Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-18, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juni 2005síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 114 - 18. juni 2005 Heilsufrøðingur Heilsufrøðiskipanin søkir eftir heilsufrøðingi til skipanina.Starvið verður við fyribils setan í økinum Streymoy/Vágar, men av tí at arbeitt verður við broytingum, kunnu flytingar fara fram, og eisini kunnu t.d. tveir heilsufrøðingar røkja starvið. Talan er um eitt starv við 40 tíma arbeiðsviku, 20 tímar á smábarnaøkinum og 20 tímar á skúlaøkinum. Starvið verður sett 1. september 2005 ella eftir avtalu. Arbeiðið er samansett virksemi við tænastu til barnafamiljur og skúlar í økinum. Arbeiðið verður skipað m.a. við heimavitjan, ráðgeving, undirvísing og viðtalu.Stórur dentur verður lagdur á tvørfakligt samstarv. Vit kunnu bjóða: Sjálvstøðugt og spennandi arbeiði, men til tíðir krevjandi. Fakliga menning og skipaða supervisión. At vera partur av samstarvstoymi. Væntast skulu broytingar í mun til raðfestingar og mannagongdir, í sambandi við menningarverk- ætlan. Førleikakrøv: Útbúgving sum heilsufrøðingur. Áhugi fyri fakligari menning. Arbeiðið er skipað í samstarvstoymi,og er tað tí ein fyritreyt,at viðkom- andi hevur góð samstarvsevnir og kann viðvirka til at menna kollegiala samstarvið. Løn sambært avtalu millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjartu Vilhelm, leiðara á Heilsufrøðiskipanini, tlf. 354010. Umsóknarfreistin er mánadagin 18. juli 2005. Umsókn við prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til: Heilsufrøðiskipanin N. Finsensgøta 28 Postboks 132 110 Tórshavn Arbeiðið hjá heilsufrøðinginum er m.a. at eygleiða og kanna barnið, at ráðgeva/vegleiða foreldrum viðvíkjandi barnsins sálar- ligu, sosialu og likamligu menning, foreldraleikluti og tilknýti. Á skúlunum er arbeiðið,umframt hetta,at gera reglugligar funktións- kanningar,samtala við børn,bæði persónligar,bólka-samrøður og undirvísing. P/f TJALDUR (fyrr p/f Skipafelagið Føroyar) Útgjalding av vinningsbýti Á aðalfundi 30. mai 2005 varð samtykt at gjalda vinningsbýti til partaeigararnar. Vinningsbýtið er 100% av partapeninginum, t.e. kr. 5.050.000. Fyri at tað skal verða møguligt at gjalda út,er neyð- ugt,at hvør einstakur partaeigari letur okkum hesar upplýsingar skrivliga: Navn á eigara, P-tal og kontonummar í peningastovni (evt. tlf. nr) Litra og nr. á partabrævi Tey flestu partabrøvini eru frá 1920’unum, og sam- bært viðtøkur felagsins skulu eigaraskiftir vera vátt- að av nevndini. Á aðalfundi 30. mai 2005 vórðu viðtøkurnar broytt- ar soleiðis, at partabrøvini hereftir frítt kunnu verða seld. Men framhaldandi skal sigast frá, tá partabrøv skifta eigara, so at vit kunnu dagføra partaeigara- skránna so hvørt. Einans tey, sum eru skrásett sum eigarar, kunnu fáa útgoldið vinningsbýti og luttaka á aðalfundi. Felagið, sum áður æt p/f Skipafelagið Føroyar, broytti í 2004 navnið til p/f Tjaldur. Gerið so væl at skriva til: P/f TJALDUR teldupostadressa: STATUS@POST.OLIVANT.FO Postrúm 250 700 Klakksvík Lesið internet Sosialin ! Maskinmaður Faroe Seafood søkir eftir maskinmanni til virkið í Vági at byrja beinanvegin. United Seafood Vágur framleiður serliga tosk og upsa og í næstum gullaks. Vørurnar ið virkaðar verða eru á høgum góðskustigið og fevna um m.a. saltúrdráttir og frystar gullaksaúrdráttir. Arbeiðið á virkinum fer fram sambart innaneftirlitsskipan. Uppgávurnar hjá maskinmanninum verða m.a.: • Røkja maskinur á virkinum • Røkja viðlíkahaldsætlan virkisins Krav er at umsøkjari hevur: • Royndir frá líknandi arbeiði. Vit kunna bjóða: • Eitt virki í menning • Eitt fakligt umhvørvi • Løn sambært avtalu Vit kunna bjóða eitt arbeiði í einum mennandi og spennandi umhvørvi við góðum umstøðum. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Umsókn- arfreistin er 1. juli 2005. Um áhugi er fyri hesum starvi so kunna tygum taka samband við : United Seafood Vágur att : Jóan Petur Kjærbo. Postboks 139 · FO - 900 Vágur Telefon á virkinum : 373700 Fartelefon. 598520 Telefax : 373704