Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juni 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 115 - 21. juni 2005 Smádrongur á bláman við súkklu - Vandamikið var tað ikki, men komiskt var tað. Mamman rópti á drongin, at nú mátti hann ansa sær, tá hann súkklaði eftir bátabrúnni á Argjum. "Ja ja mamma" rópar drongurin á súkkluni, meðan hann stoltur fer veittrandi út av bátabrúnni og bums á sjógv við súkkluni. Tað var Meinhard Ja- cobsen, sum var eygnavitni til hendingina á Argjum leygardagin. Hann sigur, at ongin skaði stóðst av hend- ingini. Mamman fiskaði drongin uppaftur, og súkkl- an varð drigin í land í góð- um standi. Drongurin varð kløkkur av hendingini, men kom fyri seg beinanvegin. Fleiri smakkaðu sær á Ølsmakking var á Rex í fríggjakvøldið. Havgrímur Johannesen sigur, at tiltakið varð væl vitjað, og at øl- smakking verður eitt aftur- vendandi tiltak. Ølirnar vóru fleiri at velja ímillum. Sluppøl, Veðr, Classic, Black Sheep, og Stout rann úr hanunum í gjárkvøldið. Havgrímur Johannesen aftanfyri Rex sigur, at fleiri fólk høvdu leitað sær niðan í náttklubban hetta kvøldið. Hann sigur, at líkandi tiltøk verða at síggja á staðnum í framtíðini. Nokta at arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð Magistarafelag Føroya hev- ur roynt at fingið avtalu við Lønardeildina í Fíggjar- málaráðnum um vaktarhald og úrtíðararbeiði á Heilsu- frøðiligu starvsstovuni. Hetta hevur ikki eydnast, og nú noktar Magistarafe- lag Føroya limum sínum at arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Magistarafelagið ásannar í tíðindaskrivi, at hetta hev- ur við sær, at allar upp- gávur á millum annað veterinera økinum á Heilsufrøðiligu starvsstov- uni bert verða framdar í vanligari arbeiðstíð. Avleiðingarnar fyri vinn- una kunnu hugsast at verða stórar, tí sjúkufyribyrgjandi arbeiðið á fiska- og djóra- sjúkuøkinum verður ikki gjørt uttanfyri vanliga ar- beiðstíð. Jóansøkubál í Sandagerði týskvøldið Bál, røða, felagssangur og føroyskur dansur er á skránni. Gulla Øregaard flytir fram røðuna í ár. Tórshavnar býráð skipar fyri jóansøkubálinum, eins og undanfarin ár. Bálið verður av ongum, um veðr- ið er vánaligt. Konsert var í Miðlahúsin- um í Vágsbotni hóskvøld- ið. - Fríggjakvøldið vístu vit fram, hvat vit millum ann- að hava at bjóða á Summ- artónum í ár. Fólkatón- leikur, klassiskt, og jassur verður millum annað á skránni, sigur Kristian Blak. - Vit vilja fegin vísa, at vit hava nýggjan tónleik at bjóða, sigur Kristian Blak Summartónar hava verið skránni á hvørjum ári síðani 1992. Felagið Føroysk Tónaskøld hava gjørt tónleikin, sum varð framførdur í Miðla- húsinum fríggjakvøldið Mynd: Jens Kr. Vang Vísa seg fram Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið