Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juni 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 115 - 21. juni 2005 Sum vant, tá ið drotn- ingin kemur á vitjan, gav hon eisini hesu- ferð heiðurstekin. 12 mans og ein kvinna vórðu heiðrað á hesum sinni HOFF-STOFF Eydna Skaale Eydna@sosialurin.fo Myndir: Bárður Edmund Joensen, løgtings- formaður fekk komman- dørheiðurstekin av Danne- brogordaninum. Bjarni Djurholm, Ann- finn Kallsberg, Alex Sól- stein, Jørn Astrup Hansen, Pál Weihe, Karolina Peter- sen, Bergur Poulsen, Dánj- al Petur Højgaard, Olaf á Stongunum og Eyðun Andreasen fingu øll ridd- arakrossin av dannebrog- ordaninum frá drotningini. Suni Hansen og Henry Debes Joensen fingu báðir tænastuheiðursmerki í silvuri, fyri teirra drúgvu tænastu sum organistar, ávikavist í Nósloyar og Argja kirkju. – Áðrenn vit fóru umborð fingu vit góð ráð frá Ed- mundi Joensen, sum jú hevur roynt hetta fyrr, um hvat vit skuldu siga og gera, sigur Dánjal Petur Højgaard, – Tað var stak hugnaligt umborð. Vit komu inn til drotningini ein og ein, og blivu presentraði so hvørt sum vit komu inn. Drotn- ingin stóð mitt á gólvinum, tók í hondina á okkum, og segði, at tað var henni ein gleði at handa okkum heið- urstekini. Síðani hongdi hon hann á, greiðir Bergur Poulsen frá. – Eftir, at øll høvdu fing- ið krossin, savnaðust vit úti í eitt slag av einum forsali, har drotningini eisini kom. Har drukku vit so eitt glas saman, og so varð prátað um leyst og fast. Hetta er heilt víst ein æra, og tað kennist væl, at onkur setur prís uppá arbeiðið, sum man ger, siga teir báðir bergur og Dánjal Petur at enda. Fingu ráð frá Edmundi Joensen Bergur Poulsen og Dánjal Petur Højgaard fingu báðir riddarakrossin frá drotningini 13 ordanir givnir Karolina Petersen Karolina Petersen var ógvuliga fegin um at fáa viðurkenning frá drotningini. Drotningin segði, at hon var fegin um at kunna handa mær heiðurstekini, fyri tað arbeiðið, sum eg havi gjørt, og tað var deiligt at hoyra tað frá henni. Karolina hevur verið 45 ár á Alv skúlanum. Hon hevur eisini stovnað tvey vistarheim og verið við at stovna Hotel Tórshavn. Karolina harmaðist tó um, at drotningin og hon vóru tveyeinig konufólk umborð. – Tað eru nógv konufólk í Føroyum, sum kundu fingið heiðurstekin, heldur hon. Pál Weihe, lækni og granskari – Vit tosaðu um leyst og fast um gransking. Eg fekk ikki at vita júst hvat tað var, sum gjørdi, at eg fekk krossin, men tað er sjálvandi ein æra, at verða heiðraður. Gott, at vita, at tað verður prísur settur á tað arbeiðið, sum vit gera, segði Pál Weihe, júst sum hann var komin í land aftur. Edmund Joensen Edmund Joensen, løgtingsformaður, hevur fyrr verið heiðraður. Hann fór umborð á Dannebrog við einum krossi á bringuni, men kom í land aftur við einum krossi um hálsin.