Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. september 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 15 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 178 - 16. september 2000 Nr. 178 - 16. september 2000 Nakað eftir midnátt 18. sep- tember 1945 vaknaðu havn- arfólk upp við kaldan dreym - tað hoyrdist ein hvøllur brestur um allan miðbýin, og nógv hildu, at kríggið var brostið áaftur. Onnur gittu, at tað mátti vera ein mina, sum hevði ligið óbrostin síðani heimsbardagan. Men hvøkkurin gjørdist enn størri, tá ið fólk fingu veru- ligu orsøkina at vita. Tað vóru nevniliga føroyingar - lokalir bumbumenn, sum høvdu roynt at spreingja Løgtingshúsini - gamla par- lament okkara - við eini so sterkari bumbu, at tað var komin stórur materiellur skaði, bæði á sjálvan Løg- tingsbygningin og fleiri hús í grannalagnum. Tíbetur var eingin mansskaði. Tá lá kommunuskúlin har, sum býráðið heldur til í dag. - Vit børn vóru øgiliga forfard, táið vit skuldu í skúla morgunin eftir, tí bæði Løgting og skúli sóu ræðu- lig út. Løgtingsbygningurin var skeiklaður á og kolsvart- ur av sóti í tí borðinum, sum vendi móti skúlanum. Næst- an allir rútar í báðum bygningum vóru knústir. Lærararnir vóru álvar- samir og skelkaðir, og børn- ini vóru sum mýs, meðan skúlastjórin, Zacharias Sør- ensen, helt eina hvassa røðu um syrgiliga tilburðin við okkara parlamenti. Stutt eftir fingu vit frí, meðan handverkarar fóru undir at gera skúlan í stand aftur. Allan mín barndóm varð debatterað um hesa beista- gerð, og ikki vóru menn al- tíð samdir, men tey allar- flestu kundu kortini semjast um, at tað vóru týðulig pol- itisk motiv aftan fyri hend- ingina. Hetta var jú mitt í fullveldistíðini, har fólka- flokkurin og tann rabiati vongurin, sum seinni gjørd- ist til tjóðveldisflokkin leik- aðu púra hysteriskt í móti sjálvsstýris-, javnadar- og sambandsflokki. Fullveldis- menninir vóru nakað áðrenn hetta mundið rýmdir av tingi og saboteradu alt lóg- ararbeidið við ikki at møta, heldur ikki til nevndar- fundir. Polariseringin var hervi- lig, og orðalagið hjá loys- ingarmonnum var ógvisligt. Teir, sum ýldu harðast høvdu yvirhøvur ikki verið í Føroyum undir krígnum, men vóru vendir heim aftur úr Danmark aftaná kríggið og vildu nú partú trútta nið- ur í øll hini, at teir vistu best um alt. Hetta vóru ikki be- skednir menn, og teir illsk- aðust inn á øll tey, sum vóru skeptisk, flentu ella rystu á høvdinum at teimum. Ómegdin og illsinnið um, at heimafólkið ikki altíð tók teir so álvarliga, gjørdi teir ræduliga hatskar og despe- ratar. Manna millum varð tí nógv gitt um, at tað vóru hesir, sum stóðu aftan fyri brotsgerðina, men hóast politiið ásetti ein dusør uppá 5.000 kr. til tann, sum kundi hjálpa við at finna illgerðs- menninar, vórðu teir ongan- tíð funnir. Men, at tað vóru gløðandi fullveldismenn, sum stóðu aftan fyri bumb- utilburdin, var fáur í iva um - leggjast kann afturat, at Petur Mohr Dam, Palli Hen- riksen og aðrir javnaðar- menn høvdu verið í tingi- num til fundar minni enn ein tíma, áðrenn bumban brast. Tingakrossur, Dimma- lætting og Sosialurin vóru øll samd um, at hetta var eitt álvarsamt politiskt álop á Løgtingið og føroyska parlamentarismu. Tjóðveldismenn hava leingi roynt at gjørt næstan ein heilan kult burtur úr at minnast 14. september árið eftir, har 32% av teimum, sum valrætt høvdu, atkvóðu fyri loysing, meðan umleið 37% ikki vildu á val. Men hevði tað verið nakað