týsdagur 21. juni 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 115 - 21. juni 2005
3
Kongaskipið Danne-
brog hevur 73 ár á
baki, og hevur siglt
langt omanfyri
300.000 sjómíl
KONGASKIP
Skipið er navngivið av
Alexandrine drotning í
1931 og virkar nú sum
alment og privat residens
fyri drotningahjúnunum og
limum av kongaligu familj-
uni, tá tey eru á almennum
vitjanum við sjósambandi
ella á summarferð í donsk-
um farvatni. Kongaskipið
tekur eisini lut í vaktarhaldi
og sjóbjarging, tá tað er til
sjós.
Dannebrog varð bygt í
árunum 1931 til 32 á Or-
logsværftet í Keypmanna-
havn, sum avloysari fyri tað
undanfarna kongaskipið,
hjóldamparin Dannebrog
frá 1879. Tá skipið kemur í
danskar
og
útlendskar
havnir verður dekkið aftan
nýtt til resepsjónir.
Kongaligu
búrúmini
fevna um arbeiðsrúm, mat-
sal, felagsrúm og sovirúm.
Drotningin hevur sjálv inn-
rættað hesi.
Manningin umborð eru 9
offiserar, sjey sergentar og
36 fólk við verjuskyldu,
sum eru serliga útvald av
sjóverjuni.
Síðani 1932 hevur skipið
siglt
langt
omanfyri
300.000 sjómíl og vitjað
flestu havnirnar í Føroyum,
Grønlandi og Danmark.
Skipið hevur eisini verið í
Caribien og í fleiri europe-
iskum, havnum, serstakliga
í Fraklandi.
Verið
í flestu
havnum
Nýggja slagið
av fløskum fæst
í 2 støddum:
10 kg 243,75
5 kg 172,50
Mykinesgøta 8 · FO-100 Tórshavn
Tel 31 19 09 · sveising@post.olivant.fo
Nýggj lættvekt gassfløska
Nú er tíðin farin frá rustaðum og tungum gassfløskum.
Spildurnýggja gassfløskan frá Primagaz er gjørd úr
komposit og umframt, at tú sært gjøgnum fløskuna og
harvið veit, hvussu nógv er eftir í henni, er hon eisini
løtt at handfara.
Nýggja fløskan hevur standard-ventil og passar soleiðis
til allan vanligan gassútbúnað. Tað, at fløskan er so løtt,
ger hana serstakliga væl egnaða til útferðir, bátin ella
summarhúsið.
Sveisingahandilin bjóðar somuleiðis eitt breitt úrval av
gassútbúnaði, bæði til frítíð og til arbeiðsbrúk.
Sveisingahandilin hevur søluumboð á hesum plássum:
Norðoyggjar · Eysturoy · Vágar · Norðstreymoy · Sandoy · Suðuroy
Sveisingahandilin selur gass og gassútbúnað til ídnað, heilsuverk og húsarhald.
Dannebrog - útgerð og stødd:
Byggiár: 1931-32
Longd: 78,43 metrar
Breidd: 10,40 m
Dýpd: 3,62 m
Masturhædd: 23,00 m
Deplacement, fult lastað: 1238 tons
Høvuðsmaskina: Tveir dieselmotorar B&W Alpha Diesel,
typa 6T23L-KVO a 870 HK
Hjálpimotorar:Tríggir dieselmotorer SCANIA,typa DS 11o1
MO 1 a 136 kW
Ferð: 13,5 fjórðingar um tíman
Aktiónsradius: 3600 sjómíl