin á í sínum áliti frá 1978 sum grundlógargreinina, haðani ríkiseindin stavaði. Men hetta er ongin góð tulking, tí grein 1 sigur bara, grundlógin er galdandi fyri alt Danmarkar Ríki. Endamálið var, at grønlendingar formliga skuldu gerast danskir ríkisborgarar, og at kolonistøða Grønlands formliga skuldi enda. Grundlógargevarin segði kortini ikki við hesi grein sína meining um, hvat slag av ríki tað var, at grundlógin nú í síni heild skuldi galda fyri. Næsta og helst týdningarmesta grundlógargrein, danir plaga at ákalla til verju av ríkiseindini, er grein 3. Her skal tað vera serliga týdningarmikið, at greinin sigur lóggevandi valdið vera hjá kongi saman við fólkatingi, og tí skal tað ikki vera møguligt, at aðrir partar av ríkinum eisini fáa lóggávuvald, tá grundlógin jú leggur hetta vald til nevndu ríkisstovnar eina. Tí siga danskir myndugleikar eisini, at valdið hjá Løgtinginum ikki er veruligt lóggávuvald, tá hetta einans kann vera hjá kongi og fólkatingi. So seint sum í einum uppriti í sambandi við yvirtøkulógina í ár endurtók danska løgmálaráðið hesa fatan. Men eisini henda grein verður av dønum lisin uttan atlit til rætta søguliga saman- hangin. Hvørki á grundlógar- gevandi ríkisdegnum ella í sam- bandi við seinni grundlógar- broytingar skilti danski grund- lógargevarin hesa grein so, at hon ásetti, at ríkið skuldi vera ein eind heldur enn samveldis- kent. Grundlógargevarin fataði einans grein 3 sum eina áseting um tað so kenda valdsbýtið, ið At flýggja frá politikki í grundlóg Um sama mundið, sum íslendingar eftir tógvið stríð og drúgva trætu um donsku ríkisgrundlógina fingu egna stjórnarskipan, reistu føroyingar kongaminni Framhald á næstu síðu