leygardagur 18. juni 2005síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 114 - 18. juni 2005
41
TINGHELLUKRONIKKIN
Bogi Eliasen
cand.scient.pol
Drotningavitjan stendur aftur fyri
durum. Alt frá hundalortaskip-
anum í høvuðstaðnum til asfal-
tering í smábygdum verður
skunda fram, tí drotning okkara,
yvirhøvd føroyinga kemur á vitj-
an. Vit vita øll, at tað er nakað
serstakt tá tey kongaligu koma
her. Alt verður pyntað, bygdir og
býir berjast um at fáa tey til sín,
fólk veitra og vilja heilsa, og so
er ikki minst spenningur um
hvør fær heiðurin at bera kross-
in, ikki ein stóran av træi, men
ein lítlan av onkrum metalli.
Hetta við sonevndum royalum
yvirhøvdum er glæstriligt, men í
dag hava sessirnir ongan polit-
iskan týdning um okkara leiðir.
Alt er meira symbolir, ein eind,
okkurt at fylkjast um, ja kanska
sálin í samfelagnum. Fyrst var
kongur Guds umboð á jørð, síð-
ani bert leiðari, oftani ein harð-
rendur einaræðisharri, til demo-
krati avloysti dynasti, og á okk-
ara leiðum hava tey kongaligu nú
bert symbolskan týdning. Tí eru
eisini ymiskar áskoðarnir um at
hava kongshúsið. Har kongs-
húsið hevur yvirlivað, er tað m.a.
tí at tað hevur megnað at fylgt
við broytingum og verið við í
tilgongdini at skifta dynastiið við
demokrati.
Kongshúsið er
ódemokratiskt
Men t.d. í danska kongaríkinum
er tað soleiðis, at tey kongaligu
hava nøkur framíjhárættindi og
summi halda ikki at tað eigur at
koma fyri í einum demokratisk-
um samfelag, sum haraftrat
brúkar nógva orku uppá at seta
demokratiskar skipanir á stovn
kring heimin. Harafturat kemur
so symbolski leikluturin í polit-
isku skipanini. Drotningin skal
gerast ymiskt, men verður koyrd
úr starvi, um ikki hon fylgir
harraboðum. Fyri kortum kallaði
m.a. Niels Helveg Petersen skip-
anina við at greiða drotningini
frá lógaruppskotum, fyri fjas og
tíðarspill.
Tey kongaligu ikki
mannarættindi?
Í Bretlandi hevur kjak tikið seg
upp, har víst verður á at tey
kongaligu ikki hava grundleggj-
andi rættindi. T.d. ikki reellan
valrætt og ikki talufrælsi, og
hetta verður brúkt sum grund-
geving fyri at avtaka kongshúsið,
tí tað ikki kann verða rætt at fólk
ikki hava full rættindi. Ein av
kritikkarunum, bretski Johann
Hari, í vísur á hetta í bókini
"God Save the Queen" frá 2003.
Føroyingar royalir
Men hyggja vit meira demokrat-
iskt at kongshúsinum, so er lítið
at ivast í, at tað er savnandi og
nakað sum fólk eru góð við.
Føroyingar eru eisini góðir við
kongshúsið, hóast tað tykist
slakari í ár enn vanligt. Kongs-
húsið stendur kanska fyri donsku
søguni í dagsins samfelag, er
sambandið við søguliga Dan-
mark. Men eisini úteftir hevur
tað stórt virði. Bæði sum dura-
opnari fyri vinnulívið og millum-
tjóða politikki, men eisini
reklama fyri Danmark sum
ferðamannaland.
Í eini meting av fyrimunum og
vansum við at hava danskt
kongshús, eigur soleiðis at verða
hugsað um fyrimunirnir viga
meira, enn vansin av t.d. at
skipanin ikki er heilt demokrat-
isk.
Fáa vit nakað burturúr?
Men um vit í Føroyum fáa nakað
burturúr hesum ágóðum, tykist
sera ivasamt. Føroyar verða ikki
av útlendingum sett í samband
við danska kongshúsið og fáa tí
heldur ikki ágóða av reklamu-
virðinum, eins og kongshúsið
ikki letur dyrnar upp fyri føroysk
vinnulív og føroyskum politikki
úteftir. Hetta er helst partvíst
okkara egna skuld, men um talan
er um eitt kongshús fyri allan
Ríkisfelagsskapin, so má tað
merkja, at arbeiðast eisini skal
beinleiðis fyri Føroyar og før-
oysk áhugamál í hesum sam-
bandi. Skal tað geva nakra mein-
ing, at hava eitt felags kongshús,
so má minsta kravið verða, at
Drotningin (ella kongaliga yvir-
høvdið, regenturin)hevur eina
árliga fasta vitjan í Føroyum.
