leygardagur 16. september 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
17
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 178 - 16. september 2000
Nr. 178 - 16. september 2000
Lesið eisini
ÍtróttaSosialin á
alnetinum:
www.sosialurin.fo
JÁKUP MØRK
Í øllum førum røkist nú
møguleiki fyri, at tvær av
fremstu kvinnuligu hond-
Til íslendsku meistararnar
Eftir at føroyskir fótbóltsleikarar í nøkur ár hava roynt seg í Íslandi, tykist tað nú vera hondbólturin, sum dregur
føroyingar norðureftir
Gunnleyg Berg úr Neista-
num, sum hava fingið í boði
at royna seg hjá felagnum,
og báðar hava tær tikið av
tilboðnum.
Beint eftir døgurða í gjár,
fríggjadagin, skuldu tær
báðar fara við íslandsflog-
farinum, og longu í gjár-
kvøldi stóð fyrsti dysturin
á skránni, við tað at ÍBV í
løtuni er á venjingarlegu í
Íslandi. Eisini verður ein
dystur í kvøld, áðrenn tær í
morgin fara til Vestmanna-
eyjar at hyggja nærri at um-
støðum felagsins.
Skjót avgerð
Hvussu stórur møguleikin
er fyri einum verðandi uppi-
haldi, tykist ilt at meta um í
løtuni, men í øllum førum
vóru tær báðar hondbólts-
genturnar sera spentar, tá vit
hóskvøldið skiftu orð við
tær.
Gunnleyg greiðir frá, at
fyrrverandi kyndilsleikarin,
og núverandi tjaldursven-
jarin, Jacob Jónsson, týs-
kvøldið setti seg í samband
við tær, og eftir at hava um-
hugsað støðuna, tók hon av
tilboðnum.
Sum hon hevur skilt á lag-
num, so koma teir báðir
venjingardystirnir at gera
av, hvørt tær fáa í boði at
verða verandi í Íslandi.
Gongst somikið væl, at
hetta kemur upp á tal, verð-
ur talan allarhelst um eitt
slag av hálvtíðar sáttmála,
har talan verður um at ar-
beiða nakrar fáar tímar um
bóltsleikarum okkara nú fáa
høvi at royna seg íslendska
meistaraliðnum, ÍBV.
Tað eru tær báðar, Anniku
Ljósstein úr Stjørnuni og
dagin, meðan restin so verð-
ur nýtt til hvíld og venjing.
Júst hvussu støðið á Ís-
lendskum kvinnuhondbólti
er, dugdi Gunnleyg ikki at
meta um, men sum hon hev-
ur skilt á lagnum, kundi tey
bestu føroysku liðini helst
staðið seg í bestu deildini.
Serstakt høvi
Í mun til Gunnleyg, hevur
Annika áður roynt at tikist
við íslendsk kvinnulið.
Hetta var undan kappingar-
ársbyrjan í fjør, tá Stjørnan
var á venjingarlegu í Íslandi.
Annika greiður frá, at tær
tá royndu seg móti onkrum
av oddaliðunum í Íslendsku
kappingini, og hóast tær í
fyrsta dystinum fingu av at
vita, so hylnaðist venjing-
arlegan sum heild væl, og
úrslitaliga gekst eisini á eini
heilt góðari leið móti øðrum
íslendskum liðum.
Hóast hon tykist sera
spent um brádliga íkomna
møguleikan í Íslandi, so
leggur Annika afturat, at um
talan verður um sáttmála, so
er tað samstundis við sorg-
blídni, at hon sigur farvæl
við liðfelagarnar í Stjørn-
uni.
Heldur enn fegin vil lið-
skiparin hjá klaksvíksgent-
unum sleppa at verja FM-
heitið, sum liðið vann í fjør,
men sum hon sigur, so er
ikki vist, at eitt slíkt høvi
býðst aftur. Hinvegin vísur
hon tó eisini á, at enn er
einki avgjørt, og verður hon
vigað ov løtt av íslending-
um, so verður sjálvandi aft-
ur við Stjørnuni komandi
kappingarár.
