Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juni 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 115 - 21. juni 2005 5 Lagið var gott í Gøtu fríggjanáttina, tá ið Eivør Pálsdóttir kom heim úr Íslandi við enn eini virðisløn í skjáttuni. Familjan og vinir fegnaðist saman við songkvinnuni TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eivør Pálsdóttir hevur seinastu árini verið nógv frammi í Íslandi, og hon er nú heiðrað fyri avrik innan bæði tónleik og sjónleik. Fyri tveimum árum síð- ani vann Eivør virðislønir fyri sína fyrstu tónleikaút- gávu í Íslandi, og hósdagin varð hon heiðrað fyri tón- leikin, sum hon hevði gjørt til leikin Úlfhamssøga. Eivør Pálsdóttir vann eina Grímu fyri Besta tón- leik og ljóð, og tað var hon sera fegin um. Úlfhamssøga byggir á Úlfhamsrímur, ið er gamlar íslendskar rímur, ið byggja á íslensku saga’irnar. Tón- leikurin var fyri tað mesta instrumentalur, soleiðis at skilja at Eivør sang, men røddin var mest brúkt sum eitt ljóðføri fyri at upp- byggja ein stemning í leik- inum. Nógv spennandi fyri framman Fríggjanáttina kom Eivør heim til Gøtu við tí snøggu virðslønini, sum hon hevði fingið. Flogfarið úr Íslandi var nakað seinkað, og tí var ligið langt út á kvøldið, áðrenn Eivør trein inn í barnaheimið. Har tóku familja og vinir ímóti henni, og lagið var gott. Tað er einki at siga til, at familjan er errin av Eivør, tí hon hevur sum songkvinna vunnið hjørtu bæði heima og úti. Og tað er nógv, sum bendir á, at Eivør fer at koma enn longri út í heim næstu árini. Eivør hevur úr at gera við tónleikinum, og nógv ym- iskt er á skránni. Í gjár- kvøldið skuldi hon syngja fyri teimum kongaligu, og fyri framman bíða upp- gávur í Føroyum, Dan- mark, Kanada og aðra- staðni. Leikurin Úlfhamssøga verður at síggja í Føroyum í september mánaði. Eivør heim við enn eini virðisløn Eivør Pálsdóttir var sera fegin og errin um, at íslendska sjónleikarlívið hevði heiðrað hana Myndir: Jens Kristian Vang Mamman Sædis og omman Maria ynskja Eivør tillukku Báðar ommurnar og Eilif, mammubeiggi Eivør, hyggja at virðislønini, Eivør fekk Lagið var í topp í Gøtu fríggjakvøldið, hóast Eivør var seinkað heim úr Íslandi Familja og vinir tóku ímóti Eivør í barnaheiminum í Gøtu