Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. september 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

JÁKUP MØRK Somikið greiðar eru treytir- nar, nú sandoyingar koma vestur at dystast sunnudag- in. Á heimaliðinum eru teir eisini fullgreiðir um álvar- sligu støðuna, og spurning- urin er so, um teir eru til reiðar at taka dystin upp. Situr í høvdinum - Spurningurin er í stóran mun, um vit mentalt eru til reiðar at spæla ein somikið týdningarmiklan dyst. Orð- ini eigur Albert Ari Tho- massen, sum umframt at vera liðskipari, eisini er mest royndi leikarin hjá vágamonnum. - Vit vita allir, hvat stend- ur upp á spæl, men hinveg- in, hevur hvørki spæl ella úrslit verið nøktandi í seinnu kappingarhálvu, men hetta skal so betrast sunnudagin, heldur Ari. Hann sigur annars, at Seinasta útkall hjá FSV Fáa vágamenn ikki trý stig burtur úr dystinum sunnudagin, er lítið sannlíkt, at teir eiga umboðan í bestu deildini komandi ár vágamenn hava so at siga allar mans tøkar undan dyst- inum. Tór-Ingar Akselsen fekk skaða, tá vágamenn fyri einum mánaði síðani spældu móti B36, og síðani tá hevur hann ikki verið við. Hesa vikuna hevur hann tó vant nakað, men hós- kvøldið var ikki greitt, um hann fór at vera á vøllinum sunnudagin. Vágamenninir vóna tó, at unga stjørnuskot teirra verð- ur til reiðar at tørna út, tí hóast hann ikki fær verið í fyllari dystarvenjing, er ein- ki at taka seg aftur í, at hann er besta kort teirra í fram- rættaða spælinum, og hetta er júst tað, sum vágamenn hava tørv á. Ein javnleikur er snøgt sagt ov lítið, or- sakað av innahýsis úrslit- unum í dystunum móti sum- bingum. Fara eftir stigunum Sandoyingar eru eisini full- greiðir um týdningin, sum dysturin hevur fyri vága- menn, og teir ætla sær so avgjørt ikki at taka nakað fyri givið, áðrenn farið verð- ur á vøllin. - Hetta er seinasta útkall hjá teimum, so lætt verður tað undir ongum umstøð- um. Tað hevði tó eisini verið ógvuliga naivt av okkum, um vit tóku lætt upp á nak- ran dyst yvirhøvur, sigur liðskiparin hjá B71, Eli Hentze. Eitt er, at hetta er seinasta útkall hjá vágamonnum, men sandoyingar skulu hin- vegin heldur ikki kenna seg ov tryggar. – Tað skal vilja ófatuliga illa til, um so er, at vit flyta niður, men so leingi møguleikin er á papp- írinum, so er hann altso har, heldur Eli, og leggur dent á, at teir ætla sær trý stig sunnudagin. - Tað gera vit hvørja ferð vit fara á vøllin, men at so ikki hevur eydnast so væl, er ein onnur søga, sigur lið- skiparin hjá B71. Eisini hjá gestunum eru so at siga allir mans tøkir. Jón Brekku hevur sitið sítt leikbann av sær, og er tí til reiðar at fara aftur á aftasta mannin, so líkt er til, at talan verður um á leið sterkastu uppstilling. Einasta undantakið tykist vera Alex Nielsen. Hann hevur havt onkran snudd í knænum, og tá vit frættu av Sandi, var ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla sunnudagin. OB fer í morgin at vitja FCK á heimavøllinum í Parkini. Fyrrverandi FCK venjarin, Kim Brink, er stjóri í OB, og Carsten Hemmingsen, sum inntil fyri tveimum vikum síðani var miðvallari í FCK, er nú miðvallari í OB. Johan B. Hansen, sum fyri tveimum vikum síðani sat á beink- inum á føroyska landslið- num, er eisini í hópinum hjá OB. Luturin hjá honum hevur higartil verið at sita á beinkinum og at koma á vøllin við hvørt. Ein av stóru spurningu- num í FCK