Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. september 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 21 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 178 - 16. september 2000 Nr. 178 - 16. september 2000 P/f Frants Restorff Tórsgøta 13 Postsmoga 41 100 Tórshavn Tel. 31 10 60 Okkum tørvar ein raskan bakaralærling. Hevur hetta áhuga so ring ella skriva til: Bakaralærlingur Lýsing av P/f Fiskaaling P/F Fiskaaling er partafelag, har Føroya Landsstýri eigur allan partapeningin. Felagn- um er álagt at standa fyri tí føroyska kynbótaarbeiðnum við laksi og sílum. Endamálið við kynbótaarbeiðnum, er at ala fram ein frískan fisk, sum hevur best møguligar egin- leikar, soleiðis at føroyska alivinnan er betur kapping- arfør á altjóða marknaðinum. Kynbótaarbeiðið byrjaði í 1991 og er seinastu árini ment, soleiðis at í dag verður valt út fyri allar eginleikar, sum til ber at hava við í kyn- bótaarbeiði við laksi. Fyrstu 5 árini hava 150 familjur ver- ið tiknar við í kynbótaar- beiðnum, men frá 1999 at rokna er støðin víðari útbygd, soleiðis at til ber at hava 400 familjur við í úrvalinum. Eftir seinastu útbyggingina er før- oyska kynbótaarbeiðið fult á hædd við kynbótaarbeiðið, sum verður gjørt í øðrum londum. Umframt at standa fyri kynbótaarbeiðnum er fel- agnum eisini álagt at menna nýggj fiskasløg til føroysku alivinnuna. Í hesum sam- bandi hevur felagið seinastu árini arbeitt við eini verkætl- an innan aling av toski. Hendan er nú steðgað og fel- agið er farið í holt við eina verkætlan, sum hevur til endamáls at menna alingina av kalva. Sum liður í kyn- bótaarbeiðnum framleiðir felagið hartil 2000 - 3000 lit- ur av laksarognum árliga um- framt nakað av sílarognum. Samlaði umsetningurin í fel- agnum seinastu árini hevur verið umleið 25 mill. kr. Kynbótaleiðari á Fiskaaling P/F Av tí at leiðarin fyri kynbótaarbeiðnum hjá Fiskaaling P/F fer í annað starv, er eitt áhugavert og fjøllbroytt starv leyst at søkja á Fiskaaling P/F. Viðkomandi, ið settur verður, kemur at hava dagligu ábyrgdina av kynbóta- arbeiðnum, og skal skipa og leggja hetta til rættis soleiðis, at arbeiðið verður framt undir tryggum og skip- aðum umstøðum, soleiðis at allar neyðugar skrásetingar verða gjørdar og goymdar trygt til seinni nýtslu, í samband við úrvalið. Eisini kemur viðkomandi at hava ábyrgdina av sam- starvinum við alistøðirnar, har merktur fiskur burtur úr kynbótaarbeiðnum verður aldur og skrásetingar um vekt, lit, kynsbúning og skap síðan verða gjørdar, tá laksurin verður tikin. Við støði í øllum skrásetingum sum gjørd- ar eru av hvørjum árgangi, skal kyn- bótaleiðarin síðan skipa fyri og gera familjuúrvalið. Tann, ið settur verður, kemur at ar- beiða í einum mennandi arbeiðsum- hvørvi saman við góðum starvsfeløg- um og fær møguleikar at menna seg víðari, við at luttaka á ymsum skeiðum uttanlanda. Førleikakrøv Vit hugsa okkum, at tann sum settur verður, hevur útbúgving frá hægri lærustovni og hevur holla vitan innan arvalæru, stødd- og hagfrøði. Um- søkjarar sum hartil hava praktiskar royndir innan alivinnuna og tá serliga frá støðum sum hava bygt sína fram- leiðslu á endurnýtslu av vatni hava fyrimun. Hevur tú hug til stórar avbjóðingar, eitt ábyrgdarfult, viðkomandi og mennandi starv innan føroysku ali- vinnuna, kunnu vit bjóða tær alt hetta, umframt góðar arbeiðsumstøður og møguleika at menna teg víðari. Starvið verður sett skjótast gjørligt og tann ið settur verður, kemur fyrstu tíðina at samstarva við verandi leiðara, fyri á henda hátt at fáa møguleika at seta seg skjótari inn í starvið. Lønin verður ásett eftir nærri avtalu, í mun til útbúgving og starvsroyndir. Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum ummælum, skulu sendast P/F Fiskaaling, Við Áir, FO - 430 Hvalvík, í seinasta lagi 25. sept. 2000. Vilja tygum hava nærri upplýsingar um starvið, kunnu tygum seta tygum í samband við P/F Fiskaaling, Símun Joensen, stjóra, telefon 474747 ella 214747, ella við telduposti: simun.joensen@fiskaaling.fo P/F Fiskaaling Við Áir • FO-430 Hvalvík Útróðrarbátur til sølu Fiskiloyvi 4A. Tlf. 254270 Maður til Havnar Kom til Havnar og hjálp okkum við at smíða eitt sindur og mála. Frítt uppihald. SILDAGOYMSLAN Tlf. 312355 (kl. 10–16) Søkt verður eftir STÝRIMONNUM Vegna danskt útgerðarfelag verður søkt eftir tveimum royndum og álítandi yvirstýri- monnum til produkttangaskip. Krøv: Skipsføraraprógv av 1. stigi og GMDSS og annars tey vanligu tíðarkravdu skeið og heilsuprógv, ið siglandi skulu lúka, smbrt. altjóða reglur. Skrivlig umsókn verður at senda til: Box 1252 · 110 Tórshavn Tórshavnar kommuna Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs Mánadagin 18. september, klokkan 17 handar Tórshavnar kommuna Mentanar- virðislønir M. A. Jacobsens og Barnabóka- heiðursløn Tórshavnar Býráðs í Sjónleik- arhúsinum. Øll hava atgongd. TK-STOVAN Niels Finsensgøta 37 • 100 Tórshavn Tel. 31 73 66 • Fax 31 93 63 Fá ókeypis ráðgeving áðrenn tú byrjar nýtt virki Hugsar tú um at byrja við egnum virki? So kannst tú fáa serkøna ráðgeving áðrenn tú byrjar. Við skipa- nini "Ókeypis ráðgeving áðrenn byrjan av fyritøku" kannst tú fáa ráðgeving fyri kr. 7.000,- hjá Virkisráð- geving Sp/f sum hjálpir tær í gongd. • Ráðgevin verður tín samstarvsfelagi, tá ið tú av- gerð at byrja við egnari fyritøku • Tú fær hjálp til at gera eina virkisætlan, ið lýsir fullt út títt hugskot • Tú fær eisini at vita um so er, at ætlanin ikki tykist burðardygg • Virkisráðgevin kann eisini vísa til aðrar ráðgevarar, um tað gerst neyðugt Ynskir tú at vita meira um "Ókeypis ráðgeving áðrenn byrjan av egnari fyritøku" so ring til TK-stovuna. Sosialurin - 311820 Tað eru ymiskar fyritreytir, tá eitt tað størsta fótbólts- felagið í landinum í morgin vitjar eitt tað minsta fót- bóltsfelagið í landinum. Sumbingar spæla fyri lív- inum í bestu deildini. Tey munnu vera fá, sum undan kappingarbyrjan høvdu rok- nað við øðrum, enn at Sum- ba skuldi stríðast í botn- inum. KÍ hevur ikki annað enn æruna at spæla fyri. Undan kappingarbyrjan vórðu teir mettir at vera besta boðið upp á FM heitið. Nú er greitt, at KÍ ikki røkkur Eu- ropa Cup plássi, og teir røkka heldur ikki Intertoto Cup. Tað kennist sum eitt vónbrot hjá klaksvíkingum. Avbjóðingin á Krossinum í morgin verður, at fáa spæl- ararnar at verða nóg upp- settir. Tomislav Sivic hevur lat- ið nakrar ungar spælarar snoddað til 1. deild. Hjal- Viljin stendur upp á spæl Tveir av stuðulsspælaru- num á kvinnuliðnum hjá KÍ fara eftir hetta kapp- ingarárið til Noregs at royndarvenja. Hetta skrivar lokal- blaðið í Norðoyggjum, Norðlýsið, í gjár. Tað er felagið Athen Moss, sum spælir í bestu norsku deildini, sum ætlar at hyggja nærri eftir teim- um báðum spælarunum. Rannvá og Ragna fara til Noregs mánadagin 9. oktober, og tær skulu ven- ja við liðnum ta vikuna. Leygardagin spælir felag- ið ein dyst, og dagin eftir koma Rannvá og Ragna heimaftur. Venjingin í Noregi fer fram við einum sáttmála fyri eygað. EK Sumbingar hava nógv at stríðast fyri, meðan klaksvíkingar einki kunnu røkka av tí, teir høvdu vónað grím Elttør var við frá fyrsta bríksli ímóti B36, og tveir aðrir U–18 landsliðsspæl- arar, Símun Joensen og Atli Danielsen, komu inn síðsta sunnudag. Í morgin eru Símun Waag Høgnesen, Rógvi Jacobsen og Ove Ny- sted tøkir aftur. Teir vóru allir