mans- evni í teimum, høvdu teir heldur minst og harmast skammardagin mikla, táið feikasta, ússaligasta og mest ómansliga álop varð gjørt á okkara Løgting. Men hesin dagur skal helst, sum so nógv annað pínligt hjá loys- ingarrørsluni dyljast, for- treingjast og helst hvørva úr søguni. Søgumenn tiga tað burtur, journalistar tora ikki í gongd við tað ella vita ov lítið um hesa tíðina. Helst skal alt frá hesi óhugnaligu tíð fara undir heilt, og eing- in má fregnast um nakað. Tað er synd í tí ungdómi, sum verður søguleysur ella fær hana í eini revideraðari, censoreraðari útgávu frá tjóðveldisskribentum. Onglendingar eru so frægir, at teir hvønn 5. nov- ember, lika síðani 1605 hava hildið Guy Fawkes Day til minnis um, táið menn bara royndu at spreingja eingilska parla- mentið, men vórðu handtik- nir áðrenn. (Teir brenna eina strádukku og minnast The Gunpowder Plot). Ættarliðið hjá pápa mín- um kallaði konsekvent 18/ 9 fyri Guy Fawkes - dag, táið okkara krútbandi gjørdi seg inn á fólkavalda um- boðstingið! Er nøkur analogi til í dag? Ja, tá dansaðu menn heilt hysteriskir um gullkálvin í rituellum pundsdansi og billaðu sær inn, at alt bar til fyri nakrar milliónir pund. Í dag dansa menn um Hoyd- alsdrongin í vitleysum olj- udansi, meðan oljubabba roynir at skipa tað vánaliga stevið. Báðir royna at trútta síðni privatu identitetsprob- lem úr Danmark niður yvir sakleysar heimaføroyingar. Samstundis hava teir múla- bundið føroyska pressu, so- leiðis at teir, sum maktina hava ikki møta nøkrum bor- andi ella kritiskum journal- istikki. Tvørturímóti: Bæði bløð, útvarp og sjónvarp lata Landsdrongin fáa meira pláss til at stýra allari skriv- ing og tíðindafluttningi, enn sjálvt Milosevic fær høvi til í Serbiu. Har niðri eru onkr- ir, sum tora at muta ímóti maktmisbrúkinum. Men hjá okkum er útkalt. Her er einki andaligt frælsi. Hjá okkum eru makthavararnir friðaðir; – soleiðis er van- liga ikki í nøkrum demo- kratiskum landi. Aðrastaðni mugu teir, sum hava makt alla tíðina standa fyri skot- um og uppskot teirra verða pettaði sundur, um bert nak- að er at seta fingurin á. Men hvat gera okkara tíðinda- menn – teir svansa herða- klappandi rundan um vara- løgna og gloypa øllum ó- hyrligheitum, sum dresser- aðir lakajar. Varaløgni og fullveldis- menn seta dagsskránna fyri útvarpstíðindi, og hvat skal viðgerast. Okkara sonevndu journalistar hava lítið talent, minni dirvi og ongan vilja til annað enn sum bebbar- æddar neytakonur at rópa halleluja, hvørja ferð harra Hoydal sigur nakað, hóast meginparturin, hesin maður sigur, eru banalitetir, ósann- indi og møsn. Høvdu vit havt eina frælsa, ella óhefta pressu, hevði charlatanurin í Tinganesi ikki sloppið at manipulerað so grovt við Føroya fólki, tí tá høvdu sjalvt sunnudags-journalist- arnir latið hann úr og av- dúkað hann. Hetta skuldi verið uppgáva hjá eini fríari pressu, men okkara pressa er jú fjøtrað og tjóðveldis- heft, undirbrotlig og Hoyd- alskúgað og roynir at bróta slód fyri Hoydalsrepublikk- ini, sum hevdi verid størsta andaliga fongsul, síðani Sovjetblokkurin skramblaði saman. Men lat okkum onnur minnast 18. September 1945 – tað var ein av teim- um døgum, har tann fúla fullveldismuran lá heilt nak- in. Muran er ikki øðrvísi í dag, bara betri krógvað! Í dag situr ein Macchiavelli í Tinganesi. Hvussu leingi ætla føroyingar at finna seg í fariseararunum í fullveld- isliðinum? Virgar T. Dalsgaard Eitt 55 ára minni um NÍÐINGSDAGIN