hevur í vikuni verið, um Todi Jónsson fór at vera førur fyri at spæla sunnudagsdystin. Sambært almennu heima- síðuna hjá FCK, so er Todi Jónsson tøkur aftur. Hann og nýggi og stóri álopsmað- urin, Pascal Simpson, hava síðani tíðliga í vikuni vant saman við hinum í FCK. Um Todi verður ímillum teir fyrstu ellivu, um hann verð- ur á beinkinum, ella um hann verður spardur inntil annan sunnudag, tá FCK skal til Silkeborg, var ikki greitt, tá vit høvdu samband til Danmarkar. JH Todi Jónsson verður tøkur Men í gjár var ikki greitt, um hann verður á liðnum, tá OB í morgin vitjar í Parkini Skal FS Vágar yvirliva, er neyðugt hjá teimum at vinna á B71 í morgin Væntandi verður Todi Jónsson aftur klárur at spæla um vikuskiftið, eftir skaan hann fekk í landsdystinum Í gjár hvíldu teir í Herfølge seg. Tað høvdu teir væl uppiborið, og tað er ikki at undrast á, at lagið verður sera gott, tá FCMidtjylland kemur at vitja í morgin. Spurningurin er bara, um Jákup Mikkelsen og liðfe- lagarnar hava fingið løtt battaríini aftur og savna tankarnar, eftir at teir hós- kvøldið stóðu seg ógvuliga væl í UEFA Cup. Herfølge var í Stokholm og spældi á tjóðarleik- vøllinum, Råsunda. Mót- støðuliðkið var AIK, og tað fór kring alt Europa, at Her- følge hevði á útivølli vunnið 1–0. Málið fingu teir mið- skeiðis í 1. hálvleiki, og tað var Jesper Falck, sum eftir ein stikkbólt fram ímillum lyfti hegnisliga upp um mál- verjan, Daniel Andersson, sum var á veg úr AIK mál- inum. Burtursæð frá teim- um umleið hálvt hundrað Herfølge áskoðarunum, so gjørdist tað deyðatøgn í- millum teir 7.159 áskoða- rarnar. Dysturin í Herfølge verð- ur 28. september ella sama dag sum danir skulu gera av, um teir vilja hava evruna ella ikki. Tveir av stjørnu- spælarunum hjá AIK, An- dreas Andersson og Pontus Kålmark vóru skaddir hós- kvøldið, og tað vóru tríggir aðrir stuðulsspælarar hjá IK eisini. Men hóast hetta so verður mett, at Jákup og teir hava góðar møguleikar: – Vit spældu akkurát, sum vit gjørdu í fjør, tá vit vunnu DM. Allir stríddust fyri all- ar. Vit vunnu nærdystirnar, og teir komu til ógvuliga fáar møguleikar, var met- ingin hjá John Faxe Jensen, sum ikki minst rósti mið- verjuni og málverjanum, Já- kupi Mikkelsen, fyri teirra stóra leiklut í tepra sigri- num. – AIK hevði fáar upp- lagdar møguleikar, men tað tænir teimum aftastu til stórt rós, so tryggir teir vóru, seg- ði venjarin, sum harvið eis- ini undirstrikaði, hvussu stóran týdning fótbóltsspæl- ið hjá Jákupi hevur, tá tað verður spælt nógv aftur til málverjan. Fyrr í summar varð Her- følge sent úr undankapp- ingini til meistarakapping- ini. Herfølge tapti tvær ferð- ir 3–0 til Glasgow Rangers. Tað varð ikki mett at vera nakað serligt úrslit, tí Glas- gow hevur tey seinnu árini bara verið eitt miðal euro- peiskt lið. Men í vikuni und- irstrikaðu teir í Glasgow, at teir ætla sær ikki so lítið í ár. Á heimavøllinum vunnu teir 5–0 á eysturríkska Sturm Graz, og tað var ikki so lítið. Stórt vónbrot Trý onnur donsk lið vóru í altjóða ódnarveðrið hós- kvøldið. Brøndby var ein- asta liðið á heimavølli, og teir vóru størsta vónbrotið. Osijek úr Kroatia, sum ikki verður mett at hava nakra serliga styrki, vann 2–1 á Brøndby stadion. Sigurs- málið fingu kroatisku gest- irnir eftir eitt óvanliga stórt málverjumistak. Eftir aft- urlegging legði Mogens Krogh bóltin fyri føturnar á einum av