leygardagur 18. juni 2005síða 43
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 114 - 18. juni 2005
43
Góðskuleiðari
Søkt verður eftir góðskuleiðara til United Seafood á
Toftum, at byrja so skjótt sum gjørligt. United Sea-
food á Toftum framleiðir saltfisk til miðjarðarhavs-
londini serliga Spania.
Góðskuleiðarin hevur ábyrgd av hesum økjum:
- Innaneftirlitsskipanin á virkinum
- HACCP
- Samskifti við almennar heilsumyndugleikar
- Reingerð og reinføri
- Heilsufrøðiligar starvsskipanir
- Reglugerðir (vørulýsingar og merkingar)
- Etikettskipan
- Góðskuskrásetingar og góðskuskjøl
- Tekniskt kundasamstarv
- Klagur og klaguviðgerð
-
Skrásetingar og eftirlit í rakstrinum í samráð
við virkisleiðaran.
Fyrimun hevur umsøkjari ið hevur:
- Fiskivinnuútbúgving
- Teoretiska vitan um HACCP
- Kunnleika til nýtsluskipanir t.d. Access, Word,
Excel og Axapta
- Góðan førleika í enskum máli
Vit kunna bjóða:
- Eitt framkomið fakligt umhvørvi
- Eitt virkið og framkomið framleiðsluumhvørvi
- Løn sambært avtalu
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Ivan
Hansen, tlf. 447326 ella Guðrið Andorsdóttir, tlf.
355555.
Umsóknin skal sendast áðrenn 1. juli 2005 til
Faroe Seafood
att. Guðrið Andorsdóttir
Postboks 218
FO-110 Tórshavn
Telduarbeiði til
lesandi
Á Havlívfrøðiligu royndarstøðini í Kaldbak hava vit
brúk fyri einum lesandi á telduøkinum til eitt av-
markað arbeiði í summarfríðtíðini.
Talan er um at gera og laga til brúkaraflatur í data-
basuforritinum MS Access og arbeiði við heima-
síðugerð. Annað fyrifallandi telduarbeiði kann
eisini koma uppá tal.
Um tú hevur royndir innan hesi øki,set teg tá í sam-
band við okkum.
Løn sambært avtalu.
Havlívfrøðiliga royndarstøðin
FO-180 Kaldbak
Tlf. 356111
Teldupostur: Mailto@havbotnur.fo
Lastbilur til sølu
10 tons Man 153F við 5 tons Hiab krana til sølu
fyri 175.000 u/ mvg.
Tlf. 519964
Vegna feriu
verður Sjúkrakassin stongdur frá 27. juni til 25. juli
2005.
Suðuroyar Sunnari Sjúkrakassi
Mentamálaráðið
Starvið
Í sambandi við at skrivari okkara hevur valt at søkja
aðrar avbjóðingar, er eitt áhugavert og fjølbroytt
starv sum skrivari og málsviðgeri leyst at søkja í
aðalskrivstovuni .
Høvuðsuppgávurnar hjá stjórnarskrivaranum verða
m.a. at:
• Verða skrivari hjá landsstýrismanni, aðalstjóra og
aðalskrivstovuni
• Umsita virkisøki, sum verða løgd til skrivaran
• Málsviðgerð
• Samskipa og fyrireika ymiskar arbeiðsuppgávur í
aðalskrivstovuni
• Verða við á fundum og skriva fundarfrágreiðingar
• Aðrar uppgávur
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a., at umsøkjarnar hava:
• Útbúgving og/ella royndir í skrivstovuyrkinum
• Í minsta lagi HH-, HT-, students-, HF-prógv ella
annað prógv, ið kann javnmetast við hesi
• Góðan kunnleika til føroyskt, danskt, enskt og
nýtslu av edv
• Góð samstarvsevni
• Førleika at arbeiða sjálvstøðugt
Vit bjóða
Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við
nógvum samskifti inn- og úteftir.
Sjálvstøðugt starv við góðum møguleikum fyri bæði
persónligari og fakligari menning.
Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi við
skiftandi uppgávum tætt saman við politisku
myndugleikunum og stovnum innan undirvísing og
mentan.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið og verður
lønt í lønarflokki IV.
Viðmerkjast
skal,
at
setanarøkið
fevnir
um
stjórnarráðini og deildir tess.
Umsókn
Umsókn við prógvum o.ø skulu sendast til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 4.
juli 2005 kl. 16.00.
Starvið verður at seta skjótast tilber.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar,kanst tú seta teg í sam-
band við Petur Petersen, aðalstjóra í Mentamála-
ráðnum, á tlf. 35 50 50.
Stjórnarskrivari
hjá landsstýrismanni og aðalstjóra
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál,mentamál og gransking.Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju,
loftmiðlum,ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Í aðalskrivstovuni er landsstýrismaður,aðalstjóri,løgfrøðingar,búskaparfrøðingar og starvsfólkaleiðarin.
Urguleikarafelagið
Hevur aðalfund tann 28. juni 2005 á loftinum í
Havnar kirkju.
Skrá sambært lógum felagsins.
Nevndin
Frá útskiftingarnevndini á Syðradali
Næsti útskiftingarfundur verður hósdagin 23. juni
kl. 11 í skúlanum á Syðradali.
Fram verður lagt:
1. Endaligur útskiftingarplanur. Kærufreistin er 3
mánaðir
2. Útskiftingin verður endað.
N. v.
Øssur Á. Midjord
útsk. form.
Kunngerð