Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. september 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 13 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 178 - 16. september 2000 Nr. 178 - 16. september 2000 Ein professari leggur frá sær JÚSTINUS LEIVSSON EIDESGAARD At siga einum starvsfelaga farvæl er ikki lætt og tal- urnar, sum vóru hildnar 8. september, tá Arne Nørre- vang varð heiðaður fyri drúgvt granskingararbeiði í Føroyum, bera prógv um hetta. Arne hevur havt til- knýti til Setrið síðan mið- skeiðis í sjeyti árunum og hann hevur verið lærari, granskari, útnevndur til professara og rektari í hes- um tíðarskeiði. Men tá ið tú sigur einum starvsfelaga farvæl og hesin hevur lagt so sjónligar varðar eftir seg, so er tað kanska ikki so gal- ið kortini. Og vanligi før- oyingurin hevur nógv at takka Arna Nørrevang fyri. Í nógvum stovum í Føroy- um stendur prýðiliga bókin úr føroysku bjargasøguni. Sjálvur datt eg um bókina, einaferð eg var so óheppin at liggja nakrar dagar uttan frælsi á sjúkrahúsi og hend- an bókin stendur enn í minninum sum ein av teim frægu. Kanska serliga tí at eg eri í tí støðu at verða uppvaksin í bygd, sum ikki liggur til fuglabjørg og tí var bókin, øll sum hon var, ónomið land fyri meg. Men hon er eisini ógvuliga væl skrivað og skrivað við alski til evnið og Føroyar. Sum undangongumaður inni í Kalbak á granskingar- stovninum har, undir felags- heitinum Biofar, hevur Arne Nørrevang gjørt eitt megnar arbeiði og eftirtíðin fer heilt víst at fegnast um, at lunnar vórðu lagdir undir gransk- ing av smákyktum í før- oysku náttúruni niðanfyri sjóvarmálan. -Nú er so fulla stigið tikið til pensionisttilveruna. Vit vita, at Arne hevur tvørfak- lig áhugamál - hugsa um t.d. bókina „Úr Bjargasøguni“ hjá honum, har hann saman- tvinnar sín áhuga fyri fugla- lívinum við ein týðandi part av føroysku mentanini. Tvørfaklig áhugamál eru ivaleyst góð at hava eisini hjá einum Professor Emerit- us. Arne liggur ongantíð á lætu síðuni. Nú hevur hann betur stundir til at fáast við annað enn lívfrøði, og so vítt eg veit er hann farin at leita á skjalasøvnum eftir onkrum spennandi, sum eg tó ikki fari at avdúka nakað um her, segði Hans Pauli Joensen, leiðari á náttúru- vísindadeildini á Setrinum. Og nýggi rektarin, Malan Simonsen hevði eisini góð orð at bera Arna Nørrevang, sum hon hevur havt sum starvsfelaga í mong ár. Arne Nørrevang, professari Megindeilaráðsformenn Vísindafólk Starvsfólk Studentar Vinir og kenningar Tað er við sorgblídni eg bjóði tykkum vælkomin í dag, tí í dag skulu vit siga farvæl. Tað er Arne Nørre- vang, professari, sum er far- in frá fyri aldur. Men tíbetur fer Arne ikki langa leið burtur, men verður her og kemur ivaleyst á gátt við hvørt í framtíðini. Skráin er tann, at tá eg havi boðið vælkomin og setta hesa samkomu, fer Hans Pauli Joensen, meg- indeildarráðsformaður á Náttúruvísindadeildini at lýsa Arna og starvssemi hansara. Síðani fer Arne sjálvur at siga nøkur orð. UM síðani onkur skuldi havt hug til at skoytt okkurt uppí, eru tey vælkomin at bera fram eina heilsu til Arna. Sjálv havi eg verið sera hugtikin av rannsóknunum hjá Arna í Fuglalívi og bjargaveiðu. Eins og Arne var eg amatør-ornitologur sum barn. Tá eg gekk í 6. og 7. flokki í Glostrup mitt í 60-unum var ein eldhug- aður lærari, sum fór við okkum út í skógin tíðliga um morgunin áðrenn skúla- tíð at hyggja at og lurta eftir fugli. Tað var stak áhuga- vert og fylti tilveru mína heilt nógv tey árini. Um vit ikki vóru flutt, so hevði eg kanska verið fuglafrøðingur í dag. Í bókini eftir Arna Úr bjargasøguni, sum kom út í 1977, hefti eg meg serliga við lýsingina av hvussu lundarnir, sum ikki verpa, flúgva í ringar út fyri berg- inum, meðan verpingarfugl- urin flýgur beinleiðis út frá landi og inn á land í holuna. Tað mest forvitnisliga í hes- um helt eg vera, at atburð- urin ger fleygamenninar førar fyri bara at taka fugl, sum ikki hevur ungar at føða. Arne skrivar at hetta og øll føroysk fuglaveiða er ein vistfrøðiligur veiðiháttur, tí endamálið við honum er at varðveita fuglameingið til komandi ættarlið. Nú á døg- um kallast slíkt vist »at nýta tilfeingið á burðardyggan hátt«, men líkamikið hvussu tað eitur, fyribrigdi er gam- alt og væl roynt, og tað er umráðandi at slíkur kunn- leiki verður varðveittur og fær sjónligt pláss í bók- mentunum. Við hesi bókini hevur Arne víst hvussu nátt- úrúvísindi og hugvísindi í grundini eru samantvinnað, náttúrufrøði og hugfrøði eru tvær javnbjóðis síður av lívi okkara. Tá ið Arne var tilnevndur professari á setrinum í 1995 segði Jóan Pauli Joensen, rektari, at Arne er »ein ands- menningarligur lobbyistur av formati«. Við hesum sip- aði hann til, at Arne hevur dugað sera væl at seta nýggjar granskingarverk- ætlanir á stovn við peningi frá øðrum keldum enn landskassanum. Við atliti at komandi oljuvi9nnuni vón- aði Jóan Pauli tá »at fleiri andsmenningarligir lobby- istar av formati fóru at gera vart við seg á røttum stað, so sum minst fer upp í royki og rusti ella hvørvur í havsbrúnni á veg til onnur lond. Tíðin er nú búgvin til, at vit leggja á annan bógv og býta tilfeingið við skili, so vit eisini hugsa um tey, sum koma aftaná okkum«. Hesum kann eg taka undir við av fullum hugi. Arne hevur verið ein sera góð fyrimynd. Og eg haldi tað glógvar væl í mangastaðn i viðvíkjandi hesum, at fáa aðra fígging enn lands- kassajáttan til vegar til granskingarverkætlanir. Arne var undamaður mín í raktarastarvinum. Hann hevur verið beinasamur at heita á í sambandi við rekt- araskiftið. Tað og alt, sum tú hevur útint á setrinum og fyrisetrið, fari eg vegna setr- ið og setursráðið at takka tær hjartaliga og mangar ferðir fyri. Og sum eitt minni um hesa løtu fari eg at handa tær eina gávu, sum er eitt kot »sum tær ungu gentur virka væl« í Gøtu. Arne Nørrevang er 67 ára gamal, og hevur lagt frá sær sum rektari á Setrinum. At Arne hevur havt stóran týdning fyri føroyska gransking, var ongin ivi um, tá fráfaringarsamkoma varð hildin fyri honum. Og hann heldur fram at granska privat Arne Nørrevang prátar her við Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur Mynd: Jens Kr. Vang Hans Pauli Joensen, frá náttúruvísindadeildini takkar Arna fyri gott samstarv Mynd: Jens Kr. Vang Frá samkomuni, tá Arne var heiðraður Mynd: Jens Kr. Vang RÚNI OLSEN Dann Thorleifsson er 16 ár og gongur í 10.a í Venjing- arskúlanum. Hetta er aðru ferð hann er í starvsvenjing. Umborð á Lómi helt Dann var ógvuliga stuttligt. Um- borð gjørdi Dann tað sama sum allir, ið arbeiddi har; lossaði, hivaði konteynarar o.a. Arbeiðstíðirnar umborð vóru frá kl. 8 á morgni til kl. 17 seinnapart, og sunnu- dag var ein frídagur. Dann var ikki einsamallur praktikantur umborð, ein vinmaður, sum eitur Martin Olsen, var eisini við. Teir vóru eisini ógvuliga hepnir við veðrinum, sól var næst- an allar dagarnar, men tað vóru nakrir dagar, har Dann lá í songini við sjóverki. Dann helt, at hesin túrur var sera væleydnaður, men visti ikki ordiliga um hatta var vegurin, hann ætlaði at fara aftaná 10. flokk. Í starvsvenjing umborð á Lómi Hesar seinastu vikurnar hevur Dann Thorleifsson verið praktikantur umborð á Lómi JÁKUP MØRK Danski-mentunargrunnur- in hevur í tíðindaskrivi boðað frá, at grunnurin hevur játtað Christinu Sig- gaard, Hortonomlesandi, úr