leygardagur 18. juni 2005síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 67 - 9. apríl 2005
TINGHELLUKLUMMAN
Thomas Arabo
Útoyggjatrupulleikar
Útoyggjafelagið hevði fund nú
um dagarnar. Teir nógvu av
trupulleikunum, sum vit hoyra
um eru væl kendir. Teir náttúru-
givnu er ikki nógv at gera við,
men har eru eisini aðrir møgu-
leikar, ið kunnu loysast, um
samfelagið lyftur í felag. Vit
mugu eisini minnast til, at tað
at búgva á útoyggj, tað skal ein
eisini hava hug til, og tey, sum
hava hugin mugu so fáa best
møguligu fyritreytir.
Kundi verið verri
Samferðsla og samskifti eru
fyritreytir, sum eru heilt avger-
andi fyri at tað er verðandi á
útoyggj. Samferðslan, íð fyrr
var á privatum hondum, er
ótrúligani nógv batnað síðan tað
almenna tók yvir og veganetið
samsvarandi. Um tað almenna
ikki fyri nógvum árum síðan
tók sær um reiggj, og setti hesi
tingini uppá pláss, so hevði
verið øskukalt á mangari út-
oyggj í dag. Niðurstøðan má so
verða at liberalisman ella
privata fyritakssemið kann ikki
nýtast at tryggja fyritreytirnar
fyri búseting og virksemi á
útoyggjunum.
Føroyar sum útjaðari
Tað skerst ikki burtur at Føroy-
ar sum land er útjaðari í
Europa. Verðins nalvi eru vit so
ikki. Gjøgnum árini hava vit so
arbeitt okkum fram til at hava
góðar fyritreytir fyri at virka á
altjóða pallinum ájavnt við
øðrum framkomnum tjóðum.
Vit hava vælútbúgvið fólk, bæði
frá lívsins og øðrum skúlum.
Vit hava góð flutnings og sam-
skiftisnet. Og síðst, men avgjørt
ikki minst, so hava vit sum
føroyingar ræðisrætt á hesum.
Ræðisrætturin á samskift-
inum - ein fyritreyt fyri
frælsi
Hetta hevur tikið tíð og stríð at
fingið hendan ræðisrætt. Tí er
tað særandi at hoyra okkara
ungu politikarar í sjónvarpi - ja
enntá ferast til London og for-
telja at hettar er nakað sum vit
bara selja til hægstbjóðandi.
Frælsi kann vera so nógv, men í
mínari verð er tað at kunna
virka og búgva í hesum landin-
um, uttan at aðrir enn føroy-
ingar skulu avgera nær, hvar og
hvussu eg sleppi til og frá og
nær eg tosi við hvønn. So hesin
ræðisrætturin má ikki missast.
Reindyrkaðu ismurnar
ónýtuligar
Kommunisman spældi fallit í
Eystureuropa. Tað var gott. Hon
kom tíbetur ongantíð higar -
steðgaði í Keypmannahavn á
vegnum. Nú er tað tann høgra-
venda isman, vit skulu ansa
eftir. Hon er her - vit møta
henni hvønn dag við brúkara-
gjøldum bæði her og der.
Eitt tað mest ótrúliga dømi
var nú um dagarnar tá ein al-
mennur fundur var í Norður-
landahúsinum, har kunnast
skuldi um ES.
Kostnaður 1000 krónur! Og
vit sum royna at kunna fólk við
ókeypis fundum fáa illa nokk
fólk at møta.
Hettar má so hava verið ein
fundur fyri "elituna", og palliba
má so bíða eftir hvat "elitan"
meinar, hann skal meina.
Ja, eg meini tað - fínt skal tað
vera.
Føroyar kraftsentur ella útoyggj?
varð hildið at vera so týdningar-
mikið at forða fyri valdsmis-
nýtslu. Kortini hava seinni ættar-
lið av donskum embætismonnum
og politikarum roynt at gera
politiska spurningin um ríkis-
eindina til hægri lóg við at trýsta
hann inn í grein 3 í grundlógini.