álopsmonnunum hjá gestunum. AB, sum sendi B36 úr UEFA Cup, var í Prag í Kekkia, og har gekk teim- um illa. Dukla Prag vann 3– Jákup helt málið púra tætt Basel-Brann 3-2 (1-0) Dmovice-1860 München 0-0 Ghent-Ajac 0-6 (0-2) Kosice-Grazer AK 2-3 (0-0) Lierse-Bordeaux 0-0 IFK Norrkøping-Slovan Liberec 2-2(1-0) Rapid Wien-Ørgryte 3-0 (2-0) Vasas-AEK Athen 2-2 (0-0) Al. Vladikavkaz-Arnica Wronki 0-3 (0-1) AIK Solna-Herfølge 0-1 (0-1) Alaves-Gaziantepspor 0-0 Antalyaspor-Werder Bremen 2-0 (1-0) Brøndby-Osijek 1-2 (1-1) CSKA Moskva-MTK Hungaria 1-2 (1-0) Celta Vigo-Rijeka 0-0 Celtic-HJK Helsinki 2-0 (2-0) Chelsea-St Gallen 1-0 (1-0) Club Brügge-APOEL Nicosia 1-0 (2-0) Dunaferr-Feyenood 0-1 (0-0) Gorica-AC Roma 1-4 (1-3) Guegnon-Iraklis 0-0 Halmstads-Benfica 2-1 (1-1) Kryvbas Kryvyi-Nantes 0-1 (0-0) Lausanne-Sport-Torpedo Moskva 3-2 (1-2) Herfølge stóð seg best av donsku liðunum í UEFA Cup, og nú bendir alt á, at teir fara at halda fram í kappingini Leicester City-Crvena Zvezda 1-1 (1-1) Lillestrøm-Dinamo Moskva 3-1 (2-1) Lokomotiv Moskva-Neflochirnik 4-2 (2-1) Molde-Rayo Vallecano 0-1 (0-1) Napredak-OFI Crete 0-0 Olimpija Ljublana-Espanyol 2-1 (2-1) PAOK Thessaloniki-Beitar Jerusal. 3-1 (1- 1) Partizan-Porto 1-1 (1-0) Pobeda-Parma 0-2 (0-1) Polonia Warsawa-Udinese 0-1 (0-0) Rapid Bucharest-Liverpool 0-1 (0-1) Real Zaragoza-Wisla Krakow 4-1 (1-1) Roda-Inter Bratislava 0-2 (0-1) Ruch Chorzow-Inter 0-3 (0-0) Slavia Prag-AB 3-0 (1-0) Slovan Bratislava-Dinamo Zagreb 0-3 (0-1) Stuttgart-Heart of Midlothian 1-0 (1-0) Tirol Innsbruck-Fiorentina 3-1 (2-0) Vitesse Arnheim-Maccabi Haifa 3-0 (1-0) Vorskla Poltava-Boavista 1-2 (1-0) Zimbru Chisinau-Hertha Berlin 1-2 (1-1) Zurch-Genk 1-2 (0-0) Úrslitini úr UEFA-Cup í vikuni 0, og harvið tykist dreym- urin hjá AB um framhald í UEFA Cup at vera lítið veruleikakendur. Burtursæð frá Herfølge stóð Viborg seg best av don- sku liðunum. Viborg er fyri fyrstu ferð við í europeisk- um kappingum. Teir vóru í Moskva og spældu ímóti CSKA, og úrslitið var 0–0. JH Í Herfølge eru tey nú til reiðar at taka ímóti AIK Stockholm, og við sig- rinum í fyrra dystinum, er útgangsstøði hjá Jákupi og teimum gott 18 19 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 178 - 16. september 2000 Nr. 178 - 16. september 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Jubileumsdagar 40 ‡ra jubileum viÝ halda vit viÝ sera g—Ýum tilboÝum!!! C. Ployensgøta 4 • 100 Tórshavn Tel. 31 25 31 • Fax 31 23 19 SP/F MARJUN HEIMÁ SpariÝ kr. 1.000,- BERNINA 140 Vanligur pr’sur kr. 8.195,- Jubileumspr’sur kr. 7.195,- Bernina 2500 DCET er tann mest framkomna overlock- maskinan viÝ b¾Ýi 2 og 3 n‡la coverseymi, Top & Bottom coverseymi og 12 overlockseymum - alt hetta ’ einari maskinu. Vanligur pr’sur kr. 15.995,- Jubilemumspr’sur kr. 12.995,- OKKARA MEST SELDA OVERLOCK maskina Bernette 800 D Vanligur pr’sur kr. 5.795,- Jubileumspr’sur kr. 4.995,- Artista 180 + broderimodul + ARTlink/CPS special edition Tann ultimativa seymimaskinan viÝ broder’fasilitetum. Vanligur pr’sur kr. 27.490,00 JubileumstilboÝ kr. 20.995,- Fr‡ 20. - 23. september hava vit vitjan av stj—ranum ’ BERNINA DANMARK A/S Steen Jensen og demonstratrise Tine S¿gŒrd sum fer at demonstrera okkara st—ra œrval av BERNINA seymimaskinum og overlockarum ’ handlinum. Allar dagar verÝur bj—ÝaÝ kaffi og sm‡k¿kur til kundarnar. Sosialurin - 311820