MIKLA 18. september 1945 Viðmerking: Dulnevnið sum øll kenna At sera hørð kapping er millum tey bæði størstu bløðini, munnu nógv vita og eisini taka undir við mær í, at best var um bæði bløðini hóraðu undan. Eisini at Dimmalætting í hesum árinum hevur ligið klárt á odda við lesiverdug- um lesitilfari (oddagreinir- nar eru tó sjáldan lesiverd- ar). Hon hevur eisini fleiri dugnalig blaðfólk. Sosialurin hevur so púr- astani mist flogið, er nú bara eitt einkisigandi meinig- heitsblað hjá javnaðarflokk- inum, og dugnalig blaðfólk halda ikki leingi á har. Hvussu vánaligur Sosialur- in hevur verið í alt ár, kom so týðuliga til sjóndar 7.9.00, har knappliga ein líkinda oddagrein stóð at lesa. Fólk vórðu bilsin, tikin á bóli. Gita var um, hvør ið hevði skrivað hana og onk- ur væntaði, at nú fingu vit eitt frískligari blað. Men eitt tjaldur ger einki summar. Hetta er sjálvandi látur- ligt, men virðingin fyri blaðnum dettur skjótt nið- ureftir. Tað er ikki langt síðan ein av okkara fyrrv. góðu blaðfólkum, Sjúrður Skaale, nart viðs ama evni. Tað, sum gjørdi tey dul- nevndu lesarabrøvini so leiðilig var júst, at blað- stjórarnir og flokspolitik- ararnir misbrúktu tey. Og at øll vistu hetta. Tann væl- signaða húsmóðirin ella gamli fiskimaðurin fingu skyldina. Dulnevnd lesara- brøv vóru bara loyvd fyri teirra skyld. Hetta skal av- gjørt ikki skiljast sum nøk- ur hóttan, tvørturímóti, men tað er fyrstu ferð, at eg í 20 ár havi ivast eitt sindur í, um eg nú tímdi at fara heim og gjalda fyri bæði bløðini. Tað eru hóast alt knappar 3000 kr. um árið. Steinbjørn B. Jacobsen Tinghúsini - og húsini í grannalagnum, fingu rættuliga stóran skaða, tá menn løgdu bumbu í tinghúsið tann 18. september 1954. Hóast politiið lovaði dusør upp á 5.000 kr, vórðu bumbumenninir ongantíð tiknir Lesarabrøv: Skarvurin So komu vit aftur til september, tá ið loyvt er at skjóta skarv. So er tað: »er nakað eftir av skarvi at skjóta«. Skarvurin fór at minka í stórum, tá ið loyvt varð at skjóta skarv á sinni. Ikki varð tilskilað, hvønn hátt, hann skuldi verða veiddur. Og fylgjan var og er, at hann verður skotin frá speedbát- um inn á, ella við skarva- urðarnar. Ella lagt verður í flokkin púra fyrilitsleyst. Alt verður skotið, gamalt sum ungt. Fylgjan er eftir hesi mongu ár, at skarva- stovnurin er skræddur upp. Aldur og kynsbýtið er av- lagað í tí sindrið sum er eftir Viðv. kostnaðarmiklu íløgunum til útgerð á okkara sjúkrahúsum Føroysk Sjúkrahús kundu spart hópin av peningi til útgerð, um rætt varð borið at. Tað tykist sum leiðslan ikki hevur tær royndir, sum skulu til fyri at spara á hes- um øki. Mett verður, at sparast kunnu í minsta lagi 18,75 mill. kr. um árið. Hetta framgongur av samrøðum, sum útvarpið Vísandi til Dag og viku hóskvøldið 14. september 2000 Oman fyri nevndu býráðs- limir vilja við hesum krevja, at kallað verður inn til eyka- býráðsfundar fyrst í kom- andi viku, soleiðis at allir býráðslimir kunnu fáa eina frágreiðing um, hvat gong- ur fyri seg viðvíkjandi við- gerð av SEV í Kommunu- samskipan Føroya. Tað verður harðliga átal- að og er at harmast um, at Sjónvarp Føroya kann bera slík tíðindi um framtíðar- ætlan hjá SEV, uttan at bý- ráðslimir eru vitandi ella kunnaðir um hesa ætlan. Fyri okkum er hetta nakað heilt nýtt, sum verður borið fram. Vit meta, at hetta er eitt sera stórt og týdningar- mikið mál, sum sjálvandi eigur at verða viðgjørt í Tórshavnar Býráð, áðrenn nakað verður