Umframt at hava roynt
seg í Stjørnuni, hevur Ann-
ika eisini spælt í næstbestu
donsku deildini. Tilvildin
vil, at navnið á danska fe-
lagnum var »Stjernen«.
Týskvøldið varð Gunnleyg Berg ringd upp av Jacob
Jónsson, sum beyð henni at koma til Islands at royna seg
Eins og Gunnleyg, er Annika Ljósstein eisini boðin til
Íslands, og í gjár skuldu tær leika venjingardyst við ÍBV
AGF við Óla Johannesen í
hópinum fer í morgin norð-
ur til Aalborg. Hýrurin er
einki serligur, og sjálvsálitið
er neyvan av tí besta. AGF
hevur tapt fýra teir síðstu
landskappingardystirnar, og
botnurin kennist alt nærri.
Ove Christiansen hevur
síðani summarsteðgin verið
venjari í AGF. Har hevur
verið nógvur turbulensur, tí
fíggjarliga støðan hevur ver-
ið so vánalig, og tí onkrir
av spælarunum hava skikk-
að sær so illa – summir á
vøllinum og onkur uttanfyri
vøllin.
Venjarin hevur ikki fjalt
yvir, at hann hevur verið
misnøgdur við, at leiðslan í
felagnum hevur verið so
ússalig.
Aftur hóskvøldið var Ove
Christiansen í donsku fjøl-
miðlunum og beit frá sær.
Hann helt, at nú var nóg
mikið grenjað í AGF. Nú
ráddi um at seta seg saman,
at tosa viðurskiftini ígjøg-
num og at taka tær avgerð-
irnar, sum eru neyðugar, um
felagið skal fóta sær og ar-
beiðsumstøðurnar
skulu
gerast, sum tær mugu vera,
um nakað skal spyrjast burt-
urúr.
Í donsku pressuni verður
sagt, at venjarin er snildur.
Hann nýtir høvi at snara
eygunum frá spælarunum,
sum nógvir eru lítið royndir,
og yvir á leiðsluna.
Aftur og fram
Í týsdagsblaðnum søgdu vit,
at Óli Johannesen hevði ver-
ið á liðnum frá fyrsta bríksli
síðsta vikuskifti. Tíðindini
høvdu vit frá einari heima-
síðu á alnetinum, sum van-
liga er sera álítandi. Men
hesa ferð vóru tíðindini ikki
røtt á heimasíðuni, sum hev-
ði Óla Johannesen ímillum
teir fyrstu ellivu og á einum
miðvallarplássi.
Seinni í vikuni hava vit
frætt, at Óli varð settur inn
í verjuna í 38. minutti. Tað
komst av útvísingini av Ken
Martin ímóti Silkeborg. Tá
var ein stórur hálvur tími
farin. Útvísingin hevði við
sær, at venjarin tók ein mið-
vallara út og setti Óla Jo-
hannesen í miðverjuna.
AGF er fíggjarliga í tung-
um sjógvi. Tí royna teir at
selja spælarar. Hesa sein-
astu vikuna hava tveir verið
í Onglandi og royndarvant.
Talan er um miðverjan
Dennis Siim og verju-
spælaran John Jensen. Teir
hava verið í 1. deild-
arfelagnum Barnsley. Enn
er eingin sáttmáli komin
burturúr.
Mikudagin í hesi vikuni
kom spæliloyvið hjá bra-
siliumanninum Ricardo Sil-
va til AGF. Felagið hevur
fyribils gjørt leigusáttmála
við álopsmannin.