Keypmannahavn legat til eina námsferð í Føroy- um. Víðari upplýsir grunn- Eyðun Klakstein Í hesum døgum leggur um- sitingin í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum sein- astu hond á eina menningar- ætlan fyri fólkaskúlan. Ætlanin er, at arbeiðið skal verða liðugt í komandi viku, og tá skal tað so leggj- ast fyri landsstýrismannin í skúlamálum. Orsøkin til hetta arbeiðið er fólkaskúlalógin frá 1997, sum leggur upp til, at lands- stýrismaðurin ger eina slíka ætlan. - Ætlanin kemur við ein- um tilmæli um, hvat fólka- skúlin skal royna at menna næstu trý árini, sigur Hensar Ellingsgaard, leiðari á Fólkaskúladeildini í Undir- vísingar- og Mentamála- stýrinum. Skúlarnir hvør sína ætlan Tað eru serliga nýggju tætt- irnir í fólkaskúlalógini frá 1997, sum verða viðgjørdir í menningarætlanini. Tað er til dømis flokslæraraarbeið- ið, skúlabókasavnini, eftir- metingin og samstarvið Dann Thorleifsson úr 10. flokki á Venjingarskúlanum var í starvsvenjing umborð á Lómi Mynd: Rúni Olsen Eingin føroysk umsókn urin, at eingin umsókn var innkomin úr Føroyum, um stuðul til námsferð í Dan- mark. Komandi ár verður mót- takarin av legatinum al- mannakunngjørdur 3. sep- tember, og skulu umsókn- ir til hetta vera grunninum í hendi innan 1. juni 2001. Leggja seinastu hond á menningarætlan Í næstu viku verður Undirvísingar- og Mentamálastýrið væntandi liðugt við eina menningarætlan fyri fólkaskúlan ÁKI BERTHOLDSEN – Tað, sum Leivur Hansen hevur gjørt, er ikki annað, enn tað, hann hevur skyldu til at gera. Torfinn Smith, býráðs- limur í Havn heldur lítið um hørðu atfinningarnar frá sambandsflokkinum í Tórshavnar Býráð ímóti býráðsformanninum. Aðrastaðni í blaðnum átalar sambandsflokkurin harðliga Leiv Hansen, bý- ráðsformann, tí at hann viðgerð spurningin um at gera SEV Til partafelag, saman við hinum býráðs- formonnunum í Komm- unusamskipan Føroya, sum telur seks tær størstu kommunurnar. Sambandsflokkurin, sum er í samgongu í Tórs- havnar Býráð átalar, at flokkurin onki veit um ætlanina, og at flokkurin onki fekk at vita um hetta, fyrrenn ígjøgnum sjón- varpið. Valbruni Men hetta heldur Torfinn Smith, býráðslimur, lítið um. Hann er býráðslimur fyri javnaðarflokkin, sum eisini er í samgongu í Tórshavnar Býráð. –Sambandsflokkurin má hava fingið valbruna, heldur hann. Tórfinn Smith sigur, at spurningurin um at gera SEV til partafelag er ikki ókendur í býráðnum, tí har hevur hann verið umrødd- ur. – Tað, sum Leivur Han- sen nú hevur gjørt, er ikki annað enn sína skyldu. Hann sigur, at tað, sum nú liggur í kortinum, er, at fyrimunir og vansar av at gera SEV til partafelag, skulu kannast og tað held- ur hann vera sjálvsagt. –Enn er ongin avgerð tikin. Og ikki fyrrenn fyri- munir og vansar eru kann- aðir, hava vit eitt haldgott grundarlag at taka støðu útfrá. –NVerða hesar kanningar ikki gjørdar, skal avgerðin byggja á gitingar og metingar og tað kann ikki vera meiningin, sigur TórfinnSmith. Leivur hevur bara gjørt sína skyldu –Verður málið ikki kannað, fer avgerðin at byggja á gitingar og metingar og tað kann ikki vera meiningin, heldur Tórfinn Smith –Vit eru fult greiðir yvir, at spurn- ingurin um at gera SEV til partafelag, verður kannaður, sigur Torfinn Smith, býráðslimur millum lærarar. Tá menningarætlanin er liðug, og landsstýris- maðurin hevur góðkent hana, skal hon sendast út til skúlarnar, sum síðani skulu gera hvør sína ætlan fyri næstu árini - støðið verður ætlanin hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Skúlarnir fáa eina freist at leggja sína egnum menn- ingarætlan til rættis, sum skal innihalda teir lutirnar, sum hvør einstakur skúli ætlar sær at arbeiða við.