almannakunn- gjørt. Spurningurin er, um bý- ráðsformaðurin og býráðs- skrivarin ikki eru farnir út um sínar heimildir í hesum máli? Niðurstøða okkara er, at Kommunusamskipan Før- oya og tygum sum býráðs- formaður fyri Tórshavnar Býráð hava sera lítla virðing fyri borgarum í kommununi og okkum býráðslimum. Vegna býráðsumboðini hjá Sambandsflokkinum Heðin Mortensen, býráðslimur hevur havt við leiðandi læknar. Ávísur adm. yvirlækni sigur enntá, at sparast kunnu 20-25% uttan trupul- leikar. Sjúkrahúsini kundu sam- ráðst seg fram til stórar sparingar, um tey høvdu lagt seg eftir at kanna prís- irnar í okkara grannalond- um og í teirru egnu komm- unu. T.d. kundi útlicitering farið fram á hesum øki. Brutto 300 mill. kr. Landssjúkra- húsið 231 mill. kr. Klaksvíkar Sjúkrahús 40 mill. kr. Suðuroyar Sjúkrahús 29 mill. kr. Herav eru. Lønar- útreiðslur 225 mill. kr. Rakstur 75 mill. kr. Vinarligast, Bent Joensen 3912 Atammik Grønland av honum. Og fer hann sum frá líður at hvørva úr før- oysku fuglafaunauni. Vit hava eina hampuliga fuglaveiðilóg, har loyvt verður at veiða ávísar ald- ursbólkar til tær ymsu árs- tíðirnar. Og lomviga og álku á vetri. Tað er eitt virðismikið náttúrutilfeingi, sum má røktast væl og virðiliga. Hetta er í lagi, at loyvt verður at veiða avlopið av einum stovni. Men skarvurin verður ikki veiddur sum tað sømir seg eina mentaða tjóð. Hann verður fyribeindur, við tí veiðihátti sum loyvt verður. Hetta at hann er minkaður nógv, vita sjálvandi allir teir sum skjóta. Tað byrjaði við at bátur kundi fáa einar 200 skarvar. Hvat fáa teir nú? Tað er løgið at teir sum skjóta skarv og síggja at hann bara minkar, ikki sjálvir gera vart við tað, at skarvurin ikki tolir slíka veiðu. Skarvurin er friðleysur og hevur ongan góðan. Og verður fyribeindur við myndugleikana vælsignilsi. Hetta er heilt óvanligt í øll- um mentaðum londum. Her eru Føroyar eindømi. Í Íslandi, Noregi, Het- landi, Skotlandi ýðir av skarvi og hiplingi. Hipling- urin varð fyribeindur. Nú eigur skarvurin tørn. Táið ein fuglastovnur er komin niður á eitt vist, er ivasamt, um hann kann koma fyri seg av egnum ávum. Sum t.d. skarvurin, sum er føroyskur burturav, og má verða lítið blandaður við annan skarv, um yvir- høvur nakað. Nú er bara eitt at gera, og tað er at friða skarvin burtur av. Tíverri er onki annað at gera. Hetta ið gjørt er móti skarvinum, er brot á allar etiskar og moralskar reglur og er tjóðini til lítlan sóma. Eisini í altjóða høpi. Erik Mortensen Minni enn 2 ár eru eftir til løgtingsval. Tveir mán- aðir eru eftir til komm- unuval. Og onkur væntar kanska eisini fólkatings- val, orsakað av Evru-at- kvøðuni og stríðnum um innflytarapolitikk í Dan- mark. Tí er tað kanska skilligt, at bæði andstøðu- og sam- gonguflokkar leita upp gamlar gøtur og nú fara at lova pengar til ymisk endamál. Minni skilligt er tað, at ósannar søgur um hóttanir verða sagdar at stýra landsins fíggjarpol- itikki. Og harmiligt er tað, at vanligar samstarvssið- venjur verða lagdar til viks. Vónandi er hetta ikki tekin um royndir at draga sundur í eini tíð, har pol- itiskt støðufesti er altav- gerandi. Vit skulu taka alla ábyrgdina av okkara landi og okkara búskapi. Bú- skapur okkara er í vanda fyri stórari ovurhiting. Eitt oljuleitingarvirksemi krevur at vit dubba okkum mentanarliga og sosialt. Vit skulu skapa øllum økjum í landinum nútím- ans liviumstøður. Vit skulu rætt og slætt leggja allan dent á sjálv- støðuga