leikbannaðir ímóti B36. Mortan burturfrá Í stríðnum fyri framhald- andi atgongd til 1. deild hava sumbingar tvær tær síðstu ferðirnar havt Fróða Mortensen í málinum. Vit skilja, at hann aftur í morgin verður málverji. Aftur hesa ferð hevur tað verið upp á tal, at Dánial Johan Joensen skuldi koma heim úr Danmark, men í gjár var ógvuliga ivasamt, um hann fer at koma. Hjá sumbingum rakar tað sera meint, at verjuálitið, Mortan úr Hørg, er leikbannaður í morgin. KÍ plagar at vinna Sumba hevur verið í 1. deild í trý ár, og eitt ár hava teir mannað lið saman við vág- bingum. Hetta síðsta árið var í 1995. Tá taptu teir 2– 1 á heimavølli ímóti KÍ. Fyrsta árið hjá Sumba í 1. deild var í 1991. Tá vann KÍ 3–1 á Krossinum. Í fyrraárið vann KÍ í 18. um- farinum 5–2 í Sumba, og í fjør var úrslitið 3–2 til KÍ. JH vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 15 10 - 3 - 2 34 17 17 33 2 VB 15 9 - 4 - 2 31 18 13 31 3 B68 15 10 - 0 - 5 38 26 12 30 4 B36 15 8 - 0 - 7 41 23 18 24 5 NSÍ 15 7 - 3 - 5 35 22 13 24 6 KÍ 15 7 - 2 - 6 32 20 12 23 7 GÍ 15 6 - 2 - 7 27 31 -4 20 8 B71 15 4 - 2 - 9 22 27 -5 14 9 Sumba 15 3 - 0 - 12 11 59 -48 9 10 FS Vágar 15 2 - 2 - 11 15 43 -28 8 Støðan, 1. deild menn Alt er ikki avgjørt Hóast tað enn eru seks stig upp til heiðursmerki hjá B36 og NSÍ, so kunnu hesi røkkast, um úrslitini laga seg eftir vild komandi vikurnar JÁKUP MØRK NSÌ hevur fram um nakað annað verið liðið, sum tosað hevur verið um í seinnu kappingarhálvu. Eftir at tað í juni mánaði varð tosað um kreppu í Runavík, hevur liðið reist seg, og eitt fyri og annað eftir hava oddaliðini muga givið skarvin yvir móti runavíkingum. Hesu ferð er talan ikki um ein av FM-biðlunum, tað merkir tó ikki, at runavík- ingarnir ætla at taka sær av løttum sunnudagin. - Vit mugu royna at gera okkara part, og so bara vón- a, at B68 ella VB snáva í morgin, sigur Trygvi Mort- ensen, venjari hjá NSÍ. Støðan hjá NSÍ er nevn- liga vorðin somikið góð nú, at laga hini úrslitini seg, eer møguleiki fyri, at felagið fyri fyrstu ferð í søguni røkkur einum europeiskum plássi á stigatalvuni. Tey bæði seinastu umførini skulu runavíkingarnir royna seg móti Sumba og B71, so á pappírinum skuldu møgu- leikarnir verið góðir. Hetta vil Trygvi tó ikki hoyra talan um, men mælir ístaðin til at taka ein dyst í senn. Til dystin sunnudagin hevur NSÍ venjarin annars allar mans tøkar. Sonni L. Petersen og Christian Høgni Jacobsen høvdu leikbann seinast, meðan Sjúrður Ja- cobsen var skaddur ta ferð- ina. Nú eru teir allir tøkir, so er talan um ein trupulleika hjá Trygva, er hann av tí positiva slagnum. Tað eru annars 13 ár síð- ani, at NSÍ vann á B36 í Gundadali, men Trygvi heldur, at teir hava broytt so nógv í ár, at tað ger einki, um ein broyting kemur aft- urat. Æruna at spæla fyri Stendur tað til B36-leika- rarnar, so verður tað tó ikki nøkur løtt uppgáva, sum NSÍ fær sunnudagin. Jákup á Borg, sum tey bæði undanfarnu árini hevur verið toppskjútti í lands- kappingini, sigur við So- sialin, at tað nú mest av øll- um ræður um at fáa ein po- sitivan enda á kappingarárið hjá B36. - Røkkur hetta so til heið- ursmerki, er tað sjálvandi gott, men fyrst og fremst er tað æruni, sum vit spæla fyri. Av fólki noyðist B36 at verða leikbannaða Mikkjal Thomassen fyri uttan sunnudagin, men í aðrar mátar eru allir mans tøkir, og so er spurningurin, hvussu Piotr Krakowski fer at blanda kortini hesu ferð. KÍ-spælarar til Noregs Tvíburðarnir Rannvá og Ragna Andreasen fara í oktober mánaði til Noregs at royndarvenja Fortreytirnar eru ymiskar undan dyst- inum, tí meðan KÍ einki hevur at spæla, kunnu sumbingar langt ífrá kenna seg tryggar í niður- flytingarstríðnum