JH
AGF venjarin er í øðini
Fyri at lætta trýstið á spælarunum, stoytti venjarin hjá Óla Johannesen og teimum hóskvøldið eina stóra pøs
omanyvir leiðsluna í felagnum
Í morgin hevur B68 knívin
á barkanum. Um teir vinna,
tá HB kemur á vitjan, verð-
ur framvegis lív í vónini at
vinna meistaraskapin. Um
HB vinnur, ella um tað
verður javnleikur, so er
vónin fyri FM heitinum
horvin á Toftum. Í B68 rok-
na tey – við úrslitunum sein-
astu tíðina í huga – ikki við,
at HB fer at missa stig í
Gundadali ímóti B36 og í
Sumba.
Í B68 rokna taka teir ein
dyst í senn. Tann ímóti HB
verður strevin, og tað verður
heldur ikki á nakran hátt
lætt tær báðu næstu ferð-
irnar, tá teir skulu til Vágs
og fáa vitjan av GÍ.
Tað kom illa við hjá B68,
at teir taptu 3–0 í Runavík.
Teir halda ikki, at teir høvdu
marginalirnar við sær, og
teir halda ikki, at teir vístu
tann hugburðin, sum skal
til, um dystirnir skulu vinn-
ast ímóti góðu liðunum.
Hetta hava teir tosað um á
Svangaskarði, meðan teir
hava savnað hugsanirnar og
orkuna um stóru avbjóðing-
ina, sum tað altíð er fyri eitt
so lítið felag at fáa vitjan av
HB.
Øssur Jacobsen var leik-
bannaður í Runavík. Hann
er tøkur aftur, og eingin
annar er leikbannaður. Ein-
gin toftamaður er skaða-
plágaður.
Merkisvert er tað, at
HBararnir fara at hitta fleiri
kendar menn á Svanga-
skarði. Her verður hugsað
um B68 venjaran, Jóannes
Jakobsen, sum hevur verið
venjari í HB í tvey ár, og
sum hevur spælt á besta lið-
num í fimtan ár. Her verður
eisini hugsað um Jan C.
Dam, sum hevur spælt í HB
í trettan ár, og um Súna
Fríða Johannesen, sum var
í HB í fjør og í fyrraárið.
Lykladysturin
Longu undan GÍ dystinum
tosaðu teir í HB um, at
lykladysturin, sum fór at
hava alstóran týdning fyri,
hvør skal vinna FM, fór at
verða tann ímóti B68, og tað
halda teir framvegis í HB.
Spenningurin í HB húsinum
er stórur, og tað verður rok-
nað við, at nógvir HB stuð-
lar í morgin fara á Svanga-
skarð.
Eingin HBari er leikbann-
aður. Rói Árting fekk ein
snudd undir síðuna og
noyddist tískil tíðliga út í-
móti GÍ. Rói hevur vant eitt
sindur í vikuni, og hann
verður við í hópinum í mor-
gin. Rúni Nolsøe fekk undir
venjing mikukvøldið ein
brest í skirvisliga knæið,
Nú má røkka ella støkka
Um B68 við trimum fyrrverandi HB monnum skal halda tørn um FM møguleikan, so mugu teir vinna, tá oddaliðið úr
HB vitjar á Svangaskarði
men teir rokna við, at lið-
formaðurin verður tøkur í
morgin.
HB betri hagtøl
Tað var púra óvæntað, tá
B68 fyrr í summar vann 4–
3 í Gundadali. Heimaliðið
hevði leikliga yvirvág, men
í HB ásanna teir, at B68 var
effektivt, og toftamenn tóku
av, tá møguleikin kom til
teirra.
Tapið ímóti B68 4. juni
var hjá nógv teimum flestu
HB spælarunum tað fyrsta
nakrantíð. B68 vann FM í
1992. Tá varð HB sent av
Svangaskarði við 1–0 tapi.
Síðani tá hevur B68 ongan-
tíð vunnið heimadystirnar
ímóti HB. Í 1993 og í 1994
endaðu dystirnir javnir – á-
vikavíst 1–1 og 2–2. Og aft-
ur í 1998 var javnleikur – tá
kom einki mál. Hini árini
hevur HB vunnið. Í 1995 2–
1, í 1996 4–3, í 1997 5–2,
og í fjør vunnu teir ikki
minni enn 5–1.