tjóðarbygging. Fólkaræði — ikki einaræði Einar sjálvstøðugar Før- oyar krevja eitt vælvirk- andi politiskt fólkaræði. Tað merkir, at vit verða ongantíð samd um, hvussu samfelagið skal skipast hugsjónarliga, vinnuliga, mentanarliga og sosialt. Um vit krevja, at allir politiskir flokkar og allir føroyingar verða samdir hugsjónarliga um tildømis skattapolitikk, vinnupolit- ikk, sosialpolitikk og mentanarpolitikk, áðrenn vit kunnu gerast sjálvstøð- ug tjóð, so tosa vit um diktatur. Og við hesum kravi hevði onki land ver- ið sjálvstøðugt í verðini - uttan einaræðislond. Skattapolitikkurin breiðkast Tað er ongin ósemja um, at skatta- og avgjaldstrýst- ið eigur at lækka fyri tær lægru inntøkurnar. Men tað krevur, at hetta ikki Vit lova einki — uttan seriøsitet og tjóðarbygging bert gerst ein táta, ið verð- ur uppetin í øktum inn- flutningi og inflasjón. Tað krevur eisini at vit hugsa skattapolitikkin í nógv breiðari samanhangi. Í dag verður vanlig arbeiðs- inntøka hart skattað, með- an inntøkur av keyp og sølu av fiskiloyvum ali- loyvum og øðrum sleppur undan. Ongin skattur er heldur á tí, at summi hava rættin til at troyta okkara felags tilfeingi. Um vit fáa broytt hetta, so er tað bæði fíggjarliga og sosialt ábyrgdarfult at lækka skattin á arbeiðs- løn. Almanna- og heilsuverk endurreisast Ongin er heldur ósamdur um, at okkara almanna- og heilsuverk skal endur- reisast, eftir at tað hevur ligið í stórum ótryggleika undir heimastýrinum. Fólk vilja eisini uttan iva fegin gjalda sín skatt til eitt vælvirkandi almanna- og heilsuverk. Men tað eru ikki hóttanir um fleiri pengar, sum bjarga hes- um. Bert seriøst arbeiði og fíggjarliga forsvarligar loysnir. Eisini eitt veruligt uppgávubýtið millum land og kommunur. Tjóðarbygging — ikki sjálvdráttur Tí er boðskapurin greiður. Vit skulu ikki spæla gev- arar av pengum, sum tann vanligi skattgjaldarin hev- ur goldið til at fáa eitt gott samfelag. Vit skulu ikki lova nak- að sum helst — uttan seri- øst arbeiði og eina veru- liga tjóðarbygging. Sum hvílir á okkara egnu inn- tøkum og ikki útgjaring av pengum, sum kunnu verða burtur í morgin. Annars eru vit við rúk- andi ferða aftur á ferð í frumskógarlógina í før- oyskum politikki. Høgni Hoydal . Stundin er ikki komin til partapolitiskan sjálvdrátt í Føroyum. Stundin er komin til at loysa heilt grundleggjandi trupulleikar, so vit ikki enda aftur í hvirluvindunum og frumskógarlógini hjá ábyrgdarloysinum. Tað var í fjør, at byrjað var at hava tílík felagsungdómsmøti fyri alla Eysturoynna, og síðani hevur eitt tílíkt stórt møti verið hvørt hálvár. Bæði á Strondum og á Glyvrum vóru um hálvttrið- Felagsungdómsmøti fyri alla Eysturoynna Í kvøld klokkan 20 verður aftur eitt av teimum stóru felagsungdómsmøtunum í Eysturoy, har millum 200 og 300 ungdómar úr allari oynni plaga at koma saman um Guds orð. Hesaferð verður møti í missiónshúsinum í Leirvík hundrað fólk til staðar og vænta fyrireikararnir aftur góða undirtøku hesaferð. Nú eru tað ungdómsar- beiðini í Fuglafirði, Gøtu og Leirvík, ið skipa fyri. Tey hava fingið sjómanstrúboð- aran, Torleif Johannesen at tala og ein samansettur bólkur úr Fuglafirði og Leirvík kemur at syngja fyri og leiða lovsangin. Á annan hátt verður eisini meir gjørt burturúr skránni til eitt tílíkt stórt tiltak og millum annað verður eisini bjóðað til forbøn. Ein te- ella kaffimuður er eisini á skránni. Felagsungdómsmøti í Leirvík byrjar í kvøld klokkan 20.