Seinasta greinin, danir siga
hava serligan týdning fyri Før-
oyar og ríkiseindina, er grein 19
um uttanríkisvaldið. Á líknandi
hátt sum við grein 3 siga teir, at
tá grein 19 leggur heimildirnar at
føra uttanríkispolitikk til kong,
so kunnu Føroyar ikki fáa
sjálvstøðugan lut í hesum valdi
og sleppa tí ikki at fáa heimildir
til at gera altjóða sáttmálar í
egnum navni. Sum við grein 3
omanfyri, er eisini henda støða
óhaldbar. Á grundlógargevandi
ríkistinginum í 1848-49 og í
1953, tá greinin varð broytt, um-
røddi grundlógargevarin einans
greinina í sambandi við prakt-
isku skipanina av valdsbýtinum
uttanríkis millum ting og kong.
Onki bendir á, at grundlógar-
gevarin við grein 19 hevði eina
meining um, hvørt samveldis-
kendar skipanir í framtíðini
skuldu kunna taka seg upp innan
karmarnar av ríkinum. Um
Føroyar nú sum partur av danska
ríkinum í 21. øld kunnu fáa
ávísar heimildir at gera altjóða
sáttmálar í egnum navni er støða,
ið liggur langt uttan fyri enda-
málið við grein 19. Kortini nýttu
danir júst grein 19 sum høvuðs-
grundgeving, tá teir fyri stuttum
sýttu føroyingum sjálvstøðugan
lut í uttanlandsvaldinum.
Kjak um umboðan Føroya
á Ríkisdegnum
Ein tann mest áhugaverda hend-
ingin til lýsing av upprunaligu
fatanini av donsku grundlógini í
mun til støðu Føroya var tá lógin
um ríkisdagsumboðan føroyinga
var fyri á Ríkisdegnum seint í
1850. Frammanundan hesum
høvdu danir frá desember 1849
til mars 1850 tinglisið donsku
grundlógina í Føroyum. Grund-
lógin var tí sett í gildi fyri Før-
oyar longu áðrenn, stóra málið
um ríkisdagsumboðanina kom
fyri. Kjakið á Ríkisdegi váttaði
eisini, at støða Føroya í danska
ríkinum var ein spurningur um
politisk val og ikki um ásetingar
í grundlógini. Meirilutin av
ríkisdagsmonnunum hildu, at
Føroyar áttu at verða umboðaðar
á Ríkisdegnum, men teir søgdu
ikki, at hetta mátti verða so
orsakað av eini grundlóg, sum
stutt framman undan var lýst at
galda eisini í Føroyum. Kent er
íkastið til hetta kjak frá mann-
inum, sum skrivaði uppkastið til
grundlógina, D. G. Monrad (sí
t.d. Jákup Thorsteinsson, Et
Færø som Færø). Monrad var
heitur talsmaður fyri føroyskari
umboðan á Ríkisdegnum, tí hetta
hevði tætt samband við spurn-
ingin, um Danmark skuldi verða
eindarríki (helstat) ella ikki. Men
Monrad vísti ikki til nýggju
grundlógina, tá hann talaði til
frama fyri føroyskari umboðan á
Ríkisdegnum. Monrad fór í
staðin heilt aftur og tillagaði eitt
brot frá teirri júst avtiknu konga-
lógini og nýtti tað sum hug-
sjónarligan stuðul fyri fatanini,
at "...alle disse Lande og
Provinser, altsammen, intet
undtaget, udelt og uskiftet bør
sig at være under Danmarks
Konge og Danmarks Rigsdag..."
Greiðari enn hetta kann tað
ikki lýsast, at grundlógin fyrstu
tíðina ikki varð mett viðkomandi
fyri støðu Føroya í danska
ríkinum.
Lógirnar um yvirtøkur og
altjóða sáttmálar
Nú er so grundlógin aftur drigin
fram. Í sambandi við yvirtøku-
lógina er hetta kanska ikki so
politiskt vandamikið, tí danir
hava nú hóast alt givið føroy-
ingum rímiliga víðar ræsur, og
mangt ber til, sum fyrr ikki bar
til. Tað undrunarverda - og ikki
sørt háðandi - er kortini, at danir
nú teoretiskt eru farnir aftur um
1948. Upp til heimastýrislógina
vóru tað bara loynilig forarbeiði
frá Alf Ross, sum søgdu nakað
um eindarstat og delegatión, og
at hetta skuldi fylgja av grund-
lógini. Sjálvur lógarteksturin og
almennu donsku viðmerking-
arnar tosaðu kortini um lóg-
gevandi vald til heimastýrið, og
tá loynilig forarbeiði ikki kunnu
vera við til at skapa rætt í demo-
kratiskum samfelag, so var
støðan í 1948 kanska ikki so
galin. Men nú í 2005 eru danir
slopnir alment at skriva hesa
fatan av ríkiseind og delegatión
inn í viðmerkingar til yvirtøku-
lógina.
At teir karmar fyri innlendis
sjálvstýri Føroya, ið upprunaliga
skuldu liggja fastir orsakað av
grundlógini, nú við yvirtøkulóg-
ini eru munandi víðkaðir, sigur
ikki so lítið um opportunistiska
grundlógartulking. Men tað sigur
enn meira um retoriska potential-
ið í orðinum (grund)lóg, at teir
nú so brádliga víðkaðu karmar-
nir fyri yvirtøkum framvegis
verða sagdir treytaðir av ríkis-
eind og grundlóg.
Lógin um heimildir hjá lands-
stýrinum at gera altjóða sáttmál-
ar vísir at grundlógarstrategiin
umframt formligar eisini hevur
politiskar avleiðingar. Við at
ákalla grein 19 í donsku grund-
lógini forðaðu danir fyri, at Før-
oyar fingu (lutvíst) sjálvstøðugar
heimildir at gera altjóða sátt-
málar í egnum navni. Sum nevnt
omanfyri er tað ikki rætt, at
grein 19 má skiljast sum ein
forðing á hesum øki. Meiri
sannlíka orsøkin til hesa donsku
støðu er, at tað onga aðrastaðni
enn á uttanríkisøkinum er av
størri týdningi fyri sjálvsfatanina
hjá statinum, at umheimurin sær
Danmark sum eina homogena
eind og møtir einum donskum
stati, einum "Kongeriget Dan-
mark". Lótu danir vera við at
draga grein 19 inn í samráðing-
arnar, og fylgdu teir fordømum
aðrastaðni, so kundu Føroyar
sum eitt slag av deilríki í danska
ríkinum fingið eina heimild til í
egnum navni og á lægri politisk-
um stigi at gera sáttmálar við
onnur lond og altjóða stovnar;
men hetta vildu teir ikki.
Donsk grundlógarmentan
Vit kunnu seta spurningin,
hvussu støðan hevði verið, um
danska grundlógin eftir sínum
innihaldi og einstøku greinum
var viðkomandi fyri støðu Før-
oya í ríkinum. Svarið er, at held-
ur ikki tá hevði verið rímiligt at
ákalla grundlógina sum týðandi
grundgeving fyri ikki at vilja
flyta seg longur. Danska grund-
lógin er, sum leiðandi danskur
søgufrøðingur segði, fyrst og
fremst eitt magna carta (frælsis-
skjal) fyri danska fólkaræðið.
Við grundlógini fekk modernaða
danska fólkaræðið sína formligu
byrjan. Tí kann grundlógin hava
týdning í Danmark sum politiskt
skjal og ímynd, men týdningurin
av henni sum hægri lóg er lítil og
ongin. Danska grundlógin er
aldri fatað so, at hon setir greið
mørk fyri, hvat politiska skipanin
kann og ikki, heldur er hon mett
sum ein kámur karmur um
politisku skipanina, eitt útgangs-
støði, sum ikki setur nøkur enda-
lig mørk.
Samanumtikið er tað tí als ikki
legitimt, at danir ákalla grund-
lógina, tá teir ikki vilja politiskt.
Størsti trupulleikin er kortini, at
føroyingar ikki duga at vera við í
hesum retoriska leiki, og tí
megna teir ikki í eini samráð-
ingarstøðu við danir at mana
grundlógina burtur aftur.
Høvundin er skrivari í nevndini at
skriva føroyska stjórnarskipan
(grundlógarnevndini). Danska
lógarritið Juristen kunngerð í
komandi viku grein hjá Bárði um
danska grundlógarargumentatión.
Framhald av síðu 39