JH
Vágbingar fara í morgin á
vøllin í Gøtu bara við einum
í huganum. Tað er at vinna
øll stigini. Tað er upplagt at
ímynda sær, at teir í VB eru
sera spentir at frætta, hvussu
tað fer at ganga á Toftum:
– Vit vóna, at B68 fer at
megna í hvussu so er javn-
leik. Men vit kunnu ikki
hugsa um nakað annað,
meðan vit spæla, enn at
vinna. Um vit søpla stig
burtur, so verður tað líka
mikið, um B68 fær stig frá
HB.
Tað er VB venjarin, Krzy-
sztof Popczynski, sum vit
hava í telefonini:
– Eg síggi soleiðis uppá
tað, at um HB vinnur á Toft-
um í morgin, so verða teir
púra víst meistarar. Teir fara
ikki at missa stig til B36 ella
Sumba. Um tað verður
javnleikur á Toftum, ella um
B68 vinnur, so verður alt
púra opið. Tá verður tað
týdningarmikið hjá okkum
einki at hava søplað burtur
í Gøtu. Tí mugu vit vinna,
og tað ætla vit okkum at
gera.
Hjá VB er eingin spælari
skaddur, men Predrag Ziv-
kovic er leikbannaður:
– Vit hava fjúrtan spæl-
arar, sum eru kvalifiseraðir
til 1. deild, og allir eru
spentir eftir at sleppa upp í
part. Tað er sera positivt,
heldur spælandi VB ven-
jarin.
Bartal leikbannaður
GÍ fekk ein orduligan upp á
kassan á útivølli ímóti HB.
Men veteranurin Pauli Jarn-
skor tvíheldur um, at hug-
urin er framvegis góður,
sjálvt um tað er langt út-
liðið:
– Veðrið at venja hevur
verið so framúr gott, og tað
er hugaligt. Eftir at teir hjá
HB heldur bíliga fekk tvey
tey fyrstu málini, datt liðið
hjá okkum sundur, og so var
einki at gera. Sunnudagin
eiga vit at megna nógv
meiri.
Hjá GÍ er Jóan Petur Ol-
sen, sum var skaddur síðsta
sunnudag, tøkur aftur, og
tað er Helgi L. Petersen eis-
ini. Hann var leikbannaður
ímóti HB. Hesa ferð er Bart-
al Eliasen leikbannaður.
GÍ omaná
Tað verður ofta tikið til, at
VB altíð stendur seg væl í
Gøtu. Hagtølini siga, at
nógvu tey seinnu árini hev-
ur GÍ fyri tað mesta verið
omaná, tá teir hava havt vit-
jan av VB.
VB vann 2–0 í Gøtu í
1998, men síðani skulu vit
aftur til 1992 fyri at finna
ein annan VB sigur. Tá var
úrslitið 1–2. GÍ vann í fjør
3–1, í 1997 4–1, 1996 1–0,
í 1995 3–0 á Sumba/VB og
í 1993 1–0 (VB var í 2. deild
í 1994).
At tað verður tikið til, at
VB stendur seg væl í Gøtu
stavar frá tíðini kring 1990.
Í 1988 vann VB 1–0, í 1989
vunnu teir 3–1, í 1990 var
1–1, í 1991 2–2 og so vunnu
vágbingar – sum nevnt om-
anfyri – 2–1 í 1992.
JH
VB savnar seg um Sarpigerði
Vágbingar, sum hava stórt sjálvsálit, vóna, at B68 hjálpir teimum, men VB venjarin kann ikki hugsa um annað enn
dystin ímóti GÍ
Skal B68 varveita
FM-møguleikan, er
alneyðugt við eini
endurtøku av
sigrinum á HB
Hóast vágbingar sjálvsagt vóna, at toftamenn fera okkurt við HB, so røæður fyrst og
fremst hjá VB um at vinna dystin í gøtu