Hetta merkir sjálvandi, at vitjan-
irnar ikki gerast eins spennandi
og forkunnugar, men tað skulu
tær heldur ikki verða. So verður
heldur ikki asfalterað og ábøtt
uttan mark, tá kongalig vitjan er,
og tað er kanska tað fólkum
dáma best. Ábøtur skulu altíð
gerast og ikki bert tí ein konga-
ligur oddafiskur velur av tilvild
at svimja framvið. Júst tilvildin
hevur eisini ávirkan, tí tað skapar
eina kenslu av, at nú eru vit
útvald til at verða so týdningar-
mikil, at kongshúsið hevur tíð
koma til Føroyar. Hetta er lítið
virðiligt.
Kostnaðurin
Nakað hevur verið frammi um
kostnaðin av hesum, serliga nú
niðurgangstíður eru og sparingar
verða framdar. Kann tá slík eyka
útreiðsla sum hetta koma inn
uttan stórvegis trupulleikar. T.d.
var talan um, at ikki var pláss
fyri øllum skikkaðu næmingun-
um á miðnámskúlar og bleiv
hetta so bara loyst, tí tað hevði
verið serstakliga trupult at rað-
festa eina vitjan, hóast konga-
liga, framum útbúgving? Ikki tí,
eitt nýmótans og opið samfelag
má hava ráð at hava vitjanir. Men
var talan um vitjanir í fastari
legu, so kom slíkt ikki óvæntað á
okkara búskap. Hinvegin so má
eisini verða pláss til t.d Clinton,
Bush, Putin, Blair ella hvør
núverani ella fyrrverandi leiðari
fær hug at stinga høvdið upp um
okkara leiðir, eisini kongalig.
Vitja tá tey hava hug?
Sum kunnugt so fylgir ábyrgd
við, tá ein krúnprinsur ella
prinsessa verða borin í heim.
Hesi verða soleiðis uppald og
vand til henda leiklut. Tað kann
hava sínar fyrimunir, men tað
kann eisini verða ein vansi, at
ein sessur er arvaligur. Viðvíkj-
andi Margretu Drotning og
Fríðrikki krúnprinsi hevur eydn-
an verið við, tí tey eru virðilig
umboð. Men skal tað hava nakra
meining at hava ein ríkisfelags-
skap sambundnan av symbolska
kongshúsinum, mugu tey eisini
vísa seg oftari. Tí átti tað at
verða ein av regentpligtunum at
vitja árliga, og tað kann ikki bert
verða upp til kongshúsið sjálvt at
avgerða, um tey vitja ríkispart-
arnar. Hyggja vit eftir almennu
vitjanunum Margreta Drotning
hevur verið í Føroyum, eru talan
um 5 síðan 1972; í 1978, 84, 95,
98 og 2000. Fimm vitjanir í 33
ár, havi eg fingið upplýst frá
kongshúsinum.
Samanumtikið
Míni demokratisku prinsippir
hava ilt við at góðtaka, at vit
skulu hava eitt kongshús mitt í
skipanini, hvørs borgarar á
ávísum økjum ikki eru undir
lógini,og hinvegin ikki kunnu
velja, sum øll onnur. Men illa
ber til at liva av prinsippum eina.
Fleiri kanningar hava víst, at
kongshúsið hevur eitt nógv størri
reklamuvirði fyri Danmark, enn
kostnaðurin er av tí. Tíanverri fáa
vit ikki serligan ágóða av hesum.
Føroyingar eru góðir við kongs-
húsið, men ikki kann sigast at
kongshúsið ger nógv fyri at fáa
henda heiður. Sera langt er mill-
um kongaligu vitjanirnar og helst
tí fer alt upp at gorra, tá tær eru.
Sama uppmerksemi hevði ikki
verið, um slík vitjan var á hvørj-
um árið. Sigast kann, at kongs-
húsið viðvíkjandi Føroyum ger
góða branding av sær sjálvum.
Tað vit hava brúk fyri er brand-
ing av Føroyum úti í heimi. Men
skal tað geva nakra meining at
hava eitt kongshús fyri Føroyar,
so mátti tað verið minsta krav, at
regenturin kom á vitjan árligani.
Gamaní, stásið hevði ikki verið
tað sama, men at umboða eina
tjóð, má hava meira innihald enn
tað, sum vit vanliga síggja. At
fáa nøkur mekanisk orð í hvørj-
ari nýggjársrøðu og franska
vitjan sjeynda hvørt ár, tað er
ikki nokk.
Hví og nær kongaliga vitjan?